Farna vikuskiftið skipaði evropeiska svimjisambandið LEN fyri eykaaðalfundi í Cascais í Portugal, har tað á skránni var serliga at gjøgnumganga tað sum ‘nýggja LEN’ hevur tikist við hesar fyrstu 100 dagarnar, umframt at fáa gjøgnumført nakrar átroðkandi ábøtur av evstulógini, og at sleppa at møtast á veruligum fundum við undirnevndirnar.
Continue reading Eykaaðalfundur í LENCategory: Felagsskapur
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2022
Svimjisamband Føroya hevði í dag hin 9. apríl 2022 sín árliga aðalfund, á Panorama á Hotel Hafnia í Havn. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini ein rúgva av innkomnum málum frá starvsnevndini, og val av formanni og tveimum nevndarlimum.
Atlantic Airways heldur áfram sum høvuðsstuðul hjá Svimjisambandi Føroya
Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya hava í dag endurnýggjað stuðulsavtaluna sínámillum, so at Atlantic framhaldandi er høvuðsstuðul SSF. Hetta hendi har vesturi á flogvøllinum í Vágum, í sambandi við at føroyska svimjilandsliðið kom heim av væleydnaðari ferð til Noregs, har tey hava luttikið á altjóða stevnuni Bergen Swim Festival 2022.
Kristian Martin Joensen eigur myndina
Havnar Svimjifelag søkir eftir høvuðsvenjara
Havnar Svimjifelag leitar eftir høvuðsvenjara at byrja í august 2022, sí havnarsvimjifelag.com
The Head Coach will personally carry out the coaching of the club’s competitive teams and supervise the club as a whole ensuring that the coaching of all the club’s other divisions and teams is consistent and applies to an overall philosophy.
Fyrsta tíðindabræv frá nýggja LEN
Her er leinki til fyrsta tíðindabræv frá nýggju leiðsluni í evropeiska svimjisambandinum LEN, um tað sum vit hava fingist við, hendan fyrsta mánaðin síðani kollveltingina í Frankfurt. Ætlanin er, at hesi tíðindabrøv skulu koma út regluliga, sum partur av ætlanini at verða meira opin við kunning til limalondini og onnur, um tað sum hendir ‘aftanfyri leiktjøldini’.
Ann Ellingsgaard nýggjur aðalskrivari hjá Svimjisambandi Føroya
Svimjisamband Føroya hevur sett Ann Ellingsgaard sum aðalskrivara.
Ann er kent andlit í føroyskari svimjing. Hon hevur børn sum ganga til svimjing, og hevur sjálv verið virkin í Havnar Svimjifelag við ábyrgd fyri svimjiskúlanum, umframt sum sjálvboðin fyri Svimjisamband Føroya.
Continue reading Ann Ellingsgaard nýggjur aðalskrivari hjá Svimjisambandi FøroyaLEN útihýsir russum og hvítarussum frá sínum stevnum
Stjórnin í LEN hevur á fundi samtykt at ikki vilja bjóða russum og hvítarussum til síni tiltøk, vegna støðuna í Ukraina. Hetta til at fylgja áheitanini frá altjóða olympisku nevndini IOC.
SSF-kalendarin 2022-23 avtalaður
Svimjinevnd SSF skipaði í gjár fyri kalendarafundi í hølunum í Saltangará, har umboð úr øllum føroysku svimjifeløgum møttust saman við svimjinevnd og starvsnevnd og landsliðsvenjara SSF, at avtalað kalendaran fyri svimjiárið 2022-23.
Millum annað varð avtalað at royna eina nýggja føroyameistarastevnu fyri lið, og at royna eina nýggja aldursbólkameistarastevnu kallað ‘ABMS Sprint’ í november. Umframt at annað varð umrøtt, so sum tørvur á nýggjum dómarum.
Avtalaðu tiltøk síggjast nú í kalendara SSF
IOC viðmælir at forbjóða luttakarum úr Russlandi og Hvítarusslandi, og tekur virðislønir aftur frá Putini v.fl.
Joint statement of the Nordic Swimming Federations regarding the invasion of Ukraine
The Nordic Swimming Federations strongly condemn the invasion of Ukraine by the Russian government supported by the government of Belarus. We call on the international aquatics’ community, and especially FINA, to immediately suspend Russia and Belarus from all involvement in international aquatics until a peaceful resolution of this conflict. All parties should be able to take part in future sporting activities on equal terms.