Úrslit frá Atlantic Open 2019

Her eru úrslitini frá Atlantic Open 2019, sum var í Svimjihøllini í Gundadali, fríggjadagin til sunnudagin hin 29. til 31. mars 2019. Sí eisini livetiming.se og swimrankings.net

Tilsamans vóru tey eini 102 einstaklingar og 54 lið úr okkara 6 feløgum sum kappaðust 625 ferðir í 40 kappingum, hesar dagarnar í Havn.

Continue reading Úrslit frá Atlantic Open 2019

Blámusoppur í Bellahøj ávirkar Danish Open og NTC

Hendan søgan byrjaði hin 20. mars, tá ið danska svimjisambandið kunngjørdi at tey høvdu valt at flyta Danish Open 2019 úr Bellahøj Svømmestadion, av tí at blámusoppur er staðfestur í gólvinum har.

Dagin eftir varð fráboðað at Danish Open 2019 verður í Taastrup Svømmehal, sum ikki hevur somu pláss til áskoðarar sum Bellahøj, og har tey tí velja at stroyma, heldur enn at bjóða inn.

Hin 28. mars visti minby.dk at siga, at Bellahøj Svømmestadion steingir í september, væntandi í 9 mánaðir, og at Københavns Kommune hevur sett av knappar 40 milliónir krónur til umvælingar.

Continue reading Blámusoppur í Bellahøj ávirkar Danish Open og NTC

SuSvim-dreingir tvær ferðir føroyskt juniormet í 4×50 blandað

SuSvim-dreingir settu í dag tvær ferðir føroyskt met í 4×50 metra blandaðari svimjing, tá ið teir á Atlantic Open 2019 svumu teinin uppá tilsamans fyrst 1:54.13 í innleiðandi riðli, og síðani 1:52.64 í finaluni. Í innleiðandi vóru teir Rúni Bech, Rani Jacobsen, Rói Bech og Bartal Debess, og í finaluni vóru teir Hugin Næs Lave, Rani Jacobsen, Rói Bech og Bartal Debess.

Nálir handaðar á Atlantic Open 2019

Tey svimja skjótt á Atlantic Open 2019 – bæði tey sum royna eftir úttøku til Oyggjaleikir, og tey sum royna eftir til dømis kravinum hjá okkum til luttakarar á føroyameistarastevnum, at hava klárað bronsunál.

Sí yvirlitið her á ssf.fo, tey eru nú eini fimm sum hava svomið seg til bronsunál á hesi stevnu, umframt ein til talentnál.

Dan Hjelm eigur myndirnar.

Trý afturat undir kravtíðir til Oyggjaleikir 2019

Hetta fyrsta “Atlantic Open” má sigast at vera rættiliga væleydnað, nú vit longu fyrsta kvøldið fingu trý afturat undir kravtíðir til Oyggjaleikir 2019 á Gibraltar, umframt at fleiri onnur staðfestu sína styrki sum oyggjaleikakandidatar, og onnur vóru líka við.

Fyrst svam Rebekka Trygvadóttir úr Ægir seg undir kravtíðina í 400 blandað, við at svimja 5:03.07 har kravið er 5:05.27.

Seinni svam Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag seg undir kravtíðina í 50 rygg, við tíðini 29.89 har kravið er 29.95.

Og at enda svam Johan Nónskarð Dam úr Havnar Svimjifelag seg undir kravtíðina í 1500 frí, við at svimja 15:48.40 har kravið er 15:57.77.

‘The usual suspects’ gjørdu eisini vart við seg, Signhild Joensen úr Ægir við 29.18 í 50 rygg og 1:01.84 í 100 rygg, og Vár Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag við 16:53.02 og føroyskum meti í 1500 frí, báðar í greinum sum tær longu eru kvalifiseraðar í, meðan Rókur Trygvason úr Ægir legði 100 bringu afturat hjá sær, við tíðini 1:03.99 har oyggjaleikakravið er 1:04.95.

Og tey vóru onnur sum vóru nær við.

Einans 400 blandað og 1500 frí vórðu endaliga avgreiddar kappingar í kvøld, og skjótastu svimjarar fáa tí kjans aftur í annaðkvøld ella sunnukvøldið, at royna eftir kravtíðum í greinunum 50 rygg, 100 bringu og 100 rygg.

Tey eru nú 11 sum hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir 2019 – 6 kvinnur og 5 menn – ið sum kunnugt eru meðaltíð av bronsutíðum frá trimum teimum seinastu Oyggjaleikum.

Vit hava sostatt týðiligvís heiðursmerkjakandidatar til eisini Oyggjaleikir á Gibraltar, og vit fáa vónandi onkran afturat á liðið áðrenn vikuskiftið er av.

Imponerandi !