Startlistin til EM 2018 í Glasgow klárur

Italsku Microplus hava lagt út hesar startlistar til EM 2018 í Glasgow, sum byrjar um eina viku, fríggjadagin hin 3. august 2018. Har verða vælsagtans nakrar strikingar framdar á tekniska fundinum hin 1. august, men tó so kunnu vit longu nú staðfesta, at føroyingarnir fáa eitt pláss har vit nú plaga at liggja, í lægra endanum men nakað uppi frá botninum.

Continue reading Startlistin til EM 2018 í Glasgow klárur

Magnus 25.85 og danskur meistari í 50 rygg

Magnus Jákupsson hevur vunnið sær enn eitt danskt meistaraheiti, tá ið tey hóskvøldið avgreiddu finalurnar á DM á langgeil 2018 í Odense. Hetta í 50 metra ryggsvimjing, har hann vann kappingina við tíðini 25.85, frammanfyri silvurvinnaran Andreas Kaas Elmgreen á 26.67 og bronsuvinnara Kasper Schultz á 26.95. Sí úrslitalistan her.

Magnus Jákupsson gull í 50 rygg á DM á langgeil 2018,her saman við systrina Guðrun og svágrinum Rasmus. Jákup Jacobsen eigur myndina.

Live Stream frá NMU 2018

Góð tíðindi – Lettar fara at stroyma beinleiðis frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung, sí swimming.lv. Hartil fara úrslitini at kunna síggjast her, har sum endaligu startlistarnir nú eisini síggjast.

Stevnupartarnir eru:

  • Partur 1, frá kl 10:00 Riga tíð, sum er kl 08:00 í Føroyum
  • Partur 2, frá kl 16:00 Riga tíð, sum er kl 14:00 í Føroyum
  • Partur 3, frá kl 10:00 Riga tíð, sum er kl 08:00 í Føroyum

https://youtu.be/xNHrgjcRmUY

Alvi og Magnus í DM-finalur, seinnapartin

Magnus Jákupsson svam seg í morgun víðari til DM-finalu í 50 metra ryggsvimjing, við tíðini 26.38 sum eisini var besta tíð av øllum 16 sum royndu seg í morgun. Alvi Hjelm er beinleiðis víðari til besta riðil í 400 blandað, meðan Frans Johannessen vist nokk var akkurát ov stuttur í 100 metra frí, við tíðini 52.28 og 9. plássi av 31 luttakandi.

Alvi, Frans og Magnus til DM á langgeil 2018

Danska Meistarastevnan á langgeil verður nú hósdagin 12. til og við sunnudagin 15. juli 2018, við luttøku av eisini føroyskum svimjara og svimjarum við føroyskum tilknýti. Sí svoem.dk, her niðanfyri lista vit upp tilmeldingarnar hjá teimum sum vit finna í startlistunum.

  • K2, 400 blandað menn, Alvi Hjelm (1996) 4:26.71 (#2 av 8)
  • K4, 100 frí menn, Frans Johannessen (1992) 52.16 (#13 av 32)
  • K8, 50 rygg menn, Magnus Jákupsson (1994) 25.84 (#1 av 17)
  • K14, 400 frí menn, Alvi Hjelm (1996) 4:01.37 (#5 av 20)
  • K16, 100 firvald menn, Frans Johannessen (1992) 57.44 (#14 av 31)
  • K22, 50 frí menn, Magnus Jákupsson (1994) 23.22 (#2 av 38)
  • K26, 200 blandað menn, Frans Johannessen (1992) 2:02.23 (#1 av 20)
  • K26, 200 blandað menn, Alvi Hjelm (1996) 2:06.15 (#6 av 20)
  • K34, 200 frí menn, Frans Johannessen (1992) 1:50.01 (#2 av 32)
  • K38, 100 rygg menn, Magnus Jákupsson (1994) 56.33 (#2 av 17)

Føroysk úrslit fimta dag á EJM 2018

Her lista vit upp úrslit hjá føroysku svimjarunum í Helsinki, hendan fimta dagin á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í svimjing 2018:

  • K38, menn 50 frí – Rókur Trygvason 24.51 (tilm.tíð 24.52)
  • K39, kvinnur 50 firvald – Vár E. Eidesgaard 28.89 (tilm.tíð 28.44)

Rókur Trygvason setti persónligt met í 50 frí, í mun til hansara 24.52 frá FM á langgeil í juni mánaða.