Innbjóðing til SMS stevnu 24. og 25. november 2018

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin og sunnudagin 24. og 25. november 2018, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hendan stevna kemur í staðin fyri avlýstu Ægir-stevnu, sum skuldi vera sama vikuskifti, og er úttøkustevna til Oyggjaleikir 2019.

Innbjóðing í PDF-sniði:  hs-stevna-nov-2018-innbjoding.pdf

Óli, Alvi og Frans beint uttanfyri DM-heiðursmerki í dag

Nú eru síðstu kappingar avgreiddar á DM á stuttgeil 2018, har Óli Mortensen og Alvi Hjelm skuldu royna seg í A-finaluni í 400 frí, og Frans Johannessen í A-finaluni í 200 blandað. Og well, tað varð til eitt 4. pláss til Óla og eitt 5. pláss til Alva í 400 frí, umframt eitt 4. pláss til Frans í 200 blandað. Continue reading Óli, Alvi og Frans beint uttanfyri DM-heiðursmerki í dag

Óli, Alvi og Frans í DM-finalur aftur seinnapartin

Tey eru komin til síðsta dag á donsku meistarstevnuni á stuttgeil, har teir báðir Óli Mortensen og Alvi Hjelm royndu seg í 400 frí, meðan Frans Johannessen royndi seg í 200 blandað. Og tað gekk gott – Óli og Alvi eru í A-finaluni í 400 frí við ávikavist bestu og fjórbestu tíð, meðan Frans er í A-finaluni í 200 blandað við fimtbestu tíð.

Óli 15:10.71 og bronsu í 1500 frí á DM á stuttgeil 2018

Óli Mortensen svam seg í dag til eitt bronsuheiðursmerki afturat á donsku meistarastevnuni á stuttgeil 2018, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam teinin uppá 15:10.71. Alexander Aslak Nørgaard vann gull við 14:44.20, meðan Oskar Lindholm vann silvur við 14:58.98. Tíðin hjá Óla er hansara triðbesta nakrantíð, har hin besta var 15:02.27 frá NM í fjør, og hin næstbesta 15:10.09 frá HM á stuttgeil í Doha í 2014.

Óli og Frans í DM-finalur seinnapartin

Tey eru komin til triðja dag á DM á stuttgeil 2018, har Óli Mortensen nú seinnapartin skal royna seg í skjótasta riðli í 1500 frí, og har Frans Johannessen í morgun svam seg víðari til B-finalu í 50 frí. Alvi Hjelm royndi seg hartil í 100 rygg, og svam seg til 59.04 og eitt møguligt eykapláss í B-finaluni, sum hann tó hevur valt at melda avboð til.

Sjøtul settur á svimjihøllina í Runavík

Fyrireikandi arbeiðið er liðugt, og seinrapartin í gjár varð alt viðkomandi tilfar sent til úrvaldar arkitektar í Føroyum og uttanlands, ið skulu geva sítt boð uppá, hvussu nýggja svimjihøllin í Runavík skal taka seg út. Arkitektarnir fara at kappast um at tekna svimjihøllina og at ráðgeva kommununi í tilgongdini at byggja svimjihøllina.

Continue reading Sjøtul settur á svimjihøllina í Runavík