Úrslit frá SMS Jólasprint 2018

Her eru úrslitini frá SMS Jólasprint 2018, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 22. desember 2018. Tilsamans vóru tey 107 íðkarar og 33 lið úr 5 feløgum sum kappaðust 444 ferðir í 31 kappingum.

So er tað SMS Jólasprint 2018

Havnar Svimjifelag skipar í dag frá kl 14 fyri árligu “SMS Jólasprint”-stevnuni, har svimjarar royna eina síðstu ferð eftir bestu tíðum í ár, og har alt síðani endar við eini stuttleika-liðkapping fyri svimjarar, venjarar og nevndarlimir, eyknevnd ‘dunnustafettin’. Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se


Continue reading So er tað SMS Jólasprint 2018

Alvi 4:19.54 og silvur á NM 2018

Alvi Hjelm megnaði í kvøld at svimja seg til eitt silvurheiðursmerki á Norðurlendsku Meistarastevnuni í svimjing 2018, tá ið hann í 400 metra blandaðari svimjing svam teinin uppá 4:19.54. Hetta var eisini persónligt met hjá Alva, har hansara besta tíð til nú annars var 4:19.91 frá EM á stuttgeil í desember í fjør.

Continue reading Alvi 4:19.54 og silvur á NM 2018

So er tað NM/NJM 2018

Tey hava avgreitt innleiðandi riðlarnar á NM/NJM 2018 í Oulu, har Vár E. Eidesgaard svam seg víðari til finaluna í 200 metra frísvimjing, og síðani skal royna seg eisini í skjótasta riðli í 800 frí, umframt at liðsvimjingin hjá føroysku juniorgentunum er í finalu í 4×100 frí.  Hartil er Alvi Hjelm í finaluni í 200 blandað. Upphitingin til finaluumfarið er í gongd, og verða finalurnar at síggja beinleiðis her á livetiming.se

Startlistin til NM/NJM 2018 í Oulu

Nú í vikuskiftinum skipa finnar fyri NM/NJM 2018, í býnum Oulu rættiliga langt norðuri í Finnlandi. Ein fyribils startlisti sæst her á livetiming.se, sum bendir á at føroyingarnir fara at møta harðari mótstøðu, tó so við møguleika at koma í nakrar finalur, og kanska vinna okkurt heiðursmerki eisini.

toripolliisi photoPhoto by ThingOnASpring Continue reading Startlistin til NM/NJM 2018 í Oulu