Ítróttarbreytin á Kambsdali fer nú eisini at fevna um svimjing

Ítróttarsendingin hjá Útvarpi Føroya visti í kvøld at siga frá, at Handilsskúlin á Kambsdali nú ætlar sær at víðka sína ítróttarbreyt til eisini at umfata svimjing. Talan verður um svimjivenjing 2 ferðir um vikuna, frá kl 8 til 10, umframt ástøðiliga undirvísing um ítrótt yvirhøvur. Lesið meira her á heimasíðuni hjá Føroya Handilsskúla á Kambsdali.

Tey tosaðu eina góða løtu um hví akkurát svimjing skuldi koma afturat fótbóltinum, og til tað vórðu nevndar tvær høvuðsorsøkir. Fyrst at svimjingin – sum tað eisini stendur á heimasíðuni – hevur “fingið framúr úrslit og sýnt ein sera góðan vilja og hugburð”. Og harnæst at svimjingin (sum fótbólturin) er so rótfest ítróttargrein í umhvørvinum runt Kambsdal.

Innbjóðing til HS stevnu 12.-13. januar 2008

Susvim hevur sum tit síggja her fingið fatur á innbjóðingini til HS stevnu 12. og 13. januar 2008. Stevnan er fyri bólk 3 og eldri, tað vil siga svimjarar føddir ár 1995 ella fyrr. Kappast verður í øllum greinum upp til 400 blandað, men tó so uttan nakra stafett yvirhøvur. Eg viðfesti innbjóðing og kappingarfílu tá ið eg havi fingið fatur á hesum.
Continue reading Innbjóðing til HS stevnu 12.-13. januar 2008

Gott nýggjár

DSC_0065Árið 2007 var eitt fantastiskt ár fyri føroyska svimjing. Gott HM í Melbourne, har sjálvt viðmerkjarin hjá Eurosport legði til merkis hvussu væl tær báðar Mona og Jutta svomu. Fantastiskir oyggjaleikir, har vit domineraðu yvir allar tjóðir. Fyrstu gullheiðursmerki á NJM, umframt yvirhøvur eina plasering millum hinar tjóðirnar sum verður torfør at endurskapa. Og so Pál 🙂
Continue reading Gott nýggjár

Upprudding á svimjing.com

Ein nýggj og spennandi útgáva er á veg av heimasíðuskipanini Drupal, sum vit brúka her á svimjing.com. Tað er altíð lættast at dagføra um man er so nær standard útgávuni sum gjørligt, og eg havi tí loyvt mær at steingja fyri teimum eyka funkum sum vit allíkavæl ikki brúktu serliga nógv. Nevniliga skipanin við teldupostlistum, umframt møguleikan at senda inn tilfar gjøgnum teldupost.

Hetta eru funkur sum liggja uttan fyri standard Drupal, og sum mennararnir av teimum tí skulu dagføra til nýggjastu útgávu, eftir at hon er offisielt útkomin. Tað vísir seg altíð at taka rættiliga tíð (vurderi einar 3 mánaðir); og eg haldi tað tí vera líka lætt at sløkkja fyri teimum, tá ið vit allíkavæl ikki brúka tær. Skuldi tørvurin víst seg seinni, so ber til at leggja tað inn aftur.

Annars vísir tað seg at hatta við at senda inn í telduposti ikki er so neyðugt sum vit kanska hildu. Fleiri og fleiri fartelefonir hava jú internet, og tá er tað lættari bara at fara beint á svimjing.com og skriva, enn at skula gera okkurt heilt ørvísi í sínum teldupost-forriti. Og hitt við teldupostlistum, well tað var altíð ein rættiliga nørdut loysn 🙂

Sigið endiliga frá um okkurt ikki riggar sum ætlað. Hesar avmarkingar burdu yvirhøvur ikki ávirka restina av skipanini; men man veit jú ongantíð við teldum.

Venjaraskeið komandi vikuskifti

Sum tit kunnu lesa í viðfestu innbjóðing, so skipar SSF nú fyri venjaraskeiði fríggjadagin og leygardag 4. – 5. januar 2008. Skeiðið umfatar byrjunarupplæring í svimjing: “Hvussu læra vit børnini at svimja?”. Hetta er skeið sum tey bæði Pálin Olsen og Rúni Gaardbo hava mennt og gjøgnumført tvær ferðir við fólkaskúlalærarum, við støði í norsku merkjaskipanini.

Pál Joensen er ársins ítróttarnavn

Pál Joensen varð júst nú kosin at vera ársins føroyska ítróttarnavn ár 2007, í stóru kappingini “Stjørnukast” hjá Kringvarpi Føroya. Hann varð klárt á odda við 2267 stigum. Katrin Olsen varð nummar tvey við 1566 stigum, og Elspa Mørkøre varð nummar trý við 1164 stigum. Til lukku tit trý 🙂

Elspa heim at kappast í januar?

Kringvarpið skrivar her at Elspa skal kappast í 200 blandað nú leygardagin í Esbjerg. Hetta er sum kunnugt greinin har hon fyrr í desember var sera stutt frá at seta danskt juniormet. Og rættiliga áhugavert, so skriva tey eisini, at “gongst sum ætlað, verður Elspa Mørkøre við í kapping her heima fyrst í nýggja árinum”

Hyggja vit í kalendaran hjá SSF, so er kapping her heima annaðhvørt HS-stevnan 13.-14. januar, ella ‘føstulávints-kappingin’ í Klaksvík tann 17. februar. Altso um talan skal vera um kapping ‘fyrst í nýggja árinum’, tí eftir tað er steðgur í kalendaranum inntil FM í apríl.

Landsliðslega í Íslandi nú fyrst í januar

Landsliðsvenjarin Brian Marshall bjóðar nú sambært ssf.fo til fyrstu landsliðslegu í Íslandi, at verða vikuskiftið 4. til 6. januar 2008. Úttikin eru Shaila millum Garðarnar, Bjørg Seloy, Pál Joensen, Kári á Høvdanum og Pauli Ø. Mohr. Tey fara úr Vágum fríggjadag 4. januar og koma so aftur mánadag 7. januar. Úttiknu svimjararnir hava fingið beinleiðis bræv við nærri upplýsingum um ferðina.