Heiðursmerkini til EM 2018 avdúkað

Um 50 dagar byrjar Evropameistarastevnan 2018 í Glasgow, og fyriskipararnir feira tí hetta við at avdúka heiðursmerkini.

Tey skriva um sniðið:

The unique, beautifully crafted medals have been specially designed by Touch of Ginger, for this inaugural multi-sport event, as the unifying element for the seven individual European Sports Federations and will be a lasting legacy of the event’s first edition.

The medal design is bold and dynamic with a contemporary triangular prism form inspired by the European Championships emblem. The front features a stylish 3D interpretation of the Championships brand whilst the rear displays the participating sports federation logo along with event specific data in a clever facetted design. Each medal is hung from a ribbon featuring a striking crystal design that builds to a full spectrum of rainbow colours that capture the spirit of this multi-sport event.

Óli 4:00.17 í 400 frí á Mare Nostrum 2018 í Barcelona

Óli Mortensen royndi seg í morgun á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, og svam seg har við tíðini 4:00.17 til eitt 22. pláss av teimum tilsamans 38 luttakandi.

Hetta er triðbesta tíð hjá Óla í ár, har hann á Danish Open í apríl svam 3:57.67, og á Paulus Wildeboer stevnuni í Sabadell í mars 3:58.88.

Óli hevur nú frí til í morgin, tá ið hann skal royna seg á dupulta teininum, 800 frí.

Óli til Mare Nostrum 2018 í Barcelona

Óli Mortensen fór í morgun til Barcelona í Katalonia, har hann nú í morgin og ovurmorgin skal luttaka á Mare Nostrum stevnuni har, í 400 og 800 metra frísvimjing. Úrslitini fara at kunna síggjast her á natacio.cat

Úrslit frá FM á langgeil 2018

Her eru úrslitini frá Føroyameistarastevnuni á langgeil 2018, sum var í Páls Høll í Vági nú í vikuskiftinum hin 8. til 10. juni. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se umframt her á SwimRankings.

Continue reading Úrslit frá FM á langgeil 2018

HS Menn 8:05.01 og nýtt føroyskt met í 4×200 frí

Besta manslið hjá HS setti í gjár nýtt føroyskt met í 4×200 metra frísvimjing, tá ið teir á Føroyameistarastevnuni á langgeil 2018 í Páls Høll í Vági svumu teinin uppá tilsamans 8:05.01. Havnar Svimjifelag átti metið á 8:08.47, frá FM á langgeil í 2017.

Teir fýra sum svumu, vóru:

  1. Óli Mortensen (1996) 1:57.72
  2. Niels Nattestad (1998) 2:08.04
  3. Alvi Hjelm (1996) 1:57.44
  4. Bartal E. Eidesgaard (2003) 2:01.81

HS Menn 4:11.85 og nýtt føroyskt met í 4×100 blandað

Besta manslið hjá HS setti í gjár nýtt føroyskt met í 4×100 metra blandaðari svimjing, tá ið teir á Føroyameistarastevnuni á langgeil 2018 í Páls Høll í Vági svumu teinin uppá tilsamans 4:11.85. Suðuroyar Svimjifelag átti metið á 4:12.18, frá FM á langgeil í 2016.

Teir fýra sum svumu, vóru:

  • Óli Mortensen (1996) 1:03.92 (rygg)
  • Alvi Hjelm (1996) 1:09.55 (bringa)
  • Niels Nattestad (1998) 1:02.37 (firvald)
  • Bartal E. Eidesgaard (2003) 56.01 (frí)
HS 4:11.85, gull og føroyskt met á FM á langgeil 2018. Frá vinstru Alvi Hjelm (bringa), Niels Nattestad (firvald), Bartal E. Eidesgaard (frí), Óli Mortensen (rygg)

Startlisti til FM á langgeil 2018

Her eru startlistarnir til Føroyameistarastevnuna á langgeil 2018, sum verður í Páls Høll í Vági nú 8. til 10. juni 2018. Til kunningar so verður stevnuparturin sunnudag seinnapart allarhelst fluttur, til at byrja kl 13:30 heldur enn kl 15:00. Hetta so at til ber at náa bátin norður sama dag.

Startlistarnir síggjast nú eisini her á livetiming.se

Innbjóðing til FM á langgeil 2018

Her er innbjóðingin til Føroyameistarastevnuna á langgeil 2018, sum verður í Páls Høll í Vági hin 8. til 10. juni 2018. Hetta verður okkara triðja FM á langeil í røðini, síðani vit í 2015 fingu okkara fyrsta føroyska langhyl, og sum vant eisini síðsti møguleiki at klára kravtíð til altjóða meistarastevnur í summar, sum í ár eru EJM í Helsinki, NMU í Riga og EM í Glasgow.

Innbjóðingin varð send feløgunum hin 17. mai, og skulu tilmeldingarnar sambært henni vera inni í seinasta lagi hin 31. mai.

Eitt yvirlit sæst her yvir fráboðaðar kravtíðir, til nevndu altjóða meistarastevnur í summar. Formella úttøkan verður fyrst aftaná FM á langgeil 2018, men longu nú sær tað rættiliga lovandi út, við evnaríkum kandidatum til allar tríggjar stevnur.