Signhild 1:02.15 og gull í 100 rygg í Saint-Dizier

Signhild Joensen úr Ægir megnaði í morgun at vinna sær gullheiðursmerki á altjóða svimjistevnuni í Saint-Dizier í Fraklandi, tá ið hon í 100 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 1:02.15. Harvið vann hon gull og bronsu á hesu stevnu, bronsuna í 200 metra ryggsvimjing.

Hatta var so Saint-Dizier á hesum sinni, sum skilst eru tey longu á veg heim.

Signhild 28.89 og nr 5 í 50 rygg í Saint-Dizier, Magnus vann silvur

Tey avgreiddu finalurnar sum partur av onkrum ‘Soirée de Gala’, á svimjistevnuni í Saint-Dizier í kvøld, har Signhild Joensen umboðaði Føroyar og Magnus Jákupsson Danmark, bæði í 50 rygg. Signhild varð nr 5 við tíðini 28.89, meðan Magnus vann silvur við 24.76.

Besta tíð hjá Signhild er hennara føroyska juniormet á 28.75 sekund, frá Norðurlendsku Meistarastevnuni í Reykjavík í fjør. Birita Debes eigur føroyska metið á 28.51 sekund, frá HM á stuttgeil í Istanbul í 2012.

Rebekka 2:43.28 og bronsu í 200 bringu í Saint-Dizier

Rebekka Trygvadóttir úr Ægir svam seg fyri løtu síðani til bronsuheiðursmerki á altjóða svimjistevnuni í Saint-Dizier, tá ið hon í 200 metra bringusvimjing svam teinin uppá 2:43.28.

Hetta rakk til eitt triðjapláss í hennara aldursbólki. Tíðin er éin hundraðpart frá hennara til nú bestu tíð, á 2:43.27 frá Ægir Open í oktober mánaða.

Nøkur pláss eftir á FINA venjaraskeiðnum 30. nov. – 2. des. 2018

Vit hava nú fingið í øllum førum 15 tilmeldingar frá føroyskum svimjivenjarum, umframt 7 frá íslendingum og 1 úr Noregi. Altso eini 23 tilsamans, har pláss er fyri 30 á skeiðnum. Vit vita um eini tvey úr Føroyum sum ikki enn hava sent inn passmynd osfr, og sum tí ikki eru skrásett. Tilmeldingarfreistin hjá FINA er næsta fríggjadagin hin 26. oktober 2018.

Góðar tíðir og Signhild bronsu í Saint-Dizier

Vit frætta frá heimildafólkum í Fraklandi, at tað gongur heilt væl hjá svimjarunum úr Ægir, nú á altjóða svimjistevnuni í Saint-Dizier. Tey eru fleiri sum hava svomið bestu tíðir, og onnur sum eru niður ímóti, og so skal Signhild sum kunnugt royna seg í finalu í kvøld, umframt at hon nú fyri løtu síðani vann bronsu í 200 metra ryggsvimjing, við tíðini 2:11.81.

June Jónsveinsdóttir eigur myndirnar

Continue reading Góðar tíðir og Signhild bronsu í Saint-Dizier

Signhild og Magnus víðari til finalu í 50 rygg í Saint-Dizier

Fyrstu riðlar vórðu avgreiddir á stevnuni í Saint-Dizier í dag, har eisini føroyskir svimjarar royndu seg. Í 50 rygg svam Signhild Joensen úr Ægir seg víðari til A-finaluna í morgin, við tíðini 29.14 sekund, meðan Magnus Jákupsson sum svimur fyri Danmark eisini kom í A-finalu í morgin við tíðini 25.52 sekund, eisini í 50 rygg. Sí CoSaint-Dizier Natation á Facebook

Continue reading Signhild og Magnus víðari til finalu í 50 rygg í Saint-Dizier

Áhugaverdur fundur um bjargingarnummur

Eysturkommuna skipaði í dag fyri fundi í býráðshúsinum í Norðagøtu, har evnið var bjargingarnummur við havnarløg, varðagøtur og líknandi.

SSF hevði fingið roynda samskiparan Erik Bech at koma til Føroya at greiða frá, hvussu ein slík er sett upp og virkar í Danmark.

Væl var møtt av umboðum fyri kommunur, løgreglu, Landsverk, korttænastu og øðrum, og varð eftirfylgjandi kjakið tí eisini av góðum grundum sera áhugavert.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá fundinum.

 

Ægir til Fraklands at venja og kappast

Fyrstaliðið hjá Ægir eru nú í heystferiuni frá hin 14. til 22. oktober farin til Saint-Dizier í Fraklandi at venja og kappast, sum liður í fyrireikingini fram ímóti millum annað FM á stuttgeil 2018. Her er ein mynd frá ferðaliðnum har suðuri, tey heilsa at har eru um 26 hitastig.

Continue reading Ægir til Fraklands at venja og kappast