Danski Tobias Bjerg á veg aftur eftir ferðsluóhapp

Úrvalssvimjarin Tobias Bjerg eigur donsku metini í 50 og 100 metra bringusvimjing á langgeil á stuttgeil og á langgeil, frá í 2017 og í 2018, men var so nú á heysti í 2018 fyri ferðsluóhappi, sum viðførdi ein ógvusligan heilaskjálvta. Her er ein stuttfilmur hjá Team Danmark, um hvussu hann stríðir seg aftur, lukkutíð so at hann nú aftur svimur skjótt.

FINA góðkent FM á langgeil 2019 sum úttøkustevnu til HM 2019

FINA váttaði nú seinnapartin í skrivi til Svimjisamband Føroya, at FøroyaMeistarastevnan á langgeil 2019 er góðkend av FINA sum úttøkustevna til HM 2019 í Suðurkorea. Harvið kunnu vit nú aftur í ár bjóða svimjarum at royna eftir HM-kravtíð í Føroyum, enntá nú undir eftirliti av okkara egnu altjóða góðkendu dómarum og startarum.

Continue reading FINA góðkent FM á langgeil 2019 sum úttøkustevnu til HM 2019

Signhild og Rókur til Lissabon at kappast

Portugisar skipa nú í vikuskiftinum fyri “XI Meeting Internacional de Natação de Lisboa“, har eisini Signhild Joensen og Rókur Trygvason luttaka. Sum skilst verður luttøkan metstór, við einum 663 íðkarum serliga úr Portugal men eisini úr Algeria, Írlandi, Spania, Ungarn og Brasil, umframt við okkara báðum úr Føroyum.

Continue reading Signhild og Rókur til Lissabon at kappast

Fimm føroyingar á FINA lista #20

Altjóða svimjisambandið FINA hevur nú almannakunngjørt FINA lista nummar 20 yvir altjóða dómarar í kappsvimjing, har vit eisini finna 3 føroyskar yvirdómarar og 2 føroyskar startarar. Harvið kunnu vit nú sjálvi fyriskipa FINA góðkendar úttøkustevnur til dømis til HM og OL, uttan at neyðturviliga skula biðja um útlendska hjálp.

Continue reading Fimm føroyingar á FINA lista #20

Innbjóðing til SMS Open í Tórshavn hin 9. og 10. februar 2019

Her er innbjóðing til “SMS Open” í Svimjihøllini í Gundadali hin 9. og 10. februar 2019, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hendan stevna er triðja úttøkustevna av fýra, til Oyggjaleikir 2019.

Nógvar RIG finalur til føroyingar aftur í dag

Tey hava avgreitt síðstu innleiðandi riðlar á Reykjavík International 2019, og verða har nógvar finalur við føroyskari luttøku nú seinnapartin frá kl 16:00.

  • í 50 rygg fyri kvinnur eru Signhild Joensen (Ægir) og Elisabeth Erlendsdóttir (HS) í A-finaluni, og Eyðrið Mortensen (HS) og Kristina í Skála (HS) í B-finaluni
  • í 50 bringu fyri menn eru Róland Toftum (SuSvim), Rókur Trygvason (Ægir) og Bartal E. Eidesgaard (HS) í A-finaluni, og Rani Jacobsen (SuSvim) í B-finaluni
  • í 50 firvald fyri kvinnur er eingin føroysk finalu-luttøka
  • í 50 frí fyri menn eru Rókur Trygvason (Ægir), Róland Toftum (SuSvim) og Bartal E. Eidesgaard (HS) í A-finaluni, og Rói Bech (SuSvim) í B-finaluni
  • í 400 frí fyri kvinnur er Vár E. Eidesgaard (HS) í skjótasta riðli
  • í 200 blandað fyri menn er Johan N. Dam (HS) í B-finaluni
  • í 200 rygg fyri kvinnur eru Signhild Joensen (Ægir), Eyðrið Mortensen (HS), Elisabeth Erlendsdóttir (HS) og Kristina í Skála (HS) í A-finaluni
  • í 100 rygg fyri menn er Jónas L. Schiller (HS) í B-finaluni
  • í 100 bringu fyri kvinnur er Emma Bruhn (SuSvim) í B-finaluni
  • í 200 bringu fyri menn eru Rókur Trygvason (Ægir) og Bartal E. Eidesgaard (HS) í A-finaluni
  • í 200 firvald fyri kvinnur er eingin føroysk finalu-luttøka
  • í 100 firvald fyri menn er Johan N Dam í B-finaluni
  • í 100 frí fyri kvinnur eru Barbara Debes (Ægir) og Vár E. Eidesgaard (HS) í B-finaluni
  • í 200 frí fyri menn er Bartal E. Eidesgaard (HS) í A-finaluni, og Martin V. Sivertesen (Ægir) og Høgni H. Thomassen (HS) í B-finaluni

Svimjistevnan verður stroymað her á oz.com. Vanliga úrslitatænastan gevur sum er eingi úrslit, men vísir í staðin til eitt keypi-app á kr 17 kallað SplashMe sum riggar úrmerkað.

Sun Yang ákærdur fyri ágang á dopingeftirlitsfólk

The Sunday Times skrivar her (aftanfyri gjaldsvegg) um eina hending í september, har Sun Yang skal hava noktað fyri at verða dopingtestaður, vísandi til at dopingeftirlitsfólkini ikki høvdu røttu prógv um hvørji tey vóru, og har tað heila so opinbart endar við at hann og ein trygdarvørður hjá honum knústu eina blóðroynd við hamara.

Kinesiska New China skriva síðani her at Sun Yang nú hóttir við at stevna Sunday Times fyri ærumeiðing, og at hendan hending skal hava verið avgreidd við at FINA, aftaná eina 13-tíma langa hoyring hin 3. januar, skal hava givið Sun Yang rætt í sínari útgávu av hendingini.

“The three IDTM staff members failed to produce IDTM authorization letters and also could not provide either the DCO certificate or a nurse license,” Zhang said.

“And they fabricated an untruthful report claiming Sun Yang broke anti-doping rules and sent it to FINA,” Zhang said.