SSF aðalfundurin 12. oktober 2018

Svimjisamband Føroya hevði í gjár sín árliga aðalfund, í ÍSF-høllini í Tórshavn. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini val av formanni, tveimum nevndarlimum umframt tiltakslimi, og sum innkomið mál serliga at flyta aðalfundin til aftur at vera um várið.

Savnsmynd

Continue reading SSF aðalfundurin 12. oktober 2018

Formaðurin fyri hallarnevnd FINA á vitjan í Føroyum

Tórshavnar Kommuna hevur boðið formannin í FINA Facilities Committee á fund við seg í Føroyum, at meta um ætlanirnar fyri nýggja langhylin í Tórshavn. Fyrrapartin í gjár var fundur í teknisku fyrisitingini, har málið varð viðgjørt út í æsir, og seinnapartin var so fundur við borgarstjóran og varaborgarstjóran eisini. Yvirhøvur ein jaligur dagur, har tíð eisini var til at hyggja at sindur av øðrum byggiprojektum í Havnini, fullførd og í gongd.

Sí eisini tíðindi á torshavn.fo

Úrslit frá Ægir-stevnuni 6. og 7. oktober 2018

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Klaksvíkar Svimjihøll, nú í vikuskiftinum, sum Ægir skipaði fyri. Úrslitini síggast eisini her á livetiming.se, umframt her á SwimRankings

Continue reading Úrslit frá Ægir-stevnuni 6. og 7. oktober 2018

Atlantic Airways stuðlar Svimjisambandi Føroya

Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya endurnýggjaðu í dag stuðulsavtaluna sínámillum, tá ið Árni Olsen, marknaðarleiðari hjá Atlantic, og SSF-formaður Rókur í Jákupsstovu møttust til eitt prát, ráðlegging og undirskriving av nýggja sáttmálanum.

Continue reading Atlantic Airways stuðlar Svimjisambandi Føroya

Innbjóðing til fund um bjargingarnummur

Eysturkommuna hevur júst sent út soljóðandi skriv til kommunur o.o., undir heitinum “Innbjóðing til fund við Erik Beck, um samskipan av bjargingarnumrum“.

Til rætta viðkomandi

Í fjørsummar var ein druknivanlukka úti í Bug í Leirvík. Boðini sum komu inn til 1-1-2 ljóðaðu, at maður var druknaður í bátahylinum í Leirvík. Úti í Bug plagdi at vera bátahylur, men er tað ikki longur. Harafturímóti, so er nýggjur bátahylur longri norðri í Leirvík. Hetta førdi við sær, at longri gekk at finna vanlukkustaðið, tí leitað varð í nýggja bátahylinum.

 

Continue reading Innbjóðing til fund um bjargingarnummur

Óli silvur á Østdanske Mesterskaber 2018

Óli Mortensen og Alvi Hjelm royndu seg nú í vikuskiftinum á meistarastevnuni fyri eysturpartin av Danmark, og megnaði Óli har at vinna sær eitt silvurheiðursmerki í 400 metra frísvimjing, meðan Alvi varð nr 4 í 200 blandað.

úrslitalistan her

Continue reading Óli silvur á Østdanske Mesterskaber 2018

Alia Atkinson 28.56 og heimsmet í 50 bringu

Alia Atkinson av Jaimaika setti í gjár nýtt heimsmet í 50 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hon á FINA World Cup stevnuni í Budapest svam teinin uppá 28.56 sekund, har hennara egna heimsmet frá FINA World Cup stevnuni í Tokyo í 2016 var 28.64 sekund. Hon er einasti svimjari av Jaimaika sum hevur sett heimsmet.

Lesið t.d. SwimmingWorld Magazine og FINA

https://www.swimmingworldmagazine.com/news/alia-atkinson-breaks-her-own-world-record-in-scm-50-breast-in-budapest/

38 ára gamli Santos 21.75 og heimsmet í 50 firvald

Brasilski Nicholas Santos setti í gjár nýtt heimsmet í 50 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, á FINA World Cup stevnuni í Budapest. Hetta við tíðini 21.75 sekund, har týski Steffen Deibler átti metið á 21.80, frá tíðini við ‘superdraktum’ á FINA World Cup stevnuni í Berlin í 2009.

Santos hevði ikki trappað niður, nú, og ætlar sær at svimja skjótari á HM á stuttgeil í Hangzhou í desember.

“No, I didn’t plan that, I’ve not even rested before this meet. It’s amazing to swim a world record especially in front of such a crowd. I’m pretty happy but my target is the World Championships in December and I want to swim faster there”

Santos er væl møguligt hin elsti svimjarin nakrantíð sum hevur sett heimsmet.

Lesið t.d. SwimmingWorld Magazine og FINA

SuSvim-menn 1:50.85 og føroyskt met í 4×50 blandað

Mansliðið hjá Suðuroyar Svimjifelag setti í gjár nýtt føroyskt met í 4×50 metra blandaðari svimjing, tá ið teir á Ægir Open í Klaksvík svumu teinin í tíðini 1:50.85. Teir áttu sjálvir føroyska metið á 1:50.96, frá HS Open í mars mánaða.

SuSvim-menn føroyskt met í 4×50 blandað. Lis Gøthe í Jákupsstovu eigur myndina

Teir sum svumu fyri SuSvim, vóru:

  • Bartal Debess (rygg) 29.38
  • Rani Jacobsen (bringu) 31.30
  • Róland Toftum (firvald) 25.43
  • Rói Bech (frí) 24.74

úrslitalistan her

Luttakaralistar til Ægir Open 6. og 7. oktober 2018

Her eru luttakaralistarnir til svimjistevnuna Ægir Open nú leygardagin hin 6. oktober og sunnudagin hin 7. oktober 2018, sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll. Listarnir síggjast eisini her á livetiming.se