Føroysku svimjararnir gera hol í sjógvin á RIG 2019

Nú eru tey liðug við fyrstu innleiðandi riðlar og finalur á Reykjavík International 2019, og gjørdu føroysku svimjarnir vart við seg allan vegin. Nógv heiðursmerkir eru longu komin í hús, og fleiri eru væntandi í teimum mongu finalunum sum føroyingarnir svumu seg til.

Úrslitatænastan riggar ikki 100%, men hava vit noterað okkum:

14 ár og yngri

3 gull, 3 silvur og 1 bronsu

  • Elisabeth Erlendsdóttir (HS) og Kristina í Skála (HS) gull og silvur í 50 rygg
  • Kristina í Skála (HS) bronsu í 400 blandað
  • Kristina í Skála (HS) og Jonna Joensen (Ægir) gull og silvur í 50 firvald
  • Elisabeth Erlendsdóttir (HS) og Jonna Joensen (Ægir) gull og silvur í 50 frí

15 ár og eldri / Opin

1 gull, 1 bronsu og 11 ferðir víðari til finalur í morgin

  • Signhild Joensen (Ægir) víðari til finalu í 50 rygg
  • Róland Toftum (SuSvim), Rókur Trygvason (Ægir) og Bartal E. Eidesgaard (HS) víðari til finalu í 50 bringu
  • Rebekka Trygvadóttir (Ægir) víðari til finalu í 50 bringu
  • Róland Toftum (SuSvim) víðari til finalu í 50 firvald
  • Rókur Trygvason (Ægir), Róland Toftum (SuSvim) og Bartal E. Eidesgaard (HS) víðari til finalu í 50 frí
  • Vár E. Eidesgaard (HS) og Barbara Debes (Ægir) víðari til finalu í 50 frí
  • Johan N. Dam (HS) bronsu í 1500 frí
  • Vár E. Eidesgaard (HS) gull í 800 frí

Beinleiðis úrslit og stroyming frá Reykjavík International 2019

Sundsamband Íslands vísir her til beinleiðis úrslitatænastu og stroyming frá svimjistevnuni á Reykjavík International 2019 sum byrjar nú við innleiðandi riðlum, seinnapartin.

Tíðarætlanin er hendan

  • Frí 25 jan 2019: Innleiðandi riðlar* frá kl 16:15
  • Ley 26 jan 2019: Innleiðandi riðlar frá kl 09:15
  • Ley 26 jan 2019: Finalur frá kl 16:00
  • Sun 27 jan 2019: Innleiðandi riðlar frá kl 09:15
  • Sun 27 jan 2019: Finalur frá kl 15:00

*Finalurnar í 800 og 1500 frí verða eisini avgreiddar, fríggjakvøldið

Allar tíðirnar eru Reykjavík tíð, sum er eins og hon í Føroyum.

https://www.oz.com/einsi-sport/video/11b22835-7892-4984-aa59-2b33e7829984

Viðmerking: Stroymingar-tænastan er ókeypis, men krevur tó skráseting.

Continue reading Beinleiðis úrslit og stroyming frá Reykjavík International 2019

Reykjavík International nú størri enn nakrantíð

Guide to Iceland skrivar her at RIG verður hin størsta nakrantíð, har har tey seinastu árini hava havt einar 600 luttakarar í 19 ymiskum ítróttargreinum. Og tá man svimjingin hava átt ein góðan part – um ikki tað er farið púra í loftið nú – tí Sundsamband Íslands skrivar her at tey vera eini 395 úr 7 londum sum fara at kappast í svimjing.

Hagtølini síggjast eisini her av heimasíðu SSÍ, har vit kunnu lesa at londini eru Grønland (6 íðkarar), Danmark (24 íðkarar), Føroyar (46 íðkarar), Ísland (216 íðkarar), Noregi (66 íðkarar), Svøríki (10 íðkarar) og USA (27 íðkarar).

Tilsamans verða startirnir einir 1999 í tali, har tær 223 kvinnurnar eiga 1109 og teir 172 mennirnir 890.

Óli og Alvi til Swedish Grand Prix 2019

Sviar skipa nú í vikuskiftinum fyri árliga “Swedish Grand Prix” í Malmö, har eisini Alvi Hjelm og Óli Mortensen luttaka. Startlistin sæst her á livetiming.se, har vit m.a. síggja at Óli verður styrkismettur sum næstbestur í 1500 frí.

Alvi og Óli á Grand Prix Malmö 2017
Continue reading Óli og Alvi til Swedish Grand Prix 2019

Sterk føroysk luttøka á Reykjavík International 2019

Íslendingar skipa nú í vikuskiftinum fyri Reykjavík International Games 2019, við luttøku av eisini nógvum góðum føroyskum svimjarum. Startlistin sæst her, sum bendir á at har ofta verða føroyingar í finalu, og væl møguligt eisini ofta føroyingar sum taka heiðursmerki.

Ægir á RIG 2018. Agnes Vágseið Sivertsen eigur myndina.

Tilsamans eru tey eini 46 svimjarar úr Føroyum – 13 úr Havnar Svimjifelag, 18 úr Suðuroyar Svimjifelag og 15 úr Ægir – sum fara at kappast einar 242 ferðir í Laugardalslaug, hesar tríggjar dagarnar frá 25. til 27. januar 2019.

Startlistin er eitt sindur fløkjasligur, tí at tað ikki altíð er besta tíðin sum er ovast, og onkuntíð eisini beinleiðis feiltíðir sum eru har. Men, vit síggja tó í øllum førum hesi ímillum favorittarnar:

  • Johan N. Dam (HS) í 400 og 1500 frí
  • Rebekka Trygvadóttir (Ægir) í 200 bringu og 400 blandað
  • Rókur Trygvason (Ægir) í 50 og 100 frí, 50, 100 og 200 bringu
  • Róland Toftum (SuSvim) í 50 frí, 50 bringu og 50 firvald
  • Sára R. Nysted (SuSvim) í 200 og 400 blandað
  • Signhild Joensen (Ægir) í 50, 100 og 200 rygg
  • Vár E. Eidesgaard (HS) í 50, 100, 200, 400 og 800 frí, 50 firvald

Stefan Hansen nýggjur landsliðsvenjari hjá Danmark

Lesið til dømis her á heimasíðuni hjá Dansk Svømmeunion. Heilt stutta søgan um Stefan er, at tað var hann sum vandi Pernille Blume fram til OL í Rio de Janeiro, har hon sum kunnugt vann gull í 50 frí. Umframt at hann var persónligi venjarin hjá Páli Joensen, har á NTC (‘det Nationale Trænings Center’) í Bellahøj.

Coach Stefan HANSEN of Denmark, currently working for Team Germany, is pictured during the swimming events of the 17th Fina World Championships held at the Duna Arena in Budapest, Hungary, Sunday, July 30, 2017. (Photo by Patrick B. Kraemer / MAGICPBK)

Kravtíðir til Bergen Swim Festival 2019

Starvsnevnd SSF samtykti í heyst at vilja royna at endurtaka okkara væleydnaðu luttøku á Bergen Swim Festival 2018, við at senda ein líknandi hóp til Bergen Swim Festival 2019. Viðfesta kravtíðarskipan varð send føroysku svimjifeløgunum í gjár, har freistin at klára kravtíð er frá 1. september 2018, til og við 24. februar 2019.

Continue reading Kravtíðir til Bergen Swim Festival 2019

Innbjóðing til FLOT-stevnu 26. januar 2019

Her er innbjóðing til svimjistevnu í svimjihylinum á Toftum, leygardagin hin 26. januar 2019, sum svimjifelagið FLOT skipar fyri. Gevið gætur at hetta er stevnan sum upprunaliga varð ætlað at skula vera hin 2. februar, sum nú er flutt til hin 26. januar í samráð við SSF og føroysku svimjifeløgini. Stevnan er fyri okkara yngstu aldursbólkar: 1, 2 og 3.