Innbjóðing til skeið í Merkjaskipanini 8. og 9. september 2018

Um nóg nógv tekna seg, so skipar Svimjiskúlin fyri skeiðum í Merkjaskipanini, í Tofta skúla leygardagin hin 8. september og sunnudagin hin 9. september.

Skeiðini eru frá kl 09:00 til 18:30, har luttakararnir so kunnu velja um tey vilja møta leygardagin ella sunnudagin. Skeiðskostnaðurin er kr 500, íroknað døgverði og drekkamunnur, og er ætlað øllum sum hava svimjarar á byrjunarstigi.

Meldið til við oyðublaðnum her, áðrenn leygardagin hin 1. september.

Vegna Svimjiskúla Føroya

Rókur

Óli bronsu í úrvalsbólkinum í Christiansborg Rundt 2018

Hyggja síggj, onkur vísir á at Óli Mortensen vann bronsu í úrvalsbólkinum, nú á Christiansborg Rundt í gjár. Hann var skrásettur sum dani (DEN) – Tykiskt sum um at fólk sum heild ikki leggja so nógv í hvussu tey eru skrásett til hesa stevnu, tí hasin silvurvinnarin Anton Ipsen er mær vitandi dani (OL-svimjarin Anton Ørskov Ipsen), hóast hann er skrásettur sum hoyrandi til USA.

Myndina av teimum á heiðursmerkjaskamlinum tók Jesper Westley fyri Dansk Svømmeunion.

Jon varð nr 10 í sínum bólki í Christiansborg Rundt 2018

Tey avgreiddu sum kunnugt Christiansborg Rundt í gjár, har eini 4200 vóru meldað til, annaðhvørt at svimja sum einstaklingar ella sum partur av liðsvimjing. Jon Hestoy luttók í aldursbólkinum 55-59 ár, og svam seg har til eitt respektabult 10. pláss, við tíðini 30 minuttir og 4 sekund.

Continue reading Jon varð nr 10 í sínum bólki í Christiansborg Rundt 2018

Fleiri túsund svimja um Christiansborg nú leygardagin

Nú leygardagin verður árliga Christiansborg Rundt, har eitt metstórt tal á fleiri enn 4000 fara at svimja í kanalunum runt um bygningarnar hjá danska Fólkatinginum, í hjartanum av Keypmannahavn. Fyribils er bara éin tilmeldaður til at verja Merkið, men kann tað náast enn.

Lesið her á svoem.dk. Til ber at melda seg til her, líka fram til leygardagin. Stevnusíðan er copenhagenswim.dk, og skrásetingar og úrslit finnast her. Har er eisini ein Facebook-síða, og so lova tey at fara at stroyma eisini, her.

Continue reading Fleiri túsund svimja um Christiansborg nú leygardagin

Danir umhugsa at royna eina DM-viku

Sviar hava síðani 2009 skipað fyri sokallaðu SM-veckan, har nógvir ymiskir ítróttir avgreiða sínar meistarastevnur um somu tíð. Tað byrjaði við at vera ‘bara’ 11 ítróttargreinir, men er nú vaksið til at vera risastórt, við bæði vetrar- og summar-viku. Nú hava danir hug at royna okkurt tilsvarandi eisini, við íblástri frá svium og nýliga avgreiddu Evropeisku Meistarastevnuni í Glasgow og Berlin.

Continue reading Danir umhugsa at royna eina DM-viku