Altjóða svimjisambandið FINA hevði nú leygardagin hin 5. juni sín árliga aðalfund, har skráin í ár beyð uppá serliga val av nýggjum FINA forseta við starvsnevnd, fyri næstu 4 árini. Nýggi forsetin lovar munandi broytingar innan FINA, við meira stuðul til limalond og íðkarar, meðan FINA sjálvt skal spara.
Í morgin er aðalfundur í altjóða svimjisambandinum FINA, har er eisini umboð úr Føroyum er til staðar. Á skránni er serliga val av nýggjum forseta og starvsnevnd, har Dr. Julio C. Maglione úr Uruguay leggur frá sær eftir 12 ár sum forseti fyri FINA.
Svimjisamband Føroya hevur í dag sett Kristian Martin Joensen úr Havn sum landsliðsvenjara fyri føroyska svimjilandsliðið, at byrja beinanvegin. Avtalan gongur fyribils fram til og við summarið 2022, sum við hesum tá vónandi verður eitt spennandi og mennandi ár fyri føroyskar landsliðssvimjarar.
Av tí at alt er so serligt nú í sambandi við korona, so vóru vit eitt sindur í neyð herfyri, tá ið venjarin hjá Signhild mátti melda avboð, so mikið seint at tað var hopuleyst at fáa nakran annan inn.
Men, tíbetur hava vit góðar vinir í Íslandi, sum beinanvegin játtaðu av vilja hjálpa okkum, í tann mun sum tað nú einaferð fór at bera til har í ‘bobluni’. Tað eydnaðist ikki at flyta til teirra hotel, men tíbetur gongur tað viktigasta fyri seg í hylinum.
Her er tað Hörður J. Oddfríðarson, fyrrverandi formaðurin hjá íslendska svimjisambandinum, sum ger samrøðu við Signhild uttanfyri Duna Arena, nú fyri løtu síðani. Hann sigur at vit fáa eitt avrit av samrøðuni 🙂
Signhild og Hörður í Budapest. Rannvá Sigfríðsdóttir eigur myndina
Fakfelagið hjá 6000 læknum í Tokyo biður nú altjóða olympisku nevndina um at avlýsa Olympisku Leikir í Tokyo, tí at tey ‘hava hendurnar fullar og nærum einki pláss eftir at kunna geva’. Trupulleikin er fyrst og fremst korona, har staturin hevur verið noydd at leingja lýstu undantaksstøðu til hin 31. mai; men eisini at summarhitin fer at koma nú, sum altíð krevur sítt. Lesið t.d. Reuters
ÍSF hevur saman við lýsingarstovu ment nýggjan samleika til Føroysku Oyggjaleikirnar, at framyvir eita Føroyaleikir, ella á enskum Faroe Games. Búmerkið er eitt tjaldur og annars í føroyskum litum.
Svimjisambandið hevur valt at flyta árliga FM á langgeil til hesar fyrstu Føroyaleikir, at vera í Páls Høll í Vági hin 9. til 11. juli. Til nú hava eini 126 boðað frá luttøku, harav 65 svimjarar.
Aftaná mestsum tøgn síðani uppsøgnina fyri góðum ári síðani, loysir fyrrverandi stjórin fyri Dansk Svømmeunion Pia Holmen nú frá posabandinum, í hesi samrøðu á DR4 sum hon sigur verður hennara einasta um hetta málið.
Altjóða olympiska nevndin IOC fegnast her um stórfingnu gávuna, sum er at Phizer og BioNTech nú geva ókeypis vaksinur til tey liðini sum fara til Olympisku Leikir í Tokyo, væl at merkja omaná tær skamtir sum viðkomandi lond longu fáa.
Dansk Svømmeunion hevði í dag sín árliga aðalfund, við metstórari luttøku nú stríðsval var millum verandi nevnd og onnur sum ynsktu hesi frá, og har eitt møguligt misálit eisini var á skránni.
Tilsamans vóru tey eini 137 feløg sum luttóku, har atkvøðan um misálit endaði við 230 ímóti, 143 fyri og 23 blonkum atkvøðum, meðan kampvalið um formanspostin endaði við at 57% atkvøddu fyri Piu M. Johansen sum ikki stuðlaði misálitinum.
Tá ið so valið um formann varð avgjørt, valdu hini uppreistrarfólkini at trekkja sína uppstillingar til írestandi postar, so at tey afturvaldu og nývaldu vóru frá veinginum sum ikki ynsktu misálit.
Við beinari tilvísing til sokallaðu ‘svimjisakina’, skrivar danska mentamálaráðið her um eina lógarbroyting samtykt í Fólkatinginum í dag, at hendan skal geva donskum úrvalsíðkarum tryggari kor.
Millum annað skal Team Danmark seta á stovn eina sjálvstøðuga ein sum íðkararnir kunnu venda sær til, um tey meta seg vera fyri óhóskandi atburði. Lesið t.d. her í Vejle Amts Folkeblad