Elspa til Miami í februar

Sportal.fo skrivar her stutt um avgerðina hjá Elspu at flyta niður at venja í heyst, og nú at skifta til danska svimjing. Tey vita at siga at hon fer til Miami á 14 daga venjingarlegu í februar, og at hon nú 29. desember skal luttaka á stórari stevnu í Esbjerg. Kanska hetta verður møguleikin at seta danskt juniormet, sum tey hava skrivað um á sport.fo.

Elspa verður donsk

Sosialurin skrivar í kvøld at Elspa nú skiftir til at svimja fyri danska svimjilandsliðið. Orsøkin er at hon gjarna vil til OL, ið sum kunnugt ikki ber til við føroyska landsliðnum.

Støðan er í løtuni tann, at Elspa umvegis danska svimjisambandið hevur søkt um at fáa loyvi sítt flutt til Danmarkar, so at hon framyvir kann kappast fyri Danmark heldur enn Føroyar. SSF hevur játtað hesum, og í løtuni bíðar hon tí mest eftir at fáa staðfest nær 1 ára karantenutíðin gongur út. Møguliga kann hon kappast fyri Danmark longu á HM í Manchester í apríl.

Tit mugu annars lesa greinina í Sosialinum, tí hon lýsir rættiliga greitt og gjølla teir trupulleikar sum føroysk toppítróttarfólk hava at dragast við. Sovorðið sum at vit ikki hava nakra strekta miðnámsútbúgving, til at gera tað lættari hjá ungum fólki at venja og ganga í skúla í senn. At vit ikki hava nakað veruligt elituítróttarumhvørvi at bjóða teimum, og eiheldur nakra Team Danmark líknandi skipan til at gera tað fíggjarliga og menniskjaliga forsvarligt at brúka so nógva tíð uppá ítrótt, sum ítróttur á hægsta stigi krevur.

Síggi nú at greinin er frítt atkomulig á heimasíðuni hjá Sosialinum. (Ná, ikki longur)

Elspa ger um seg á Flatlondum

Lesið her á sport.fo. Elspa Mørkøre hevur betrað um sína bestu tíð í 200 blandað, so at hon nú svimur 2:18.40 har føroyska metið hjá henni sambært ssf.fo er 2:21.22. Til samanberingar er danska juniormetið  2:17.14, so talan er um veruliga høgt støði hjá Elspu.

Skribenturin á sport.fo hevur eisini rættiliga hvassan kritikk av hvussu SSF forsømir at dagføra síni met á heimasíðuni (og møguliga eisini á offisiellu listunum?). Elspa hevur sett met í 11 greinum síðani hon fór niður, men bara summi eru dagførd á ssf.fo. Og SSF hevur ikki dagført nakað met enn frá DKM, Køge Open, NJM og EM.

Nú er tað offisielt

Pál Joensen stendur nú ovast á ranglistanum hjá evropeiskum juniorum í 1500 frí, umframt sum nr 2 í 800 fyri ta split-tíð sum hann hevði tá ið hann kom til 800 metrar í teimum 1500. Og við tað at hann eisini er nr 5 í 400 frí, kunnu vit trygt siga at Pál í løtuni er millum 5 teir bestu evropeisku juniorarnar í trimum greinum 🙂

Pál 1500 progressión Continue reading Nú er tað offisielt

Ikki éitt ár síðani at Pál svam undir 16 minuttir

13. januar 2007 høvdu við hesi tíðindi á gomlu FLOT-heimasíðuni, um at Pál Joensen sum fyrsti føroyingur hevði svomið undir 16 minuttir í 1500 frí. Haldi at tað er uppá sítt pláss at finna eina lagkøku fram í januar 🙂

Pál undir 16 í 1500 frí 
Skrivað hevur Rókur í Jákupsstovu  
leygardagur, 13 januar 2007

Tað frættist úr Vági, at Pál Joensen úr Vágs svimjifelag hevur sett nýtt føroyskt met í 1500 frí, við tíðini 15.56.21. Hann átti eisini gamla metið á 16.03.59, men kann nú hartil í allar ævir breggja sær av, at hann var fyrsti føroyingur undir 16 minuttir.

Ok, møøguliga hevur Jón Hestoy svomið skjótari, um enn ikki sum góðkent føroyskt met. Um vit leita á heimasíðuni hjá AGF swimteam, so finna vit hendan metlistan, har Jón Hestoy enn eigur metið hjá felagnum á langbana við 16.11.32 (sett í 1981 :-). Stuttbana-metið eigur ein Claus Z. Hansen við 15.47.48 (sett í 1982), so vit síggja ikki beinleiðis hvat Jón svam í einum 25-metrar-hyli sum tann í Vági.

Men í øllum førum nærkast Pál við sjeymílastevum. Undir 16 er enn so mikið gott, at tað á donsku ranglistunum fyri 2006 liggur umleið á topp-3 fyri danskar juniorar, í topp-5 fyri danskar seniorar, og ovast í árganginum hjá Pál (1990). Áhugavert er væl eisini, at vinnaratíðin á Oyggjaleikum 2005 var 16.01.39, og at oyggjaleikametið er 15.52.13. Alt annað líka, so burdi Pál jú bara blivið betri til í summar.

Og forrestin. Um FINA-roknarin hjá mær roknar rætt, so gevur hendan tíðin 759 stig, sum sambært hesum lista á ssf.fo er besta úrslit hjá monnum yvirhøvur, og triðbesta hjá føroyingum (tey bæði bestu úrslitini eigur Elspa Mørkøre, fyri 200 rygg og 50 rygg). FINA-stigini eru roynd at gera tað gjørligt at sammeta úrslit tvørtur um greinir og teinar, við at geva okkum ein fløktan frymil til at rokna út stig í mun til heimselituna (1000 stig verða ásett 4. hvørt ár av FINA sum meðaltíðin av 10 teimum bestu úrslitunum yvirhøvur, sí annars fina.org).”

Gloymið ikki at atkvøða fyri Pál og Elspu

Kringvarpið hevur sum kunnugt nominerað bæði Pál Joensen og Elspu Mørkøre til at verða ársins føroyska ítróttarnavn ár 2007. Tey nomineraðu fimm, harav Pál fekk 15 stig (sum eisini var max møgulig stig), Katrin Olsen fekk 11 stig, Elspa Mørkøre fekk 7, Rógvi Jacobsen (fótbóltspælari) 6, og U21 fótbóltslandsliði hjá dreingjum 3 stig. Tit kunnu hoyra ítróttarpanelið og atkvøða her á uf.fo.

Tit sleppa at geva trimum av teimum nomineraðu stig, soleiðis at ein fær 3 stig, ein fær 2 og ein fær 1. Og har burdi tí verið ríkiligt av stigum til at geva bæði Elspu og Pál tann heiður tey hava uppiborið.

Heimsmet til Svøríki í 4×50 frí (!)

OK, teir høvdu tveir við í 50 metra finaluni, so tað var kanska ikki heilt av leið at klára seg væl í stafettini eisini. Men altso, gull og heimsmet  til Svøríki í allarseinastu kappingini á EM í Debrecen, við tíðini 1:24.19. Tvey evropeisk met vórðu eisini sett í dag, tá ið ungi ungarski Dani Gyurta vann 200 bringu í tíðini 2:05.49, og russiska Yuliya Efimova vann 100 bringu í tíðini 1:04.95.

Continue reading Heimsmet til Svøríki í 4×50 frí (!)