Táttar í 1000 luttakarar á HMS 2018 í Hangzhou

FINA hevur lagt út hendan luttakaralistan til HM á stuttgeil 2018, har vit kunnu lesa at tey eru eini 957 tilsamans úr 177 londum, harav 416 kvinnur og 541 menn,  og íroknað 2 føroyingar, sum fara at kappast nú í næstu viku í Hangzhou, Kina.

Continue reading Táttar í 1000 luttakarar á HMS 2018 í Hangzhou

Úrslit frá HS-stevnuni 24. og 25. november 2018

Her eru úrslitini frá stevnuni í Svimjihøllini í Gundadali nú 24. og 25. november 2018, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Tilsamans vóru tey eini 84 íðkarar og 22 lið úr øllum 6 feløgum sum fingu eini 440 úrslit í 40 kappingum, hesar báðar dagarnar.


Continue reading Úrslit frá HS-stevnuni 24. og 25. november 2018

Kristina 2:23.24 og gull í 200 rygg á Køge Open 2018

Kristina í Skála vann sær í gjár gull í 200 rygg á Køge Open 2018, tá ið tey avgreiddu hesa kapping í svimjihøllini í Køge. Hetta er persónligt met hjá henni, har besta tíð til nú var 2:24.70 frá FM á stuttgeil í oktober mánaða.

Kristina kappaðist í bólkinum 13-14 ár, og hoyrir til Havnar Svimjifelag. Hon er úttikin til NJM í Oulu í Finnlandi í desember, vegna úrslit betri enn ásettu kravtíðir í 100 og 200 rygg.

Stór føroysk luttøka á Køge Open 2018

Hetta vikuskiftið er Køge Open 2018 í svimjihallunum í Køge og Herfølge, har eisini nógvir føroyskir svimjarar luttaka. Startlistarnir finnast her til Køge og her til Herfølge, har vit síggja at tey tátta í eini 40 ungir svimjarar úr Ægir, Havnar Svimjifelag og svimjifelagnum Reysta, sum fara at kappast ímóti serliga dønum og svium, hesar fimm stevnupartarnar til og við sunnukvøldið.

Startlistin til HS-stevnuna 24. og 25. november 2018

Her er startlistin til stevnuna í Svimjihøllini í Gundadali, nú í vikuskiftinum, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er opin stevna fyri allar aldursbólkar, og næsti møguleiki av fýra til at royna eftir kravtíð til Oyggjaleikir á Gibraltar. Startlistin sæst eisini her á livetiming.se

Startlistin í html-sniði: hs-stevna-nov-2018-startlisti.html

Hesi kláraðu kravtíð til Oyggjaleikir á FMS 2018

Svimjisambandið hevur sum kunnugt avgjørt at kravtíðir til Oyggjaleikir 2019 skulu klárast á fýra útvaldum svimjistevnum, um ikki serlig avtala er gjørd við svimjaran. FM á stuttgeil 2018 var fyrsti møguleiki at royna eftir kravtíð, og vóru tey 7 sum skrivaðu seg upp sum møguligir svimjarar til Oyggjaleikir á Gibraltar.

Continue reading Hesi kláraðu kravtíð til Oyggjaleikir á FMS 2018