Kroatiska Sanja Jovanovic setti beint nú heimsmet í 50 rygg á stuttbana, við at svimja teinin í Debrecen á 26.50 sekund. Hví halda føroyingar áfram at tvæssa við fótbólti, tá ið heimsmet verða sett hvønn dag á EM í svimjing, og øll orsøk er hjá føroyingum at vera stoltir bæði sum tjóð og norðurland?
Tveir sviar og ein dani vóru í finaluni í 100 frí hjá monnum, har tann eini sviin vann silvur. Ein dani í finaluni í 1500 frí. Ein finsk vann 100 blandað hjá kvinnum. Tveir norðmenn í finaluni í 50 bringu hjá monnum, har tann eini vann bronsu silvur. Og beint nú eru bæði Danmark og Noregi og Svøríki í finaluni í 4 x 50 blandað hjá kvinnum. Svøríki vann silvur.
Í hesum selskapi luttaka føroyingar og gera seg ikki fyri skommum. Føroysk met hvønn dag, og úrslit sum fáa stóru svimjitjóðirnar at undrast. Ein føroyingur er ovast á evroparanglistanum fyri juniorar, hóast evropeiska svimjingin sum heild er á so høgum støði, at heimsmet sum nevnt verða sett hvønn dag á innanhýsis meistarastevnuni.
Men nei nei, føroysku ítróttarjournalistarnir taka gott nokk undir við okkara ‘hype’ í løtuni, og nominera einmælt Pál Joensen sum størsta føroyska ítróttarnavn ár 2007, umframt Elspu sum nummar trý. Føroyska svimjingin hevur haft fast pláss millum nomineringarnar seinastu 4-5 árini. Og tó so halda teir áfram við at kalla fótbóltin fyri ‘nummar 1, 2 og 3 í føroyskum ítrótti’, tí at eitt ella annað.
Í løtuni er EM í svimjing sum sagt í Ungarn. Teir kundu sikkurt fingið sendirættindi úr Ungarn fyri lítið og lætt, men SVF velur heldur at senda bara frá finalunum á EM í hondbólti. Hóast opinbart bara Noregi hevur kvalifiserað seg sum norðurlendskt land. Og spara so óivað saman til at kunna senda frá EM ella VM ella hvat tað nú er í fótbólti, har alt norðurlendskt uttan Svøríki er útsligið.
Misskiljið meg ikki: Mær dámar væl at hyggja at bæði hondbólti og fótbólti. Og at øllum møguligum øðrum ítrótti eisini. Tað tíð eg hevði Eurosport var tað mest sannlíkt sjónvarpskanalin sum eg hugdi mest at, eisini tá talan var um curling ella skiskjóting.
Men mær dámar ikki bara at hyggja at hondbólti og fótbólti (og flogbólti, tá ið tey ikki finna okkurt um hondbólt ella fótbólt). Mær dámar ikki ítróttarsendingar sum leggja út við at kalla seg “3-2”, tí at ítróttarjournalistarnir hava valt fyri meg, at eg bara havi áhuga fyri bólt-ítrótti. Mær dámar serstakiliga væl at hyggja at fimleiki, og tey – fimleikafólkini – vilja sikkurt nærmast gjalda sjónvarpinum pengar fyri at senda frá sínum kappingum 😉
Kringvarpið misti eina løtu rættindini at senda frá føroyskum ítrótti, her í vikuni, av tí at tey ikki vilja kalla hondbólts- og fótbóltsligairnar fyri tey sponsoreraði nøvn sum tey hava selt seg til. Hey Sjónvarp og Útvarp – í svimjingini hava vit eingi sovorðin nøvn! Altjóða svimjisambandið FINA hevur beinleiðis reglur sum siga, at eitt sponsornavn á eini drakt ikki má fylla meira enn eitt meðal postkort. So higani kunnu tit senda við góðari samvitsku, uttan at risikera at selja tykkara journalistisku sál. Og so er tað hartil bæði gott og føroyskt !
Orsaka tit – nú fór eg for langt. Uppdagaði ov seint at eg vildi skriva ein subjektivan bloggupost, heldur enn eina objektiva frásøgn frá EM. Jovanovic setti heimsmet í 50 rygg á EM. Gloymið alt hitt sum eg havi skrivað 🙂