Ólavsøkusvimjing 28. juli 2022 aftaná kappróðurin

FYRI TÓLVTU FERÐ – GEVIÐ GÆTUR, AT TILMELDINGARFREISTIN ER Í DAG

Tilmelding

Tilmelding til svimjingina á ólavsøku fer fram í seinasta lagi 26. juli við at flyta kr. 250,- á kontu hjá Havnar Svimjifelag 9181-374.480.0. Viðmerk NAVN á svimjara og FØÐIÁR. Vit skulu brúka føðiárið til at bólkabýta úrslitið.

Continue reading Ólavsøkusvimjing 28. juli 2022 aftaná kappróðurin

Úrslit frá Tróndarsvimjingini 2022

Her eru úrslitini frá svimjingini tvørtur um Skálafjørð í gjár, leygardagin hin 30. apríl 2022, sum Svimjifelagið FLOT og Runavíkar kommuna skipaðu fyri. Teinurin var frá Akkersvík á Skála til pierin á Skipanesi, sum var 1.2-1.3 km at svimja. Tilsamans vóru tey 23 sum løgdu til brots, og øll sum gjøgnumførdu teinin.

Tróndarsvimjingin 2022 – Luttakarar
Continue reading Úrslit frá Tróndarsvimjingini 2022

Forvitnislig 4×1500 liðsvimjing á sjónum í Abu Dhabi

Altjóða svimjisambandið FINA fer nú mikudagin hin 15. desember at royna eina heldur serliga kapping í svimjing á sjónum, har tey skulu kappast tvær kvinnur og tveir menn fyri hvørt land í 4×1500 metra liðsvimjing. Kappingin byrjar kl 08:00 føroyska tíð, og kann síggjast her á YouTube

Mellouli við til OL allíkavæl

Oussama Mellouli hevur valt at allíkavæl luttaka á Olympisku Leikum í Tokyo, aftaná at nýggi FINA-forsetin hevði ringt til hann persónliga, umframt at tunesiska svimjisambandið á fundi hevur lovað at aftaná leikirnar fáa hatta í rætt lag, við at tey hava stevnt hann og mammu hansara hansara fyri falsaðar rokningar.

Lesið t.d. SwimSwam.

https://www.instagram.com/p/CRje83zL20c/

Ólavsøkusvimjing 28. juli 2021 aftaná kappróðurin

FYRI ELLIVTU FERÐ

Tilmelding
Tilmelding til svimjingina á ólavsøku fer fram í seinasta lagi 26. juli við at flyta kr. 250,- á kontu hjá Havnar Svimjifelag 9181-374.480.0. Viðmerk NAVN á svimjara og FØÐIÁR. Vit skulu brúka føðiárið til at bólkabýta úrslitið.

Kunningarfundur um trygd, atgongumerki og hetta
Í svimjihøllini í Gundadali 27/7 kl. 20.30 verður kunning. Talmerkt hetta og atgongumerki, ið gevur atgongd til kappróðrarøkið, verða latin tilmeldaðum luttakarum. (Um høvuðsinngongdin er stongd, farið so inn gjøgnum síðudyrnar).

Atgongd til kappróðrarøkið og skiftiumstøður
Atgongumerkið gevur atgongd inn á kappróðrarøkið umvegis rundkoyringina við Skansan. Tað eru bara vaktir við hesa inngongd, ið eru vitandi um og taka ímóti okkara atgongumerki.
Til ber at skifta í hølum hjá Skipafelagnum (pakkhús) frá kl. 16.00. Tá ið svimjingin er liðug, sleppa vit at spula draktirnar har. Vaktir vera við hurðina til tiltakið er liðugt, so klæðini eru trygg og vit sleppa altíð inn.

Kapping
Kappingin er skipað í seks bólkar:
– Kvinnur Opin bólkur
– Kvinnur Masters – kvinnur, sum eru 25 ár og eldri
– Kvinnur Masters – kvinnur, sum eru 50 ár og eldri
– Menn Opin bólkur
– Menn Masters – menn sum eru 25 ár og eldri
– Menn Masters – menn sum eru 50 ár og eldri

Hóast svimjingin verður bólkað sum kapping, so verður dentur lagdur á, at hetta er eitt tiltak fyri øll, ið duga og dáma at svimja – um tað er fyri at kappast ella ei. Høvuðsendamálið er at luttaka, at røkka málinum og fáa eitt gott upplivilsi á sjónum.

Continue reading Ólavsøkusvimjing 28. juli 2021 aftaná kappróðurin

Oussama Mellouli givin bara fáar dagar áðrenn ætlaðu luttøku á OL

Tunesiski Oussama Mellouli fráboðaði í gjár, at hann meldar avboð til Olympisku Leikir í Tokyo og er givin við kapping á altjóða støði, vegna ósemju við tunesiska svimjisambandið. Hann kvalifiseraði seg annars herfyri til sínar sættu leikir, tá ið úttøkustevna var í Setubal í Portugal, til 10 km svimjingina í opnum vatni.

https://www.instagram.com/p/CRghnW-rMDE/
Continue reading Oussama Mellouli givin bara fáar dagar áðrenn ætlaðu luttøku á OL

Beinleiðis frá úttøkustevnuni til OL í svimjing í opnum vatni

Setubal í Portugal er aftur hesaferð vertur fyri avgerandi úttøkustevnuni til OL í svimjing í opnum vatni, sum tey vóru tað eisini til OL í 2012 og 2016. Nøkur pláss eru longu avgjørd, ella á annan hátt uppá pláss tí at t.d. OL-vertslandið Japan fær tvey pláss fyri at hýsa stevnuna; men eini 15 eru so at fáa avgjørd nú.

Kvinnurnar byrja kl 15:40 í dag, meðan mennirnir fara at royna seg í morgin. Teinurin er 10 km, sum í OL-høpi verður kallað fyri ‘marathon-teinurin’.

FINA

Paltrinieri nú eisini kongur av svimjing í opnum vatni

Hóast tey ikki enn eru komin til sjálva kappsvimjingini í svimjihyli, so er forsvarandi OL-meistarin í 1500 frí nú longu trýfaldur evropameistari á EM í Budapest, eftir at hann mikudagin og hósdagin vann fyrst gull í 5 km og síðani 10 km svimjing í opnum vatn, fyri so í dag at hava vunnið gull í eisini 5 km liðsvimjingini.

PALTRINIERI Gregorio ITA Gold Medal celebrates the victory 10 km Men Open Water Budapest – Hungary 13/5/2021 Lupa Lake XXXV LEN European Aquatic Championships Photo Andrea Staccioli / Deepbluemedia / Insidefoto

Hóast hann hevur gjørt vart við seg nú nakrar ferðir eisini í svimjing í opnum vatni, so var sigurin mikudagin faktiskt hansara fyrsta stóra meistaraheiti í sovorðnari svimjing – og nú hevur hann so gjørt hat-trick við at taka trý evropameistaraheiti uppá fýra dagar.

Í morgin fara tey at royna seg í 25 km svimjing í opnum vatni – men har er Paltrinieri ikki tilmeldaður, sum er væl skilt nú hann ætlar at vera við eisini í kappingunum í 800 og 1500 metra frísvimjing í svimjihyli, longu nú frá týsmorgni av.

Photos courtesy of Deepbluemedia/Insidefoto

Christiansborg Rundt 2020 avlýst

Danska svimjisambandið kunngjørdi nú mikudagin, at Christiansborg Rundt 2020 varð avlýst vegna støðuna við COVID-19. Útlitini vóru annars góð, nú tey fyri 15. ferð skuldu skipa fyri hesi stevnu í kanalunum rundt Christiansborg, við meira enn 4400 luttakarum í fjør og væntandi enn fleiri í ár. Christiansborg Rundt hevur fast ligið á síðsta leygardag í august mánaða, tvs í ár hin 29. august. Lesið her á svoem.org