Enn galið við vigingum í danskari svimjing

Danska svimjisambandið hevur fingið gjørt eina trivnaðarkanning, har 30 svimjarar úr einum hópi á 547 spurdum siga, at tey í 2019 og 2020 hava upplivað almenna viging. Hesi 30 eru úr 8 feløgum, og nýggi stjórin hjá danska svimjisambandinum hevur tí verið í samband við hesi, til at fáa tey at halda uppat við hesum. Lesið her á dr.dk, og sí eisini trivnaðarkanningina her

blue tape measuring on clear glass square weighing scale
Photo by Pixabay on Pexels.com

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2021

Svimjisamband Føroya hevði í dag hin 27. mars 2021 sín árliga aðalfund, í hølunum hjá Runavíkar kommunu í Saltangará. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini val av nevndarlimum, har Símun Michael Sørensen og Ólavur Hansen stóðu fyri vali, umframt tiltakslimur Dann Hjelm. Allir tríggir vórðu afturvaldir.

Continue reading Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2021

Sveisiska løgreglan gjørt húsarannsókn hjá LEN

Craig Lord skrivar her á The State of Swimming, um hvussu sveisiska løgreglan týsdagin gjørdi húsarannsókn á skrivstovuni hjá evropeiska svimjisambandinum LEN í Nyon í Sveis. Onkur kelda vil vera við, at hetta var ikki ein húsarannsókn sum í filmunum, men heldur at løgreglan møtti ófráboðað upp, at biðja um ávís skjøl umframt at eftirkanna teldur. Hetta í sambandi við eini løgreglukanning av møguligum fíggjarligum óskili og ‘óhóskandi atburði’.

Nyon, image courtesy of Jan Furstenborg, CC BY-SA 2.0

SSF-kalendarin avtalaður fyri svimjiárið 2021-2022

Svimjisamband Føroya skipaði í dag fyri kalendarafundi í hølunum hjá Runavíkar kommunu í Saltangará, har feløgini undir leiðslu av nýggju svimjinevndini løgdu kalendaran fyri svimjiárið 2021-2022, umframt at endurskoða nakrar lutir í kalendaranum nú hesa árshálvu eisini.

SSF kalendarafundur í Saltangará
Continue reading SSF-kalendarin avtalaður fyri svimjiárið 2021-2022

Formaður Lars R. Aa. Jørgensen fer nú frá vegna rokið í Dansk Svømmeunion

Lars R. Aa. Jørgensen leggur nú frá sær sum formaður í Dansk Svømmeunion, vegna rokið sum hevur verið har seinastu árini:

“Kære alle

Jeg har besluttet at træde tilbage som formand for bestyrelsen i Dansk Svømmeunion. Dette sker, da jeg ikke ønsker, at mit virke skal stå i vejen for, at Dansk Svømmeunion kan genvinde sine kræfter og arbejde fremadrettet med at hjælpe og støtte 300 svømmeklubber og cirka 190.000 aktive overalt i Danmark.

Den seneste tid har været hård med interne stridigheder, mistillidsvotum og artikler i aviserne. Ikke kun for mig personligt, men også for medarbejdere, for frivillige og for mange af de mennesker, der lever og ånder for svømmesporten. Det kan ikke blive ved på denne måde. Det er vigtigt, at arbejdet i unionen kommer tilbage på sporet til gavn for unge og voksne, der forhåbentlig snart kan dyrke deres sport igen.

Tilliden til, at jeg kan stå i spidsen for bestyrelsen, er ikke solidt funderet. Derfor er det bedst, jeg trækker mig, hvilket jeg gør, så snart det er muligt at afholde en generalforsamling og vælge en ny formand. Jeg vil bede de af jer, der er meget uenige med mig, om at have forståelse for, at det ikke er muligt at afvikle en generalforsamling nu – selvom det ville være godt for alle at kunne komme videre med det samme.”

Les meira her á heimasíðuni hjá Dansk Svømmeunion

Sitandi nevnd hevði sambært Ekstra Bladet bjóðað mótstøðufólkum sínum, at formaðurin skuldi fara frá afturfyri at tey trektu misálitið frá 26 feløgum aftur, uttan úrslit. Hetta skrivar Dansk Svømmeunion eisini um her.

Nýggja svimjinevnd SSF nú skipað

Svimjisamband Føroya hevur nú aftur eina veruliga svimjinevnd, aftaná at starvsnevnd SSF í nøkur ár hevur virkað sum eisini svimjinevnd. Nýggja nevndin hevði sín fyrsta regluliga fund í SSF-hølunum í Saltangará nú mikukvøldið hin 3. februar, har á skránni millum annað var skipan av nýggju svimjinevndini.

Continue reading Nýggja svimjinevnd SSF nú skipað

Barelli afturvaldur LEN forseti

Evropeiska svimjisambandið LEN hevði í dag sín árliga aðalfund, sum fjórða hvørt ár hartil er val-aðalfundur. Italski svimjiforsetin Paolo Barelli varð afturvaldur sum LEN forseti, meðan norðurlond fingu ein nýggjan vara-forseta umframt tveir nýggjar starvsnevndarlimir.

Hesin aðalfundur skuldi upprunaliga hava verið í sambandi við EM á langgeil í Budapest í mai mánaða, men varð vegna korona fyrst útsettur saman við EM til í august mánaða, fyri síðani at verða útsettur til vera fyri seg í Budapest í november, og so enda við at vera á netinum.

Continue reading Barelli afturvaldur LEN forseti

SSF flutt

Svimjisamband Føroya flutti í gjár úr hølunum í ÍSF-húsinum – so frá okkara síðu er nú klárt at byrja uppá ætlaða langhylin í Havn, sum vit eru sera spent til.

Her eru nakrar útvaldar myndir frá nýggju hølunum á Heiðavegi 13 í Saltangará. Talan eru um fyrrverandi høli hjá tryggingini, við millum annað sera góðum goymslumøguleikum.

Stóra tøkk til tykkum sum hava hjálpt til !

PS. Ein móttøka er avgjørt í tonkunum; men nú er tað líka hetta við korona.

Við svimjikvøðu

Rókur

Svimjisambandið flytir til Runavíkar

Svimjisamband Føroya hevur í dag gjørt avtalu við Runavíkar kommunu, um at flyta skrivstovu og goymslu til Runavíkar, nú flytast skal úr ÍSF-húsinum í Havn.

Nýggi heimstaður SSF verður í bygninginum har Visit Runavík longu húsast, á Heiðavegi 13 í Saltangará, mitt í býnum og nær bæði ítróttarøki og tunnilsmunna.

Continue reading Svimjisambandið flytir til Runavíkar