Hóparnir til EJM, NMU og EM 2018

Nú nærkast til ársins altjóða summarstevnur, har tilsamans 16 føroyskir svimjarar fara at royna seg á stevnum í Finnlandi, Lettlandi og Skotlandi. Flogferðir eru bílagdar osfr – her niðanfyri er upplisting av hópunum. Continue reading Hóparnir til EJM, NMU og EM 2018

Svimjifagnaðardagurin 2018 nú fyri fleiri børnum og alt í senn

Sum kunnugt, so skipa SSF og Ægir fyri einum sokallaðum ‘svimjifagnaðardegi’ í Klaksvíkar Svimjihøll, nú sunnudagin hin 1. juli 2018, har vit ætla at hava tað stuttligt við og í vatni.

Tíverri eru tað enn í so fá børn sum eru meldað til, og verður tiltakið tí broytt til nú at vera fyri øllum børnum sum í ár hava gingið í 3. til 6. skúlaflokki, umframt soleiðis at øll nú eru í gongd í senn, frá kl 14:00 til umleið kl 17:00.

Tilmeldingarskjalið er her: https://form.jotformeu.com/81702240601341

Continue reading Svimjifagnaðardagurin 2018 nú fyri fleiri børnum og alt í senn

Innbjóðing til Svimjifagnaðardagin 2018

Sunnudagin hin 1. juli 2018 skipa Svimjisamband Føroya og Ægir fyri einum stórum og vónandi sera stuttligum spælidegi í Klaksvíkar Svimjihøll.

Tiltakið er ókeypis og ætlað øllum børnum sum ganga í 3. til 6. skúlaflokki, óansæð hvussu væl tey duga at svimja – Men av praktiskum ávum mugu vit tó avmarka luttøkuna til umleið 110 børn.

Continue reading Innbjóðing til Svimjifagnaðardagin 2018

Óli 8:27.60 í 800 frí á Mare Nostrum 2018 stevnuni í Barcelona

Óli Mortensen royndi seg aftur í dag á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, har hann í 800 metra frísvimjing svam teinin uppá 8:27.60. Tað var fjórbesta tíð hjá honum í ár, í mun til 8:11.77 á Danish Open stevnuni í apríl, 8:14.74 á Swim Open Stockholm í apríl og 8:22.75 á Paulus Wildeboer stevnuni í Sabadell í mars. Tíðin nú rakk til eitt 16. pláss millum teir 17 luttakandi í Barcelona.

Eyka úttøkur til NMU, EJM og EM 2018

Starvsnevnd SSF samtykti í gjár at taka út fylgjandi svimjarar eyka …

til EM 2018 í Glasgow

  • Alvi Hjelm (1996), Havnar Svimjifelag
  • Vár E. Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag

til EJM 2018 í Helsinki

  • Sára R. Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
  • Rani Jacobsen (2001), Suðuroyar Svimjifelag
  • Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir

til NMU 2018 í Riga

  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005), Havnar Svimjifelag
  • Jonna Joensen (2005), Ægir

Hesir svimjarar eru tí eisini bjóðaðir við á landsliðslegu í Havn, nú 16. og 17. juni 2018.