Føroyar sleppa ikki við til OL

Tað sigur forsetin í IOC, Thomas Bach, við Ritzau, sum eisini hevur eitt prát við Jón Hestoy um føroyska arbeiðið at fáa sjálvstøðugan limaskap í IOC. Lesið her á KVF

Grønlendska Sermitsiaq skrivar her úr somu søgu frá Ritzau, at ÍSF er innkallað til fund við IOC í september.

Continue reading Føroyar sleppa ikki við til OL

Innbjóðing til HS-stevnu 1. og 2. september 2018

Viðfest er (rættað) innbjóðing til svimjistevnu í Svimjihøllini í Gundadali, 1. og 2. september 2018, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri.

Sera nógv hugdu at EM 2018

Felagsskapurin hjá evropeiskum kringvørpum avdúkar her at EM 2018 var ein stór succés millum sjónvarpshyggjarar, nú talan var um EM samstundis í fleiri ítróttum. Tilsamans hugdu sjónvarpshyggjararnir einar 567 milliónir tímar at hesum evropameistarastevnum, har t.d. NRK átti 80% av norska marknaðinum, tá ið 400 og 1500 metra finalurnar vóru avgreiddar í frælsum ítrótti, sunnudagin, umframt at tiltakið í síni heild rakk út til 68% av øllum norðmonnum.

Continue reading Sera nógv hugdu at EM 2018

USA kolldømt fyri skeiva raðfylgju í liðsvimjing sum setti met á Pan Pacs 2018

USA helt seg eina løtu í gjár hava vunnið gull og sett stevnumet í 4×100 metra frísvimjing fyri menn á Pan Pacifics 2018 stevnuni í Tokyo, við liðnum Caeleb Dressel, Blake Pieroni, Zach Apple og Nathan Adrian. Men so vísti tað seg at tað á seðlinum til dómaraborðið hevði staðið Caeleb Dressel, Zach Apple, Blake Pieroni og Nathan Adrian, og so var liðið kolldømt. Wow, les t.d. Yahoo! Sports

Heimskendi OL-gullvinnarin Alexander Popov vandi Havnar Svimjifelag

Havnar Svimjifelag hevur seinastu tvær vikurnar verið á venjingarlegu í Kranevo við Svartahavið í Bulgaria. Ferfaldi olympiski gullvinnarin, russiski Alexander Popov – ein av skjótastu sprintarunum í heiminum nakrantíð, kongurin av sprint – hevur venjingarlegur á sama stað, og í dag vandi hann Havnar Svimjifelag. Nógv minnast Popov frá Olympisku Leikunum í 1992 í Barcelona og í 1996 í Atlanta, tá ið hann báðar ferðirnar vann gull í 50 m og 100 m frí. Popov endurvann sostatt gullheiðursmerkini í báðum greinunum, og tað hevur eingin gjørt undan ella seinni. Popov hevði heimsmetini í 50 m og 100 m frí í ávikavist 8 og 6 ár. Hann er føddur í 1971 og var 20 og 24 ára gamal, tá ið hann vann gullini vid OL. Sum 31 ára gamal megnaði hann at vinna gull í Heimsmeistaraskapinum í 100 m frí. Til stuttleika kann nevnast, at Popov hevði vatnskrekk, tá ið pápi hansara meldaði 8 ára gamla drongin til svimjing. Komin í hylin, fekst hann ikki upp aftur. Restin er søga. Popov vann íalt 48 altjóða heiðursmerkir, 4 gull og 5 silvur við OL og ávikavist 13 og 26 heiðursmerkir við Heims- og Europamestarastevnur. Popov vísti seg at vera ein sera fyrikomandi ítróttarmaður og legði øllum eina við at taka allar venjingar í álvara, tí í síðsta enda er tað bara upp til ein sjálvan.

Vh
Niels Juel Arge

Lissabon verður vertur fyri EM á stuttgeil 2021

Evropeiska svimjisambandið hevur á fundi her í Glasgow samtykt, at EvropaMeistarastevnan á stuttgeil 2021 verður í portugisiska høvuðsstaðnum Lissabon, umframt at næstkomandi Evropeiska Meistarastevnan í vippulopi verður í Kiev í 2019.

lisboa photo

Continue reading Lissabon verður vertur fyri EM á stuttgeil 2021

Gøla í Glasgow: Flestu tíðir vóru ov skjótar

Fyriskipararnir av EM 2018 her í Glasgow máttu í gjár krúpa til krossin og viðganga, at flest øll úrslit vóru ov góð frá finalunum leygarkvøldið, íroknað heimsmetið hjá Adam Peaty. Lesið her á NRK, umframt mítt egna her niðanfyri.

Continue reading Gøla í Glasgow: Flestu tíðir vóru ov skjótar