Frans og Óli nr 10 og 11 í 200 frí á DM á stuttgeil 2018

Teir báðir Frans Johannessen og Óli Mortensen blivu ávikavíst nr 2 og 3 í B-finaluni í 200 frí á DM á stuttgeil 2018, Frans við tíðini 1:49.62 og Óli við tíðini 1:50.37. Hetta er besta tíð hjá Óla nakrantíð, har hin frægasta til nú annars var 1:50.45 frá tá ið hann vann gull á Oyggjaleikum 2017 í Gotlandi.

Óli 7:54.64 og bronsu í 800 frí á DM á stuttgeil 2018

Óli Mortensen svam seg fyri løtu síðani til eitt bronsuheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á stuttgeil, tá ið hann í 800 metra frísvimjing svam teinin uppá 7:54.64. Alexander Aslak Nørgaard vann gull við 7:42.73 og Mikkel Gadgaard bronsu við 7:52.08. Tíðin hjá Óla var hansara næstbesta nakrantíð, har hin besta er 7:53.68 frá DM á stuttgeil í fjør.

Óli, Alvi og Frans allir í DM-finalur seinnapartin

Nú seinnapartin verða fyrstu riðlar á DM á stuttgeil 2018, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum og donskum svimjara av føroyskum uppruna. Alvi Hjelm skal royna seg í B-finaluni í 200 metra rygg, meðan Frans Johannessen er í A-finaluni í 50 bringu, og Óli Mortensen í skjótasta riðli í 800 frí. Finalurnar byrja kl 17 danska tíð, sum er kl 16 her í Føroyum, og verða stroymaðar her.

Róland 28.55 og føroyskt met í 50 bringu

Róland Toftum setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann innleiðandi riðlunum á Føroyameistarastevnuni á stuttgeil 2018 svam teinin uppá 28.55 sekund. Hann átti sjálvur føroyska metið á 28.62 sekund, frá HS Open í mars í ár. Róland svimur fyri Suðuroyar Svimjfelag.

Róland Toftum á FMS 2018. Dann Hjelm eigur myndina.

 

Rókur 2:18.95 og juniormet í 200 bringu

Rókur Trygvason setti í gjár stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra bringusvimjing, tá ið hann á FM á stuttgeil 2018 varð føroyameistari við tíðini 2:18.95. Rókur svimur fyri Ægir.

Róland Toftum úr SuSvim átti nú farna juniormetið á 2:19.37, frá tá ið hann varð nr 6 á NM í Bergen í 2015. Besta tíð hjá Róki sjálvum var 2:19.82 áðrenn hetta, frá FM í mars 2017.

Startlistin klárur til FM á stuttgeil 2018

Her er startlistin til FM á stuttgeil 2018, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali, nú fríggjadagin 26. til sunnudagin 28. oktober 2018. Tilsamans eru har einar 479 tilmeldingar til einstaklingakappingar og 46 til liðsvimjing, frá 5 av okkara 6 virknu feløgum, harav HS, SuSvim og Ægir eiga bróðurpartin. Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se

Luttakaralistin í html-sniði: fms2018-luttakaralisti.html

Hetta vikuskiftið er síðsti kjansur hjá føroyskum svimjarum at klára kravtíð til HM á stuttgeil 2018, umframt til NM/NJM 2018. Hartil er FM á stuttgeil 2018 fyrsta av fýra møguligum úttøkustevnum til Oyggjaleikir 2019. HM á stuttgeil 2018 verður í Hangzhou í Kina frá 11. til 16. desember 2018, meðan NM/NJM 2018 verður í Oulu í Finnlandi frá 7. til 9. desember 2018.