Innbjóðing til Ægir Bólkastevnu 14. september 2019

Her er innbjóðing til Bólkastevnu í Klaksvíkar Svimjihøll hin 14. september 2019, sum Ægir skipar fyri. Hetta er stevna fyri aldursbólkarnar 1 til 4, har tey elstu eru gentur sum fylla 12 ella 13 ár í hesum kalendaraári, og dreingir teir sum fylla 13 ella 14.

Live Timing: http://livetiming.se/index.php?cid=4737
Tilmeldingarfílur: http://livetiming.se/file_archive.php?cid=4737

Kravtíðir til NM, NJM og EMS 2019

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Norðurlendsku Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna í Tórshavn hin 29. november til 1. desember 2019, og til EvropaMeistarastevnuna á stuttgeil í Glasgow hin 4. til 8. desember 2019. Kravtíðirnar síggjast eisini her á heimasíðu SSF.

Glasgow. Image courtesy of Ian Dick, CC-BY-2.0

Fyrstu fráboðanir eru longu komnar, um kláraðar kravtíðir. Sí http://www.ssf.fo/ambod/frabodan-um-kravtid/yvirlit/

Innbjóðing til HS-stevnu í Havn hin 7. og 8. september 2019

Frá Havnar Svimjifelag:

Av tí at løgtingsval er útskrivað at vera tann 31. august, sama leygardag, sum fyrsta stevna í sesongini eftir ætlan skuldi byrja í Havn, er avgjørt, við undirtøku frá øllum feløgum og í samráð við starvsnevndina í SSF, at útseta ta fyrstu stevnuna til vikuskiftið 7.-8. sep.

Sí viðfestu innbjóðing:

Cecilia skjótast á Sjómannadegnum

Ægir skipaði í dag fyri svimjing um vánna í Klaksvík, sum partur av Sjómannadegnum 2019. Skjótast av øllum var Cecilia Eysturdal, sum vit kenna frá kappsvimjing í svimjihyli og eisini uttanlanda havsvimjing, har hon til dømis hevur vunnið heiðursmerki á Norðurlendsku Meistarastevnuni.

Continue reading Cecilia skjótast á Sjómannadegnum

Danska NTC umskipað til samstarv við A6 og Herlev Svømning

Danska svimjisambandið fráboðaði nú fyrrapartin at tey hava gjørt samstarvsavtalu við svimjifeløgini A6 og Herlev Svømning, um virksemið hjá ‘det Nationale Træningscenter’ (NTC) fram til Olympisku Leikir 2020 í Tokyo.

Continue reading Danska NTC umskipað til samstarv við A6 og Herlev Svømning

Signhild 2:19.20 í 200 rygg á World Cup í Tokyo

Signhild Joensen royndi seg í nátt í 200 metra ryggsvimjing á World Cup 2019 stevnuni í Tokyo, og svam har teinin uppá 2:19.20. Hon eigur føroyska metið á 2:14.01 frá Danish Open í 2017, og er besta tíð hjá henni í ár 2:16.42 frá Bergen Swim Festival 2019. Sí úrslitalistan her.

Signhild 1:04.14 í 100 rygg á World Cup í Tokyo

Signhild Joensen royndi seg í aftur í nátt á World Cup stevnuni í Tokyo, og svam seg har til 1:04.14 í 100 metra ryggsvimjing. Tað er umleið sama tíð sum hennara 1:04.04 á HM í Gwangju, har besta tíð hjá henni annars er føroyska metið á 1:03.01 frá Bergen Swim Festival í 2018 og 2019. Sí úrslitalistan her.

Stoyping av druknaðari kvinnu gjørdist ‘mest mussaða andlit í søguni’

Ein óhugnalig men tó áhugaverd søga: Andlitið á lívbjargingardukkum er ofta stoyping av tí hjá eini ókendaðari ungari kvinnu sum druknaði í París í 1880-unum. Hon var so vøkur at patologurin valdi at gera eina stoyping av andlitinum, sum varð víðakend og avritað ótalligar ferðir, eisini tá fyrstu framleiðarar av lívbjargingardukkum skuldu brúka eina til “Resusci Anne” (sum vit í SSF kenna sum Mini Anne). Og tí handan morbida viðmerking sum eg ikki sjálvur havi funnið uppá, at hendan “L’Inconnue de la Seine” eigur ‘mest mussaða andlit í søguni‘.

https://youtu.be/cM52J_cM2AU