Suðurafrikanski Chad le Clos heldur at hann eigur at fáa gullheiðursmerkið í 200 frí frá OL í Rio í 2016, sum Sun Yang annars vann tá. Tað fær hann allarhelst ikki, men hatta er so støðan.
Category: Doping
Sun Yang 8 ára bann fyri doping
Altjóða ítróttardómstólurin CAS hevur júst kunngjørt at Sun Yang nú fær 8 ára bann frá øllum ítrótti, fyri hendingina har hann noktaði at lata seg dopingtesta, og m.a. breyt eina longu givna roynd við hamara.
Lesið t.d. kinesiska Radii (á enskum) og avgerð CAS
Continue reading Sun Yang 8 ára bann fyri dopingTeam Danmark krevur kanning av møguligari doping í danskari svimjing
Lesið her á dr.dk
Team Danmark har sammen med Danmarks Idrætsforbund (DIF) henvendt sig til Anti Doping Danmark for at få vurderet eventuelle brud på dopingreglerne.
Det handler specifikt om den tidligere landstræner Paulus Wildeboers udlevering af medicin, der kunne medføre positive dopingprøver, til de danske svømmere.
Det oplyser Team Danmark på sin hjemmeside. […]
”Denne sag skal undersøges til bunds. Derfor har Team Danmark sammen med Danmarks Idrætsforbund henvendt sig til Anti Doping Danmark. De er nu i gang med at vurdere, om der er grundlag for at starte en nærmere undersøgelse af evt. brud på WADAs kodeks. Det er chokerende, at der ikke blev handlet korrekt, da den viden tilgik Team Danmark,” siger Frank Jensen.
Frank Jensen er nevndarformaður í Team Danmark, umframt borgarstjóri í Københavns Kommune. Onkur kennist sikkurt eisini við navnið eisini frá tá ið hann var løgmálaráðharri í Nyrup-stjórnini.
Russland fingið 4 ára bann frá altjóða ítrótti íroknað OL
WADA kunngjørdi í morgun at Russland nú fær fýra ára bann frá altjóða ítrottarstevnum íroknað Olympisku Leikir – tó so at russiskir íðkarar kunnu biðja um undantaksloyvi til at kappast sum einstaklingar undir neutralum flaggi, ífall at tey ikki hava verið partur av stóru dopingsakini í Russlandi.
Hetta kann sjálvsagt væl merkja, at bæði LEN má broyta ætlanina um at hava EM á stuttgeil í Kazan í 2021, sum Kazan annars fekk fyri bara tveimum døgum síðani. Og har eru aðrar stevnur eisini sum kunnu ávirkast, so sum World Cup stevnan í Kazan í oktober 2020, og kappingar í synkro og kaving eisini í 2020.
Les t.d. SwimmingWorld Magazine
Eingin avgerð í Sun Yang málinum fyrr enn í 2020
Lesið her á Swimming World Magazine
An important line from the conclusion: there will be no decision from the judging panel of Judge Franco Frattini, from Rome, Italy, Panel President; Romano F. Subiotto QC; and Prof. Philippe Sands QC this year. A verdict is expected in January, CAS told the media gathered here this evening.
Stroyming frá WADA vs Sun Yang & FINA hoyringini hjá CAS
Beinleiðis í dag, allan dag, á https://www.tas-cas.org/en/media/public-hearing-wada-v-sun-yang-fina.html
Meira um Wada vs Sun Yang & FINA hoyringina hjá CAS í morgin
Hoyringin er Fairmont Le Montreux Palace í Sveis. Hon byrjar kl 08:00 føroyska tíð í morgin ári, og endar umleið kl 19:30. Øll hoyringin verður at síggja á heimasíðu CAS – www.tas-cas.org – og er á enskum.
Continue reading Meira um Wada vs Sun Yang & FINA hoyringina hjá CAS í morginBeinleiðis stroyming frá CAS hoyringini í málinum millum WADA og Sun Yang og FINA
Lesið tíðindaskrivið her av heimasíðu CAS – Tað er nú fríggjadagin hin 15. november 2019 at altjóða ítróttardómstólurin CAS fer at hoyra partarnar í kærumálinum frá WADA, um tað at altjóða svimjisambandið FINA í januar lat Sun Yang sleppa undan dómi, fyri í fjør heyst at ikki hava viljað latið dopingroynd.
Continue reading Beinleiðis stroyming frá CAS hoyringini í málinum millum WADA og Sun Yang og FINAÍslendingar ávara um dopingevni í “töfrakaffi”
Morginblaðið skrivar her at íslendsku matvøru- og heiligvágs-myndugleikarnir kanna sokallaða “töfrakaffi” fyri at innihalda phenylethylamine sum er heilsuskaðiligt og sum hartil kann viðføra dopingdóm.
Lesið eisini her á NewsNow – Eftir øllum at døma er talan um klænkingarkaffi av slagnum Valentus SlimRoast sum inniheldur hetta amfetamin-líknandi evni ið skal hava viðført at ein kvinna varð tikin fyri doping.
Sun Yang ákærdur fyri ágang á dopingeftirlitsfólk
The Sunday Times skrivar her (aftanfyri gjaldsvegg) um eina hending í september, har Sun Yang skal hava noktað fyri at verða dopingtestaður, vísandi til at dopingeftirlitsfólkini ikki høvdu røttu prógv um hvørji tey vóru, og har tað heila so opinbart endar við at hann og ein trygdarvørður hjá honum knústu eina blóðroynd við hamara.
Kinesiska New China skriva síðani her at Sun Yang nú hóttir við at stevna Sunday Times fyri ærumeiðing, og at hendan hending skal hava verið avgreidd við at FINA, aftaná eina 13-tíma langa hoyring hin 3. januar, skal hava givið Sun Yang rætt í sínari útgávu av hendingini.
“The three IDTM staff members failed to produce IDTM authorization letters and also could not provide either the DCO certificate or a nurse license,” Zhang said.
“And they fabricated an untruthful report claiming Sun Yang broke anti-doping rules and sent it to FINA,” Zhang said.