Svimjifinalur fyrrapart á OL í Tokyo

Fyriskipararnir av Tokyo 2020 kunngjørdu í dag skránna fyri svimjistevnuna á hesum Olympisku Leikum, har vit kunnu lesa at svimjistevnan verður frá 25. juli til hin 2. august, við innleiðandi riðlum frá kl 19:00 um kvøldið og síðani finalum frá kl 10:30 dagin eftir.

Continue reading Svimjifinalur fyrrapart á OL í Tokyo

Minst til at melda til Svimjifagnaðardagin 2018

Vit hava nú fingið nóg nógvar tilmeldingar til at vilja hava Svimjifagnaðin sum ætlað, í Klaksvíkar Svimjihøll nú sunnudagin hin 16. september 2018. Enn ber til at melda til, men tit mugu skunda tykkum um tit ætla tykkum luttøkuprógv eisini, tí tey verða bíløgd í morgin. Spælitiltakið er sum fyrr nevnt fyri øll børn sum ganga í 4. til 7. skúlaflokki, óansæð um tey duga at svimja ella ei, og er ókeypis.

Tilmeldingarskjalið er her: https://form.jotformeu.com/81702240601341

Innbjóðing til FM á stuttgeil 2018

Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna á stuttgeil 2018, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali hin 26. til 28. oktober 2018.

Hendan stevna er FINA góðkend úttøkustevna til HeimsMeistarastevnuna á stuttgeil 2018, sum verður í Hangzhou í Kina í desember mánaða.

Continue reading Innbjóðing til FM á stuttgeil 2018

Innbjóðing til Ægir-stevnu 6. – 7. oktober 2018

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin hin 6. og sunnudagin hin 7. oktober 2018, sum Ægir skipar fyri. Fílurnar finnast eisini her á livetiming.se

Innbjóðing til Svimjifagnaðardag hin 16. september 2018

So royna vit aftur – Um nóg stór undirtøka er fyri tiltakinum, so skipa Svimjisamband Føroya og Ægir fyri Svimjifagnaðardegi í Klaksvíkar Svimjihøll, sunnudagin hin 16. september 2018 frá klokkan 14:00 til 17:00. Tiltakið er fyri øll børn sum ganga í 4. til 7. skúlaflokki, óansæð um tey duga at svimja ella ei, og er ókeypis.

Tilmeldingarskjalið er her: https://form.jotformeu.com/81702240601341

Continue reading Innbjóðing til Svimjifagnaðardag hin 16. september 2018

Hundrað dagar til Hangzhou

Nú eru minni enn 100 dagar til HeimsMeistarastevnan á stuttgeil 2018 fer av bakkastokki, í kineiska býnum Hangzhou nær Shanghai. Hetta feiraðu fyriskipararnir og FINA við einum hátíðarhaldi í gjár, við avdúking av maskotti og tí sum hartil  hoyrir. Einir 1000 íðkarar úr 170 londum fara at kappast hesar dagarnar í Kina, frá 11. til 16. desember 2018. Lesið her á FINA

 

Úrslit frá HS-stevnuni 1. og 2. september 2018

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin og sunnudagin hin 1. og 2. september 2018, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri.

Úrslitini síggjast eisini her á SwimRankings og her á LiveTiming

Tilsamans vóru tey eini 79 íðkarar og 15 lið úr 4 feløgum sum kappaðust 465 ferðir í 38 greinum, hesar báðar dagarnar í Havn.

Besta avrik var tá ið Signhild Joensen (2000) úr Ægir svam 2:13.41 í 200 rygg, sum røkkur til 713 FINA stig.

Besta avrik hjá monnum var tá ið Johan N. Dam (2002) úr HS svam seg til 16:17.21 og 653 FINA stig í 1500 frí.

Sí annars listan her, yvir topp-10 úrslit hjá monnum og kvinnum á hesi stevnu

Continue reading Úrslit frá HS-stevnuni 1. og 2. september 2018

Startlisti til HS-stevnuna 1. og 2. september 2018

Her er startlistin til svimjistevnuna í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin og sunnudagin hin 1. og 2. september, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er fyrsta stevna í svimjiárinum 2018-2019.