SSF keypt útgerð til at máta kondital við

Svimjisamband Føroya hevur keypt sær mátiútgerð frá kanadisku VO2Master, sum liður í FINA OASP verkætlanini til at byggja eina røð av testum til føroyskar svimjarar. Nýggja útgerðin er ein mobil loysn til at máta og greina iltupptøku hjá íðkarum, og ætla vit fyrst at kanna hvussu eftirfarandi hon er.

Continue reading SSF keypt útgerð til at máta kondital við

Úrslit frá SuSvim-stevnuni 12. og 13. januar 2019

Her eru úrslitini frá “SuSvim Specialist 2019” svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri, nú leygardagin og sunnudagin hin 12. og 13. januar 2019. Hartil stigini í hesi serligu ‘Specialist’-kapping fyri einstaklingar og lið, sum høvuðsvenjarin í SuSvim skipaði fyri. Continue reading Úrslit frá SuSvim-stevnuni 12. og 13. januar 2019

FINA-dómaraskeið í Havn hin 22. til 24. mars 2019

Svimjisamband Føroya og altjóða svimjisambandið FINA skipa vikuskiftið hin 22. til 24. mars 2019 fyri dómaraskeiði í Tórshavn, undir leiðslu av tiltikna altjóða yvirdómaranum og kappingarleiðaranum, Søren Korbo. Hetta er grundskeið sum tað ið SSF og FINA skipaðu fyri í Tórshavn í 2013, til at fáa fleiri av okkara trúføstu dómarum og hjálparfólkum at hava formlig prógv uppá síni evni.

Continue reading FINA-dómaraskeið í Havn hin 22. til 24. mars 2019

Føroysku landsliðsmetini nú eisini á SwimRankings

Føroysku metlistarnir fluttu sum kunnugt til SwimRankings við ársbyrjan 2018, frá eini heimagjørdari skipan sum undirritaði hevði mennt og rikið fyri SSF síðani 2009. Ein fyribils mangul var tó at landsliðsmetini í liðsvimjing tá ikki enn vóru klár at flyta yvir, men er tað nú fingið upp á pláss.

Continue reading Føroysku landsliðsmetini nú eisini á SwimRankings

Faldari við svimjispølum frá Svimjiskúla Føroya

Her er leinki til nýtt hefti frá Svimjiskúla Føroya, kallað “58 svimjispøl og ein søga”, sum Pálin Olsen og Rúni Gaardbo hava sett saman. Sum tey siga í fororðunum:

Á skeiðunum, sum Svimjiskúli Føroya hevur havt, hava luttakararnir saknað at fingið tilfar í hondina. Hetta royna vit at bøta um við at seta hetta heftið saman.

Í hesari 1. útgávuni eru eru 58 svimjispøl og ein søga, og aftast eru uppskot til venjingar og spøl til tey fyrstu 5 Svimjiskúlamerkini.

Í heftinum eru fangispøl, sangspøl, bóltspøl og onnur spøl. Flestu spølini eru ætlað til vatntilvenjing, og nøkur eru ætlað vandum svimjarum. Felags fyri øll spølini er, at tey eru mennandi og stuttlig. Øll spølini kunnu verða spæld eftir uppskriftini, men tú kanst sjálvandi broyta tey, so at tey hóska til tín og tínar svimjarar.

Hetta heftið er ikki ein endalig útgáva, og vit taka fegin ímóti viðmerkingum og uppskotum til enn fleiri svimjispøl.

Innbjóðing til Susvim-stevnu í Páls Høll í Vági hin 12. og 13. januar 2019

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Páls Høll í Vági hin 12. og 13. januar 2019, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Tey heilsa at WinGrodan-fílan kemur í vikuskiftinum.