Lívbjargingarskeið í Leirvík

Parasport Føroyar kann nú vísa á fimm nýggjar lívbjargarar hjá sær, eftir at hesi í dag luttóku á lívbjargingarskeiði og -roynd hjá Svimjisambandi Føroya í Leirvík, og stóðu royndina. Dómarar vóru Sólgerð Joensen og Sørin S. Djurhuus.

Vit í SSF eru sjálvsagt sera glað fyri at eisini Parasport Føroyar er partur av teimum sum taka lívbjargingarprógv frá lívbjargingardeild okkara, so at skipanin styrkist og vónandi ein dag nær aðalmálinum, at góðkendir lívbjargarar eru allastaðni har svomið verður í Føroyum.

Rókur

Innbjóðing til SuSvim Open 23. og 24. februar 2019

Gevið gætur: Suðuroyingar heilsa, at upphitingin er flutt leygarmorgunin til kl 09:30, so at til ber at taka Smyril úr Havn kl 07:00

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Páls Høll í Vági hin 23. og 24. februar 2019, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er síðsta stevna á langgeil áðrenn FM á langgeil 2019, og hartil endin á kravtíðarskeiðnum til Bergen Swim Festival 2019.

Pernille Blume skurðviðgjørd fyri hol í hjartað

Lesið her á svoem.dk

I slutningen af januar er Pernille Blume blevet opereret for et mindre hul i hjertet. Indgrebet er en nødvendig forebyggelse for at mindske risikoen for blodpropper og hjertestop. Operationen er forløbet som planlagt, og Pernille Blume har ikke har oplevet nogle komplikationer i forbindelse med indgrebet, som blev foretaget på Rigshospitalet.

– Operationen er gået godt, og jeg er meget glad for, at jeg fik foretaget indgrebet. Jeg fandt efter en udredning på hospitalet ud af, at jeg havde haft en lille blodprop, og i den forbindelse fik jeg derfor også tjekket mit hjerte. Her fandt lægerne ud af, at jeg havde et mindre hul, som skulle lukkes via en operation, fortæller Pernille Blume.

Continue reading Pernille Blume skurðviðgjørd fyri hol í hjartað

Signhild 2:19.97 og silvur í 200 rygg í Lissabon

Signhild Joensen svam seg í kvøld til silvurheiðursmerki á “XI Meeting Internacional de Natação de Lisboa” í Portugal, og vann sostatt tvey heiðursmerki á hesi stevnu, afturat bronsuheiðursmerkinum í 100 metra rygg í gjár. Sí úrslitalistan her.

Continue reading Signhild 2:19.97 og silvur í 200 rygg í Lissabon

Úrslit frá HS-stevnuni 9. og 10. februar 2019

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “SMS Open 2019”, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin og sunnudagin hin 9. og 10. februar 2019.

Tilsamans vóru tey 121 íðkarar og 38 lið úr 7 feløgum sum kappaðust 692 ferðir í 40 kappingum, hesar báðar dagarnar í Havn.

Continue reading Úrslit frá HS-stevnuni 9. og 10. februar 2019

Signhild og Rókur víðari til finalur í Portugal eisini í dag

Tað gongur upp á stás í Lissabon, hjá teimum báðum Ægir-svimjarunum Signhild Joensen og Róki Trygvasyni. Fimm ferðir hava tey kappast í morgun, og fimm ferðir eru tey víðari til finalur, Signhild enntá við næstbestu innleiðandi tíð í 200 rygg.

  • 16) 50 frí menn, Rókur tilm.tíð 24.44 – 24.57 og í B-finalu
  • 21) 50 bringa menn, Rókur tilm.tíð 30.95 – 31.58 og í B-finalu
  • 24) 50 rygg kvinnur, Signhild tilm.tíð 29.54 – 30.50 og í A-finalu
  • 31) 200 bringa menn, Rókur tilm.tíð 2:24.49 – 2:27.50 og í A-finalu
  • 34) 200 rygg kvinnur, Signhild tilm.tíð 2:14.01 – 2:19.87 og í A-finalu

Nálir handaðar á HS-stevnuni hin 9. februar 2019

Seks nálir vóru handaðar í gjár á “SMS Open 2019”, sum er í Svimjihøllini í Gundadali í hesum døgum.

Fríði, Dávid, Lukas, Oddvá og Maria nálir á HS-stevnu hin 9. februar 2019.
Lis í Jákupsstovu eigur myndina.
  • Fríði Dam Lindberg (HS) – Talentnál fyri 3:13.32 í 200 bringu á langgeil á SuSvim-stevnu hin 12. januar 2019
  • Dávid Gislason (HS) – Talentnál fyri 1:11.59 í 100 frí á langgeil á SuSvim-stevnu hin 12. januar 2019
  • Lukas Bessason (FLOT) – Talentnál fyri 31.42 í 50 frí á langgeil á SuSvim-stevnu hin 13. januar 2019
  • Oddvá Sedea Nattestad (HS) – Talentnál fyri 34.72 í 50 frí á stuttgeil á HS-stevnu hin 9. februar 2019
  • Maria Suma Poulsen (HS) – Bronsunál við stjørnu fyri 35.71 í 50 rygg á langgeil á SuSvim-stevnu hin 13. januar 2019

Hartil

Rúni Dahl bronsunál við stjørnu á HS-stevnu hin 9. februar 2019.
Lis í Jákupsstovu eigur myndina.
  • Rúni Dahl (SuSvim) – Bronsunál við stjørnu fyri 18:22.63 í 1500 frí á stuttgeil á HS-stevnu hin 9. februar 2019.

Til lukku, tit, vegna okkum í SSF !

Rókur

Signhild 1:04.76 og bronsu í Lissabon

Signhild Joensen úr Ægir svam seg fyri løtu síðani til bronsuheiðursmerki á “XI Meeting Internacional de Natação de Lisboa“, tá ið hon í 100 metra ryggsvimjing á langgeil svam teinin uppá 1:04.76. Tær vóru tvær sum vunnu bronsuna, sí úrslitalistan her


Signhild bronsu í Lissabon. Juan Jaime Arroyo Toledo eigur myndina

Signhild og Rókur víðari til finalur í Portugal

Tey hava avgreitt fyrstu innleiðandi riðlar á “XI Meeting Internacional de Natação de Lisboa“, har báðir Ægir-svimjararnir Signhild Joensen og Rókur Trygvason megnaðu at svimja seg víðari til finalur.

  • 5) 50 frí kvinnur, Signhild tilm.tíð 27.38 – svam 28.81
  • 9) 100 rygg kvinnur, Signhild tilm.tíð 1:03.01 – svam 1:04.82 og víðari til A-finalu
  • 12) 100 frí menn, Rókur tilm.tíð 53.71 – svam 53.96 og víðari til B-finalu
  • 14) 100 bringa menn, Rókur tilm.tíð 1:06.14 – svam 1:07.62 og víðari til A-finalu

Tveir ungir norðmenn til Føroyar at kappast

Tey bæði Andrea og Eskil Aleksander Guttormsen hava funnið vegin fram til Svimjihøllina í Gundadali, har Havnar Svimjifelag í hesum døgum skipar fyri svimjistevnu. Andrea er fødd í 2007 og Eskil í 2004, og hoyra tey til Nordlysbyen STK í býnum Alta, heilt har norðuri í Sámalandi í Noregi. Stuttligt at síggja, at summi kunnu ferðast enntá væl suður til Føroyar at kappast 🙂

Eskil og Andrea Guttormsen á SMS Open 2019. Lis í Jákupsstovu eigur myndina.