Johan Martin Poulsen nýggjur høvuðsvenjari hjá Ægir

Kunningarskriv frá svimjifelagnum Ægir:
 
Svimjifelagið ÆGIR hevur sett nýggjan høvuðsvenjara til kappingarárið 2007/2008

Nýggjur høvuðsvenjari verður Johan Martin Poulsen úr Saltangará og byrjar hann sum venjari 1. august 2007

Johan Martin er 27 ára gamal, hann hevur drúgvar royndir sum venjari hjá fleiri svimjifeløgum kring landið og hann hevur tikið fleiri venjaraskeið hjá Dansk Svømmeunion.

Johan Martin skal venja 1. & 2. lið og annars vera við til at samskipa venjingina fyri allar kappsvimjarar hjá ÆGIR

Við svimjikvøðu

ÆGIR

Síðsta freist at søkja venjarastarv í Ægir er í dag

Síðsta freist at søkja høvuðsvenjarastarvið hjá Ægir er í dag 12. juni.

Ægir fer skjótast gjørligt at almannakunngera nýggja høvuðsvenjaran sum kemur at taka sær av 1. & 2. liði og annars kemur at samskipa venjingina hjá felagnum.

Nýggi venjarin byrjar í starvinum 1. august 2007

Onkur umsókn er komin til venjarastarvið og síðsta freist at søkja er í kvøld aðrenn miðnátt.

Heilsan:

Nevndin í svimjifelagnum Ægir

Joan og Karina danskir meistarar í tri fyri lið

Sum tit kunnu lesa her, so gjørdust føroysku Joan Bláfoss og Karina Ottesen í dag danskir meistarar í sprint-triathlon fyri lið (750 metrar svimjing, 20 km súkkling og 10km renning), saman við donsku Ann Banke og Maja Nielsen. Eftir øllum at døma hevur Karina offrað seg í svimjing og súkkling, tí hon kom heilar 11 minuttir eftir hinar tríggjar á mál, eftir at hava fylgst við teimum fram til renningina.

Continue reading Joan og Karina danskir meistarar í tri fyri lið

Joan Bláfoss silvur í DM í sprint-triathlon

Sum tit kunnu lesa her á heimasíðuni hjá danska triathlon-sambandinum, so vann føroyska Joan Bláfoss í dag silvur í donsku meistarastevnuni í sprint-triathlon, sum er 750 metrar svimjing, 20 km súkkling og 5 km renning. Hon súkklaði so gott sum líka skjótt sum vinnarin Helle Frederiksen, og rann tað sum hon hevði mist í súkkling innaftur, men hevði tíverri longu mist um 3 minuttir í svimjingini, í mun til Helle. Hetta eru eru góð tíðindi fyri okkum føroyingar, tí Joan skal sum kunnugt luttaka fyri okkum á oyggjaleikum í summar.

Karina Ottosen, sum eisini skal til Rhodos, gjørdist kanska eitt sindur skuffandi nummar 6, eftir at hava verið seedað sum nummar 4 (Joan varð seedað sum nummar 3). Tær báðar vóru rættiliga javnar í Haderslev seinasta vikuskifti (Joan hevði tíðina 2:12:09 og Karina 2:12.54), so um vit brúka tíðirnar hjá Joan sum referensu, sær tað út til at tað serliga er í súkklingini og kanska renningini at tað er kiksað hjá Karinu. Hon varð nevniliga yvir 1 minutti skjótari enn Joan í svimjing, men misti so umleið 3 minuttir í bæði súkkling og renning, har tær burdu verið umleið líka skjótar í súkkling (tí í renning er Joan altíð væl skjótari enn Karina).

Í morgin skulu tær aftur í eldin, at gera sama tein sum lið. Tað vil siga at tær báðar og tvær aðrar úr triathlonfelagum KTK86 skulu royna at gjøgnumføra sama teinar saman, so skjótt sum gjørligt, uttan at tað er meira enn 10 sek á muni millum nummar 1 og 3, tá ið tær koma á mál. Eftir øllum at døma eru teirra lið favorittur til kappingina í morgin, so hvør veit, men eftir einstaklingaúrslitunum at síggja fara tær at fáa hara kapping frá TRI4 og Odense Triathlon Klub.

Her eru splitt-tíðirnar hjá teimum 6 fremstu kvinnunum

  Felag Svimjing Skift Súkkling Skift Renning Tilsamans
Helle Frederiksen TRI4 0:10:40 0:41 0:38:02 0:31 0:19:55 1:09:47
Joan Bláfoss KTK86 0:13:18 0:41 0:38:26 0:46 0:19:20 1:12:29
Anne Vagner TRI4 0:12:13 0:42 0:41:26 0:40 0:20:47 1:15:46
Anne Jacobsen OTK 0:13:02 0:49 0:40:30 0:39 0:22:31 1:17:30
Michelle Vesterby OTK 0:11:35 0:44 0:41:02 0:34 0:23:53 1:17:45
Karina Ottesen KTK86 0:12:12 0:40 0:41:47 0:43 0:22:39 1:17:59

Sí annars úrslitalistan frá DM í sprint.

Startlistarnir klárir til DÅM 2007

Startlistarnir til Danske ÅrgangsMesterskaber kunnu nú finnast her á heimasíðuni hjá danska svimjisambandinum, og eru annars viðfestir hesi frásøgn. Astrid Foldarskarð úr FLOT luttekur fyri Føroyar í ‘gruppe 1’, sum í ár kappast í Odense, meðan Poula Mohr úr FS, Birita Debes úr FLOT, og Jonna Bjartalíð Thomsen, Turið S. Christiansen, Óluva Jacobsen og Eva Trygvadóttir úr Reka kappast í gruppe 2 í Ringe.

Vánirnar eru so sum so, men tað sær tó út til at Poula Mohr og Birita Debes kunnu koma í finalur, og tær yngru úr Reka kanska enntá náa heiðursmerki. Tað vil siga um eg skilji tað rætt, at hvør einstakur árgangur fær síni heiðursmerki, hóast tey kappast saman, og føroyingarnir yvirhøvur fáa heiðursmerki á donsku stevnuni.

Kappast verður vikuskiftið 15. – 17. juni, og kunnu úrslit tá mest sannlíkt síggjast á fyrst heimasíðunum hjá Ringe Svømmeklub og STO95 í Odense, áðrenn tey verða løgd á heimasíðuna hjá danska svimjisambandinum.