Lesið her á heimasíðu ÍSF
Vegna Svimjisamband Føroya vil eg siga, at um játtanin minkar til ÍSF, so ávirkar tað uttan iva eisini Svimjisambandið – bæði tá ið tað kemur til tað sum vit kunnu bjóða okkara frægastu svimjarum, umframt tað sum vit kunnu gera fyri breiddina.

Éitt er, at vit tá mugu skerja okkara virksemi uttanlanda; men hartil hava vit ætlanir, sum longu bíða eftir størri játtan, til at betra um nakað so grundleggjandi sum svimjiførleika og svimjitrygd í Føroyum.
Vit eru longu eftirbátar í Føroyum, í mun til okkara grannalond, og vit hava tí brúk fyri at vaksa heldur enn at minka. Til dømis vísa úrslitini frá seinastu svimjiførleikakanning hjá okkum, at munandi færri føroysk fimtafloksbørn dugdu at svimja í 2018, enn í 2011.
Rókur
Continue reading Ótryggleiki í føroyska ítróttaheiminum