Viktor angrar HM í Korea, fer aftur til Leifi og Aalborg

Tað hevur verið rættiliga nógv rok runt um danska svimjilandsliðið í seinastuni, við søgum serliga hjá DR um fyrr framdar almennar vigingar og harav fylgjandi happing av landsliðssvimjarum, og síðani nú uppsøgn av ella frá venjarunum á NTC.

Continue reading Viktor angrar HM í Korea, fer aftur til Leifi og Aalborg

Fimm føroyskir svimjarar til EYOF 2019 í Baku

Í morgin fara fimm ungir svimjarar við føroyska ferðaliðnum av landinum, við kós ímóti Baku í Aserbadjan, at kappast á European Youth Olympic Festival 2019. Hetta er stórt frambrot fyri føroyska svimjing, um enn Føroyar ikki enn eru fullgyldugur limur í olympiska felagsskapinum.

Continue reading Fimm føroyskir svimjarar til EYOF 2019 í Baku

1 gull og 4 silvur síðsta dag á Oyggjaleikum 2019

Føroysku svimjararnir góvu tað teir áttu, hetta fjórða og síðsta kvøldið á Oyggjaleikum 2019, og rakk tað tá til 1 trygt gullheiðursmerki umframt fýra silvur í sera harðari kapping um heiðursmerkini. Serliga Vár Erlingsgaard skaraði framúr, við at taka sítt sætta gullheiðursmerki á hesum leikum, og við at seta stórt føroyskt met í 100 frí.

Á heiðursmerkjatalvuni standa Føroyar til at hava ‘vunnið’ stevnuna, men loyvi eg mær at ivast, við tað at har vist nokk manglar síðsta gullheiðursmerkið hjá sera væl svimjandi Isle of Man.

1 gull og 4 silvur síðsta dag á Oyggjaleikum 2019

Føroysku svimjararnir góvu tað teir áttu, hetta fjórða og síðsta kvøldið á Oyggjaleikum 2019, og rakk tað tá til 1 trygt gullheiðursmerki umframt fýra silvur í sera harðari kapping um heiðursmerkini. Serliga Vár E. Eidesgaard skaraði framúr, við at taka sítt sætta gullheiðursmerki á hesum leikum, og við at seta stórt føroyskt met í 100 frí.

Á heiðursmerkjatalvuni standa Føroyar til at hava ‘vunnið’ stevnuna, men loyvi eg mær at ivast, við tað at har vist nokk manglar síðsta gullheiðursmerkið hjá sera væl svimjandi Isle of Man.

Óansæð fyrstapláss ella annaðpláss í hesari kapping, so er úrslitið hjá føroyska svimjilandsliðnum tó avgjørt góðkent, havandi í huga tær avbjóðingar sum hava verið uppundir og á stevnuni.

Tak til dømis at Eyðrið Mortensen breyt fótin í vár, at Signhild Joensen lá við sjúku her stutt uppundir stevnuna, at Róland Toftum regluliga hevur verið í Danmark til viðgerðar fyri sína sjúku, at Pál Joensen varð sjúkur sum tey komu til stevnuna, og at Elisabeth Erlendsdóttir keikti fótin á knortlutu gøtunum á Gibraltar.

Og so tað at vit øll vórðu ríkiliga snerkt og vindblást, her sunnast í Evropa.

Til lukku til tykkum og okkum runt føroyska svimjilandsliðið.

Rókur

Fýra gull eisini triðja dag á Oyggjaleikum 2019

Tey halda ein flottan stima, okkara føroysku svimjarar á Oyggjaleikum 2019 á Gibraltar, nú triði dagurin er farin afturum. Fýra gullmerki afturat í skjáttuna, so at tey nú hava vunnið tilsamans 12 gull, 2 silvur og 8 bronsur.

Vit føra nú rættiliga greitt í kappingini um heiðursmerki, nú ein dagur er eftir

Framúr annar dagur eisini á Oyggjaleikum 2019

Føroysku svimjararnir svumu framúr eisini annan dag á Oyggjaleikum 2019, og eru nú væl við í kappingini um at ‘vinna’ svimjistevnuna her á Gibraltar, tá ið tað um heiðursmerki umræður. Tilsamans vunnu tey í dag eini 4 gull, 1 silvur og 2 bronsur, umframt at Vár setti føroyskt met í 1500 frí og Róland Toftum í 50 bringu, og Vár, Alvi, Signhild og Róland oyggjaleikamet.

Frálíkur fyrsti dagur á Oyggjaleikum 2019

Tað gekk bara upp á stás hjá føroysku svimjarunum, hendan fyrsta dagin á Oyggjaleikum 2019 á Gibraltar. Tilsamans vunnu tey eini 4 gull, 1 silvur og 3 bronsur, og settu eini 2 føroysk met og 2 landsliðsmet, umframt at fleiri teirra settu persónlig met.