Alvi 4:39.55 í 400 blandað og víðari til finalu í Sabadell

Alvi Hjelm svam seg fyri løtu síðani víðari til finalu á
13. Trofeu Club Natació Sabadell í Katalonia, við 4:39.55 og 3. bestu tíð í 400 blandað. Sí úrslitalistan her.

13. Trofeu Club Natació, Alvi Hjelm eigur myndina

Hann og Óli svumu seg eisini til finalur í gjár, sum síðani vórðu avgreiddar soleiðis:

  • 12) 400 frí, Óli tilmeldaður við 3:56.76, svam 4:06.93 og 9. bestu tíð av 29, víðari til finalu og svam har 4:06.00 og 9. bestu tíð
  • 16) 200 blandað, Alvi tilmeldaður við 2:07.88, svam 2:09.81 og 6. bestu tíð av 36, víðari til finalu og svam har 2:10.22 og 6. bestu tíð
  • 22) 100 frí, Alvi tilmeldaður við 53.29, svam 54.39 og 24. bestu tíð av 55, víðari til B-finalu og svam har 53.78

Innbjóðing til SuSvim-stevnu á Tvøroyri 16. mars 2019

Her er innbjóðing til “Suðuroyar Sparikassa stevnu” í svimjihylinum á Tvøroyri, leygardagin hin 16. mars 2019, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er svimjistevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1, 2 og 3.

Signhild og Rókur í eldin eisini leygarkvøldið

Tey Signhild Joensen og Rókur Trygvason royndu seg aftur í gjárkvøldið á 9. Trofeo Città di Milano, har Signhild svam seg til eitt 14. pláss í 50 rygg, og Rókur kom niður ímóti sínari bestu tíð í 50 frí.

  • Signhild 30.78 og nr 14 í 50 rygg – besta tíð er 29.54 frá EM 2018
  • Rókur 1:07.71 og nr 22 í 100 bringu – besta tíð er 1:06.14 frá BSF 2018
  • Rókur 24.76 og nr 34 í 50 frí – besta tíð er 24.44 frá RIG 2019

Signhild 1:05.05 og nr 15 í 100 rygg í Milano

Tey bæði Signhild Joensen og Rókur Trygvason úr Ægir hava aftur í dag roynt seg á 9. Trofeo Città di Milano, har frægasta úrslit var eitt 15. pláss til Signhild.

Tíðirnar eru eitt vet frá teirra bestu í 2019, sum eru Signhild 1:04.76 frá Lissabon í februar, og Rókur ávikavíst 31.01 frá Lissabon í februar og 53.71 frá Reykavík í januar.

Signhild 2:17.62 og nr 8 í 200 rygg í Milano

Tey avgreiddu fyrstu kappingar á 9. Trofeo Città di Milano í dag, har Rókur Trygvason royndi seg í 200 frí og 200 bringu, og Signhild Joensen í 200 rygg, bæði úr Ægir.

Rókur og Signhild á 8° Trofeo Città di Milano

Kappingin er á høgum støði, har í Milano, har til dømis vinnarin í 200 rygg var ungarska Katinka Hosszu, silvurvinnari í hesi grein á OL í Rio í 2016, og á HM í Budapest í 2017.

Sí úrslitalistarnar her á Microplustiming.com

LEN og ILSE í samstarv um svimjiførleikaátak

Forsetarnir báðir í evropeiska svimjisambandinum LEN og evropeiska lívbjargingarsambandinum ILSE hava undirskrivað eina felagslýsing (eitt “memorandum of understanding”), at í felag vilja virka fyri at betra um svimjiførleikan í Evropa, til á tann hátt at minka um talið av druknivanlukkum.

Sambært WHO drukna 27000 fólk árliga í Evropa, ella 3 um tíman, harav flestu eru børn millum 3 og 12 ár. LEN sjósetti tí í 2017 átakið “Getting Europe Swimming Safely”, seinni kallað “Learning to Swim, Prevent Drowning”, sum ILSE nú eisini formliga stuðlar.

Fyri okkum føroyingar er hetta serliga viðkomandi, tí at vit longu tá í 2017 bjóðaðu okkum fram sum pilotland, og tí sum eitt av fýra pilotlondum eru við í arbeiðsbólkinum. Til nú hevur tað verið mest fyrireikandi ráðlegging, men hendir vónandi okkurt spennandi nú innan alt ov leingi.

Lesið tíðindini her hjá LEN og her hjá ILSE