Føroyskir triathletar góð úrslit í Haderslev

Farna sunnudag luttóku føroyskir triathletar á ársins fyrstu donsku ‘opið vatn’ triathlonstevnu, sum fyrireiking til Oyggjaleikir í summar. Serliga kvinnurnar kláraðu seg væl, við at gerast nummar 1, 2, 3 og 4 á OL-teininum, har serliga tíðirnar hjá nr 1 og 2 geva góðar vánir til heiðursmerki á Rhodos. Men eisini mennirnir fingu fínar tíðir, umframt gullheiðursmerki í veteran-bólkinum.

Á myndini niðanfyri síggjast tey sum luttóku á stevnuni: Sóley í Eyðansstovu, Karina Ottesen, Joan Bláfoss, Súsanna Skylv Sørensen, Andrass Joensen og Áslakur Nesá. Fleiri myndir kunnu síggjast her á Flickr, ella við at vitja heimasíðuna hjá Haderslev Tri 2000.

DSC_0204

Tíðirnar síggjast við splitt-tíðum her á Haderslev Tri 2007, og bólkaðar í aldursbólkum her. Eg kann til stuttleikar lista upp føroysku úrslitini her niðanfyri.

Navn 1500m svimjing + skift 40km súkkling Skift + 10km renning Tilsamans
Joan Bláfoss 00:24.42 01:10:09 00:37:18 02:12:09
Karina Ottesen 00:22:23 01:10:01 00:40:30 02:12:54
Súsanna Skylv Sørensen 00:24.01 01:14:59 00:42:43 02:21:43
Sóley í Eyðansstovu 00:31.18 01:15:18 00:52:47 02:39:23
Áslakur Nesá ? ? ? 02:14:06
Andrass Joensen 00:25.42 01:08:23 00:42:41 02:16.41

Tær fýra kvinnurnar gjørdust sum nevnt nummar 1, 2, 3 og 4, bæði í viðkomandi aldursbólki og av øllum. Tíverri var luttøkan rættiliga sløk hjá kvinnum, og plaseringarnar siga tí ikki so nógv um støðið hjá okkara kvinnum. Hartil er tað torført at samanbera tíðir millum triathlon, av tí at so stórur munur kann vera á teimum krøvum sum umstøðurnar seta (streymur, brekkur, veður osfr.) Men tað er væl áhugavert allíkavæl, at heiðursmerkjatíðirnar á Guernsey 2003 vóru ávíkavist 2:10:49, 2:16:41 og 2:20:44, og á Isle of Man 2001 ávíkavist 2:18:37, 2:25:38 og 2:27:27.

Teir báðir mennirnir gjørdust ávíkavist nummar 11 (Áslakur) og 14 (Andrass) í Haderslev, umframt at Andrass varð nummar 1 í sínum aldursbólki. Teir hava tó eina nógv meira ræðandi avbjóðing á Rhodos, við tað at vinnaratíðirnar hjá monnum vanliga liggja um ella niðanfyri 2 tímar (í Haderslev vann Michael de Bruijn við 1:56:16, á Guernsey Chris Volley við 1:57:36, og á Isle of Man Paul Clements við 2:00:25).

Ottar í Hjøllum fekk ikki luttikið í Haderslev vegna eksamiur runt vikuskiftið, og Gudmundur Joensen mátti eisini melda avboð vegna arbeiði. Men restin fekk so avgjørt ein góðan túr til Haderslev, har tey fingu roynt seg væl og virðiliga á teininum, umframt at vit høvdu nakrar hugnarligar løtur runt um sjálva kappingina.

Komandi vikuskiftið skulu í øllum førum Joan Bláfoss og Karina Ottesen luttaka í DM í sprint (t.e. 750m svimjing, 20km súkkling og 5km renning), bæði sum einstaklingar og lið. Tað vil siga at tær leygardag kappast sum einstaklingar, og so aftur sunnudag kappast sum eitt lið, har tríggjar skulu hjálpast at at koma so skjótt á mál sum gjørligt, uttan at munurin á málstrikuni millum nr 1 og 3 verður størri enn 10 sekund.

Manaudou skødd, men ikki (ordiliga) av svimjing

Franska svimjistjørnan hevur fótin í gips nú, eftir at hon breyt hann tá ið nýggju liðfelagar hennara í Rom syftu hana í hylin. Tað skuldi vist nokk vera fyri at feira at hon valdi teirra felag, men nú situr hon so bara á kantinum aftur. Hendan greinin í Ekstra Bladet hevur mynd av tá ið tey (well, “teir”) syfta hana.

UM leygardag

So er stevnan liðug har suðuri, og dagurin í dag varð nøkulunda sum kvøldið í gjár. Nøkur einstøk fóru eftir meti, meðan restin fyrst og fremst svam um heiðursmerki, uttan at hugsa so nógv um tíðina. Tey bæði Høgni og Malan settu aftur í dag bólkamet, og Malan enntá eitt føroyskt met. Og HS vann kappingina um at fáa flest heiðursmerki tilsamans.

Í bólki 4 tók Høgni Miné-Rasmussen eisini bólkametið frá Kristoffuri Hentze í 400 blandað, eftir at hava tikið tað í 200 blandað frá Kristoffuri í gjárkvøldið. Nýggja metið í 400 blandað er nú 4:53.72, har Kristoffur svam 5:01.30.

Í bólki 5 betraði Malan Vitalis Bærendsen um sítt egna bólkamet og føroyska met í 200 bringu, við at svimja teinin á 2:45.27, har hon á FM 2007 svam 2:45.52. Áhugavert annars at Elspa Mørkøre var beint í hølunum á henni her, við 2:45.98, í eini grein sum hon annars ikki plagar at svimja. Elspa var eisini minni enn eitt sekund frá Maluni í 100 bringu í gjár.

Heiðursmerkjabýtið var (so frætt sum eg havi talt, við at hyggja listan í gjøgnum éina ferð):

  Gull Silvur Bronsa
HS 25 7 7
TS 17 13 13
FS 9 11 6
FLOT 7 10 7
Ægir 4 0 0
VS 3 8 1

Men her skal sigast sum í gjár, at tað í fleiri kappingum hava verið ‘bílig’ heiðursmerki, serliga silvur- og bronsu-heiðursmerki, av tí at so fáir luttakarar vóru tilmeldaðir. Serliga í stafettunum var heilt galið, har lið í fleiri førum vunnu gull, av tí at eingin annar svam í móti teimum. Og úrslitalistin vísir sum heild ein stóran tíðarmun millum nr 1 og 2, og serliga nr 2 og 3, í flestu kappingum, hóast nr 1 sjáldan hevði tørv á at svimja upp til sítt besta.

Næsta kapping í svimjikalendaranum verður Dansk ÅrgangsMesterskab tann 15.-17. juni, har okkara bestu yngri svimjarar fara niður at kappast í móti teimum bestu úr Danmark. Og síðani, 2.-5. juli, Oyggjaleikir á Rhodos.

UM fríggjakvøld

Fyrstu kappingar vórðu svomnar í gjárkvøldið, og vóru úrslitini heldur skiftandi. Tvey flott bólkamet vórðu sett, men nógv av teimum bestu svumu rættiliga langt frá bestu tíðum, allarhelst tí at tey ‘bara skulu vinna’, og í staðin longu fokusera fult og heilt uppá Oyggjaleikir.

Tað sær út til at Høgni Miné-Rasmussen hevur sorlað metið hjá Kristoffur Hentze í 200 blandað, sum var 2:19.85, við at svimja teinin á 2:16.63. Malan V. Bærendsen hevur tikið metið frá Báru Joensen í 50 bringu, við at svimja teinin á 36.03 har Bára svam 36.16. Og Pál Joensen hevur sambært úrslitalistanum sundursorlað heimsmetið í 200 blandað, við at svimja teinin á 1:15.81 😉

Annars vóru tað 13 út av teimum 16 kappingunum í gjárkvøldið har allir luttakarar kundu hava vunnið heiðursmerki, um ikki onkur av teimum varð kolldømdur. Í tveimum vóru tað meira enn ein riðil, og í seinastu vóru tær 4 sum kappaðust um 3 heiðursmerki. So tað var kanska ikki løgið at svimjararnir ikki løgdu alt ov nógv fyri, um tey allíkavæl ikki ætlaðu sær at seta met.

Skrá fyri UM 2007

Skráin fyri UM 2007 er nú klár her á tsvim.com, ella við at taka niður viðfestu fílu. Sum heild sær skráin eitt sindur tunn út, við nógvum kappingum har bara ein ella tveir riðlar eru, sjálvt í 100 frí hjá monnum. Men hav í huga at bara tveir bólkar (t.e. fýra árgangir) luttaka, og at støði er høgt á teimum sum nú eru tilmeldaði (Jutta, Mona, Elspa, Kári, Pauli, Pál, Høgni, Malan, Guðrun, …)

UM og Nólsoyarsvimjing í vikuskiftinum

Tað hevur verið ógvuliga lítið at frætta um svimjing seinastu vikurnar, men nú brennur so á aftur. Árliga unglingameistarastevnan verður í Vági fríggjakvøld og leygardag, umframt at fólk leypa á bláman við húsini hjá radioamatørunum í Havn kl 12:00 leygardagin, at svimja til Nólsoyar.

Eg havi ikki sæð nakra innbjóðing til UM enn, men tit kunnu lesa um tiltakið til Nólsoyar her á hesari heimasíðu, umframt á www.triathlon.fo. Fólk kunnu melda til her á triathlon.fo, og annars síggja hvørji sum longu eru tilmeldaði her. Inntil víðari eru yvirhøvur triathletar, men vónandi leggjast fleiri afturat komandi dagarnar.

Minnist til at melda til DÅM

Eg veit ikki hvat og hvussu, men freistin at melda til Danske ÅrgangsMesterskaber er altso í dag, 21. mai. Talan er um tilmelding til danska svimjisambandið, so her nyttar nokk einki at umbera seg við ‘føroyskari præcisheit’ ella líknandi. Sí annars ssf.fo og gomul tíðindi her á heimasíðuni, umframt meistaraskapsyvirlit hjá dønum her á svoem.dk.

Eru fronsku dopingmyndugleikarnir bara eftir amerikumonnum?

SwimmingWorldMagazine leggur eftir WADA og fronsku rannsóknarstovuna LDNN í greinini her, har tey longu í innganginum kalla LDNN fyri korrupta, og WADA og LDNN fyri eina hóttan móti svimjing og ítrótti yvirhøvur.

LDNN var uppíblandað tá ið amerikanski súkklarin Lance Armstrong fyri nøkrum árum síðani varð lagdur undir at hava dopað seg, umframt nú tá ið Ian Thorpe eisini fekk ákærur frá fjølmiðlunum av. Í báðum førum lóku tíðindini á onkran hátt út frá rannsóknarstovuni, til fronsku avísina L’Equipe, áðrenn tað egentliga var nakað hald í málinum.

Nú eru tey so uppí kanningini av Floyd Landis, sum vann Tour de France í fjør, men sum hareftir varð knallaður fyri doping. SwimmingWorld leggur tí ikki fingrarnar ímillum, men ákærir beinleiðis fronsku myndugleikarnar fyri at vera eftir amerikumonnum:

With Americans winning the Tour de France seven out of the last seven years, and 10 out of the last 19 years, combined with the LNDD still smarting from the independent report, the French now had another American winner on its hands, this time named Floyd Landis in 2006. Perhaps that was too much to take for French national pride

Unfortunately, no American now should ever expect to get a fair hearing from the French anti-doping officials. They “KNOW” the Americans are guilty. The French sport media mentality has no room for comebacks, over coming cancer and superstar athletes. “They must be cheating. They’re too good.”

Ten years of Americans winning the Tour de France, (their Tour) was too much to tolerate combined with the U.S. going it alone into Iraq. It’s “all the same thing.”

Vit fáa at síggja hvat hald er í pástandunum hjá SwimmingWorld, nú sakarmálið móti Floyd Landis av álvara byrjar. Tey hava so í øllum førum tikið partí við amerikumanninum, hóast bæði A og B prøvin frá rannsóknarstovuni vístu misnýtslu av syntetiskum, mannligum kynshormonum.