Startlisti til FM á langgeil 2019

Her eru startlistarnir til FøroyaMeistarastevnuna á langgeil 2019, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági, nú fríggjadagin til sunnudagin hin 26. til 28. apríl 2019. Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se

Alvi í finalu á Swim Open Stockholm 2019

Alvi Hjelm megnaði í morgun at svimja seg víðari til B-finalu á Swim Open Stockholm 2019, við tíðini 4:31.96 í 400 metra blandaðari svimjing, har hansara besta tíð nakrantíð er hansara føroyska met á 4:30.17. Í B-finaluni svam hann seg síðani til eitt 4. pláss við tíðini 4:31.86.

Photo by N Stjerna
Continue reading Alvi í finalu á Swim Open Stockholm 2019

Alvi 4:34.64 og 5. pláss í 400 blandað á Danish Open 2019

Alvi Hjelm svam seg í kvøld til eitt fimtapláss afturat á Danish Open 2019, tá ið hann í finaluni í 400 blandað svam teinin uppá 4:34.64. Hetta er besta tíð hjá Alva í ár, har hin nú næstbesta er 4:36.91 frá stevnu í Sabadell hin 10. mars. Alvi eigur føroyska metið á 4:30.17, frá Danish Open í 2016. Sí úrslitalistan her.

Signhild so nær bronsu á Bergen Swim Festival 2019

Tað var líka við at Signhild Joensen tók bronsu á annars sera sterka Bergen Swim Festival 2019, nú tey finaluna í 200 metra rygg í kvøld. Gull og silvur fóru trygd til Katinku Hosszu og Jenny Mensing; meðan norska Ingeborg Vassbakk Løyning tók bronsuna við 2:16.10, frammanfyri Signhild á 2:16.42.

Continue reading Signhild so nær bronsu á Bergen Swim Festival 2019

Føroyingar í finalur eisini 3. dag á Bergen Swim Festival 2019

Tey eru nú komin til triðja og síðsta dag á Bergen Swim Festival 2019, har tey í morgun hava avgreitt innleiðandi riðlarnar. Signhild Joensen er víðari til A-finalu í 200 metra ryggsvimjing, og aðrir svimjarar eru eftir øllum at døma eisini víðari til B-finalur.

Continue reading Føroyingar í finalur eisini 3. dag á Bergen Swim Festival 2019