Áhugaverdar flytingar í føroyskari svimjing

OK, til tann sum ikki veit av tí, so er nokk so nógv áhugavert komið undan kavi, seinasta mánaðin. SVF hevur í báðum ítróttarsendingum hesa vikuna borið smátíðindi um svimjarar sum hava skift felag, Dimma hevur skrivað okkurt, og tað er eisini hent ymiskt áhugavert hvat venjarum viðvíkur.

3-2 fortaldi mánadagin at Elspa Mørkøre sambært Dimmalætting er flutt til Danmarkar at venja við West Swim Esbjerg, sum er eitt av teimum allarbestu svimjifeløgunum í Danmark. Og í gjár hóskvøld vistu tey at siga, at Kári á Høvdanum er fluttur til Klaksvíkar at venja við Ægir, nú eftir at samstarvið millum FS og Ægir er hildið uppat. Kári hevur annars kappast fyri FS í føroyskum høpi, seinastu árini.

VS og TS eru sum kunnugt sligin saman í Suðuroyar Svimjifelag, við Jón Bjarnasyni sum høvuðsvenjara. Søren Olsen er nú venjari hjá Reka, og í Havn sær tað út til at nýggi fyrstaliðsvenjarin eitur Eivind Eysturoy. Johan Martin Poulsen er høvuðsvenjari í Klaksvík, og á Toftum er undirritaði komin uppí aftur fyrstaliðsarbeiðið, at hjálpa Rúna Gaardbo.

Og har er sikkurt nógv annað áhugavert hent, sum eg annaðhvørt ikki havi fingið við, ella sum vit fyrst frætta alment um í Klaksvík í morgin, tá ið fyrsta stevna í svimjiárinum 2007/2008 byrjar. Eg veit um minst éin av teimum ‘stóru’ svimjarunum sum ikki er byrjaður enn, og hin vegin hevur kanska onkur annar fingið blóð uppá tonnina, nú SSF lokkar við uttanlanda stevnum og NJM á heimabana.

Nú fer freistin at melda til Aqua Clinic

Í morgin 10. september er seinastu kjansur at melda rættstundis til Aqua Clinic 2007, sum í ár verður í Idrættens Hus í Brøndby, 21. – 23. september. Sum er eru tríggir føroyingar tilmeldaðir, men har er ríkiligt pláss til aðrar eisini, innan elituvenjing, svimjiskúla og fyrisiting av svimjifeløgum.

Gev gætur at man faktiskt fær rættiliga nógv skeið fyri luttøkugjaldið, í mun til onnur ár. Tað kostar nevniliga 2600 kr at luttaka uttan mat og innivist, í mun 3100 íroknað innivist á dupultkamari, sum altso merkir at matur og innivist í tveir dagar kostar bara 500 kr. Hartil kemur sjálvsagt flogferðin úr og til Føroya, sum tíverri ger luttøku úr Føroyum eyka kostnaðarmikla.

Skráin hjá elituvenjarum er sum fyrr nevnt ógvuliga áhugaverd í ár, men har er eisini nógv áhugavert til leiðarar og venjarar. Eg kundi til dømis sjálvur væl hugsað mær at hoyrt Stig Eiberg um aftur, tá ið hann fer at siga frá áhugaverda innlæringarháttinum ‘motorisk innlæring’. Vit høvdu hann sum lærara á trenaraskúlanum eina tíð, og tað var avgjørt ein av teimum betru løtunum.

Innbjóðing til Ægir stevnu 2007

Viðfest her er innbjóðing til Ægir stevnu tann 15. – 17. september 2007, fyri svimjarar í bólki 3 og eldri. Byrjað verður við upphiting leygarmorgunin kl 8, og kappast verður so leygarmorgun, leygardag og aftur sunnudag seinnapart. Innbjóðingin skal vera inni í seinasta lagi hósdagin 13. september, og annars eru vanligu reglur fyri svimjistevnur galdandi.

Bill Sweetenham givin í Bretlandi

SwimNews og SwimmingWorld skriva her, her og her at avstralski svimjivenjarin Bill Sweetenham í dag er givin sum “National Performance Director for British Swimming”. Ætlanin var annars at hann fyrst skuldi gevast eftir OL í Beijing 2008, men har hevur eftir øllum at døma verið so mikið nógv rok av millum øðrum kanningunum um at hann skuldi vera ein ‘bully’ (ein happari), at tey hava valt at slíta longu nú.

Avstralia heimsmet í 4×100 frí hjá kvinnum

Tær fýra Libby Lenton, Melanie Schlanger, Shayne Reese and Alice Mills soraðu í dag heimsmetið í 4×100 frí á stuttbana, tá ið tær á avstralsku meistarastevnuni svumu teinin á 3:31:66, heili 1.66 sekund skjótari enn gamla metið hjá Niðurlondum. Øgiligt at síggja at Libby Lenton svam klárt bestu splitt-tíð av teimum fýra, bara 0.21 sekund frá sínum heimsmeti, hóast hinar tríggjar jú hava fyrimun av ‘flúgvandi starti’.

Splitt-tíðirnar hjá teimum fýra vóru 51.91 (Libby Lenton), 53.23 (Melanie Schlanger), 53.27 (Shayne Reese ) og 53.25 (Alice Mills). Til samanberingar svumu hálendarar 53.52 (Inge Dekker), 53.63 (Hinkelien Schreuder), 54.00 (Chantal Groot) og 52.17 (Marleen Veldhuis), tá ið tær í 2006 settu tað nú fyrrverandi heimsmetið á heimsmeistarastevnuni í stuttum hyli.

Lesið meira her á SwimmingWorld.

NJM 2007 fingið heimasíðu

Sum kunnugt skipar Svimjisamband Føroya fyri Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna í svimjing í ár, at verða í Tórshavn frá 1. til 2. desember 2007. Fyrireikingarbólkurin hevur í tí sambandi gjørt eina serliga heimasíðu til stevnuna, kallað njm2007.com, sum skal kunna um karmar, skrá, úrslit og so framvegis.

Í løtuni er ikki so nógv annað at síggja á hasari síðuni, enn ein posturi við innbjóðingini, ein frágreiðing um karmarnar, ein skrá yvir kappingarnar og so leinki til viðkomandi svimjisambond. Men har verður óivað meira, so hvørt sum stevnan nærkast. Tað er undirritaði sum hevur ábyrgd av heimasíðuni, og eg ætli so í øllum førum at gera mítt til at alt viðkomandi verður at finna har, á enskum og føroyskum.

Annars er tað at siga um fyrireikingarnar til nú, at vit hava fingið rímiligt skil á sjálvar karmarnar um stevnuna. Stevnan verður í Svimjihøllini í Gundadali, teir útlendsku svimjararnari fara at búgva og eta morgunmat á Kerjalon (t.e. vallarheimið við Hotel Føroyar), og eta so døgverða og náttverða á Hvonn niðri í býnum. SSF skipar fyri regluligum flutningi millum hotel og høll og Hvonn.

Men nógv er eftir, so sum at skaffa hjálparfólk og greiðir til at gera seta stevnuna til nakað heilt serligt. NJM hevur ofta hug til at vera ‘bara ein vanlig stevna’, tá ið hon verður fyriskipað av grannalondum okkara; men tað er væl eingin orsøk til at vit ikki kunnu royna at vísa okkum frá okkara allarbestu síðu, tá ið tað kemur til fyriskipan av svimjistevnu.

Vónandi hugsar tú eisini um hetta, um fyrireikingarbólkurin ein dag skuldi ringt til tín við einum fyrispurningi um hjálp. Tí hvør veit – kanska verður tað akkurát tín hjálp sum ger at vit kunnu fáa eina slíka stóra stevnu til Føroyar aftur 😉

Nýtt heimsmet í 4×200 frí

Teir fýra Kirk Palmer, Grant Hackett, Grant Brits og Kenrick Monk hava á avstralsku stutthyljameistarastevnuni í dag betrað um heimsmetið í 4×200 frí, við at svimja teinin á tilsamans 6:52.66. Hetta er næstan fýra sekund skjótari enn gamla metið á 6:56.41, sum William Kirby, Ian Thorpe, Michael Klim og Grant Hackett settu fyri Avstraliu í 2001. Grant Hackett var eisini líka við at betra um sítt heimsmet í 400 frí, fyrr um kvøldið.

Lesið tíðindi her á SwimmingWorldMagazine. Splitt-tíðirnar í stafettini vóru 1:43.12 (Kirk Palmer), 1:42.75 (Grant Hackett), 1:44.01 (Grant Brits) og 1:42.78 (Kenrick Monk). Grant Hackett var sum nevnt eisini heilt nær (0.78 sekund) frá at betra um sítt heimsmet í 400 frí, tá ið hann svam teinin á næstskjótastu tíð nakrantíð, 3:35.36, har heimsmetið hjá honum er 3:34.58.

Hackett er við aftur

Avstralski Grant Hackett hevur í morgun svomið 800 frí á næstskjótastu tíð nakrantíð í søguni, 7:27.81 (í 25 metra hyli), har heimsmetið er 7:25.28. Hetta var á avstralsku stutthyljameistarastevnuni í Melbourne, sum júst er byrjað. Hackett var faktiskt skuffaður av ikki at seta heimsmet, og heldur at tað nokk var teir innleiðandi í 200 frí fyrr í morgun sum tóku broddin av honum. Lesið á SwimNews ella Swimming Australia.