SSF og LEN á fund við ES um svimjiførleika

Í morgin ári fer undirritaði sum umboð fyri Svimjisamband Føroya til Bruxelles í Belgia, at fundast við evropeiska svimjisambandið LEN og ES og sikkurt onnur við, um hvussu betri svimjiførleiki kann minka um títtleikan av druknivanlukkum í Evropa.

Continue reading SSF og LEN á fund við ES um svimjiførleika

Heimsins bestu svimjari og venjari til Vágs í apríl

Nú eru praktisku ætlanirnar komnar so mikið nógv ávegis, at vit byrja at kunna tora at lova tað: Hin 8. til 11. apríl 2019 fær føroysk svimjing vitjan av heimsins besta svimjara, og av venjara hennara sum á HM í Kina varð eisini kosin hin besti í heiminum.

Continue reading Heimsins bestu svimjari og venjari til Vágs í apríl

Signa Vár silvur og bronsu á Special Olympics 2019

Signa Vár Dávadóttir vann sær í nú vikuskiftinum bæði altjóða silvurheiðursmerki og bronsuheiðursmerki á Special Olympics World Games 2019 í Abu Dhabi / Dubai, fyrst við at vinna silvur í 200 blandað við tíðini 2:53.40, síðani silvur í eisini 100 firvald við tíðini 1:21.60, og síðani bronsu í 200 frí við 2:32.68. Signa Vár venur til dagliga í Havnar Svimjifelag, og kappaðist her fyri Parasport Føroyar.

Vangamyndin hjá Signu Vár sæst her á abudhabi2019.org, tað er imponerandi at síggja heiðursmerki út fyri hvørja einastu grein sum hon luttók í ! 🙂

Óli og Alvi til Edinburgh International 2019

Teir báðir Óli Mortensen og Alvi Hjelm kappast í hesum døgum á Edinburgh International Swim Meet 2019, við rættiliga góðum úrslitum. Óli varð í gjár nr 4 í 1500 frí, og Alvi hevur í morgun svomið seg víðari til finalu í 400 blandað.

Óli og Alvi á Edinburgh International Swim Meet 2019. Alvi Hjelm eigur myndina.

Úrslitalistarnir síggjast her

Continue reading Óli og Alvi til Edinburgh International 2019

Landsliðslega í Vági

Hetta vikuskiftið er úttikna landsliðið til Bergen Swim Festival 2019 á venjingarlegu í Vági, at fyrireika seg til hesa stevnu sum verður um knappar tríggjar vikur.

Landsliðslega í Vági. Juan Jaime Arroyo Toledo eigur myndina.

Á venjingarleguni eru:

  • úr HS: Bartal E. Eidesgaard, Eyðrið Mortensen, Johan N. Dam, Kristina í Skála og Vár E. Eidesgaard, umframt venjari Panagiotis Christou
  • úr SuSvim: Rói Bech, Róland Toftum og Sára R. Nysted, umframt venjari Pedro Nunos Prazeres
  • úr Ægir: Barbara Debes, Rebekka Trygvadóttir, Rókur Trygvason, Signhild Joensen og Sólvá A. Sigurðsson, umframt venjari Juan Jaime Arroyo Toledo

Róland Toftum hevur meldað avboð til kappingina í Bergen, men luttekur tó á hesi venjingarlegu, meðan Birita Debes er ikki á legu vegna sín lestur í Danmark, men ætlar sær til Bergens at kappast.

Venjingarlegan nú er ‘short and sweet’, til í annaðkvøld, men síðani skulu tey til Bergens longu mikumorgunin hin 3. apríl sum BSF byrjar fríggjadag, og síðani aftaná ein túr til Vágs aftur til eitt tiltak sum tit frætta meira um vónandi heilt skjótt.

Vegna SSF

Rókur

Nú steingja vit fyri tilmeldingum til FINA dómaraskeiðið 2019

Um tú ætlar tær við á FINA dómaraskeiðið hin 22. til 24. mars 2019, og ikki hevur meldað til enn, so er tað nú at tað má gerast – í øllum førum um tú ætlar at fáa bjóðað mat og/ella innivist.

Tilmeldingarskjalið er her

Continue reading Nú steingja vit fyri tilmeldingum til FINA dómaraskeiðið 2019

FM á langgeil 2019 nú góðkend sum úttøkustevna til OL 2020

Svimjisamband Føroya fekk fyri løtu síðani fráboðan frá altjóða svimjisambandinum FINA, at FøroyaMeistarastevnan á langgeil hin 26. til 28. apríl 2019 er góðkend sum eisini úttøkustevna til Olympisku Leikir 2020 í Tokyo. Omaná at hon longu er góðkend sum úttøkustevna til HeimsMeistarastevnuna 2019 í Gwangju.

Continue reading FM á langgeil 2019 nú góðkend sum úttøkustevna til OL 2020

Innbjóðing til Atlantic Open 2019

Broyting 18/3-19: Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at vilja loyva eisini svimjarum uttan talentnál at luttaka á Atlantic Open 2019. Hesi kunnu tó í mesta lagi melda til 3 kappingar, á teinunum frá 50m til 200m.

Her er innbjóðing til Atlantic Open 2019 í Svimjihøllini í Gundadali hin 29. til 31. mars 2019, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri, og sum er avgerandi fyri úttøku til Oyggjaleikir 2019.

Gevið gætur at har er kravtíð sum til FM, tó her talentnál heldur enn bronsunál. Ætlanin er upp á sikt at gera hesa stevnu til eina veruliga, altjóða stevnu, har hon í ár tó fyrst og fremst er oyggjaleikaúttøkustevna.

Góða eydnu til tykkum øll

Rókur