DIF og Team Danmark gera óhefta kanning av vantrivnaði millum úrvalssvimjarar

Danska ítróttasambandið og Team Danmark seta nú í verk eina óhefta kanning av teimum søgum sum serliga DR hevur borið í seinastuni, um vantrivnað og etingarólag hjá svimjarum á danska landsliðnum, tey árini tá ið Mark Regan og Paulus Wildeboer vóru landsliðsvenjarar.

“Vi ser med meget stor alvor på de sager, der har været fremme i pressen de seneste uger, og vi ønsker at få kulegravet sagen af hensyn til alle de involverede. Ingen skal blive syge – hverken fysisk eller mentalt – af at dyrke eliteidræt. Og derfor er det vigtigt, at vi kommer til bunds i den pågældende sag, så vi som minimum kan lære af fortiden” understreger Niels Nygaard, bestyrelsesformand i DIF.”

Continue reading DIF og Team Danmark gera óhefta kanning av vantrivnaði millum úrvalssvimjarar

Úrslit frá FM á langgeil 2019

Her eru úrslitini frá Føroyameistarastevnuni á langgeil 2019, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipaðu fyri í Páls Høll í Vági hin 26. til 29. apríl 2019. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, umframt her á swimrankings.net.

Continue reading Úrslit frá FM á langgeil 2019

Kristina og Ronja Ró eisini klárar til NMU / Baku

Kristina í Skála og Ronja Ró í Dímun kláraðu nú seinnapartin báðar kravtíð til NMU 2019, ið sum kunnugt mest sannlíkt endar við at tær báðar umframt Bartal E. Eidesgaard, Elisabeth Erlendsdóttir og Rebekka Trygvadóttir mest sannlíkt verða send í staðin til EYOF 2019 í Baku.

Kristina svam 2:30.61 í 200 rygg har kravtíðin til NMU er 2:30.72, og Ronja Ró svam 28.11 í 50 frí, har kravtíðin til NMU er 28.61.

Kristina og Ronja Ró svimja báðar fyri Havnar Svimjifelag – og var tað ikki fyri Rebekku úr Ægir, so hevði HS eftir øllum at døma átt einsamalt allan hópin sum hevur klárað kravtíð til NMU 2019.

Vár 2:27.37 og føroyskt met í 200 firvald

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti í dag stórt nýtt føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið finalan í hesi grein varð avgreidd á Føroyameistarastevnuni á langgeil í Páls Høll í Vági. Tíðin hjá Vár var 2:27.37, sum er gott sekund skjótari enn nú farna metið á 2:28.40, hjá Janu B. Thomsen úr Ægir frá SuSvim-stevnu í mars 2017. Vár svimur fyri Havnar Svimjifelag.

Ægir-kvinnur 4:33.08 og føroyskt met í 4×100 blandað

Besta kvinnustafettin hjá Ægir setti í gjár nýtt føroyskt met í 4 ferðir 100 metra blandaðari svimjing, tá ið tær á Føroyameistarastevnuni á langgeil 2019 svumu teinin uppá 4 minuttir, 33 sekund og 8 hundraðpartar. Hetta var 5 hundraðpartar skjótari enn gamla metið á 4:33.13, sum Ægir áttu frá FM á langgeil í 2017.

Ægir-kvinnur føroyskt met í 4×100 blandað á FM 2019

Tær fýra sum settu metið, vóru Signhild Joensen (2000, rygg), Rebekka Trygvadóttir (2004, bringa), Malan Jóhansdóttir (2004, firvald) og Barbara Debes (2000, frí). Sí úrslitalistan her.

Her eru donsku kravtíðirnar til OL 2020

Dansk Svømmeunion hevur í morgun kunngjørt kravtíðarskipanina til Olympisku Leikir í Tokyo 2020, ið sum kunnugt eisini er galdandi fyri teir føroyingar sum ætla sær til OL 2020. Sí svoem.org

https://youtu.be/m7XK6lphhow

Serliga nevnivert er at HM 2019 í Gwangju ikki er kravtíðarstevna til OL, og eiheldur EM í Budapest í mai 2020, men í staðin bara Danish Open 2020 og Swim Open Stockholm 2020 í mars/apríl 2020.

Continue reading Her eru donsku kravtíðirnar til OL 2020