Lukas Märtens úr Týsklandi setti fyri løtu síðani heimsmet í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann á Swim Open Stockholm svam seg til úrslitið 3:39.96. Paul Biedermann úr Týsklandi átti heimsmetið á 3:40.07, frá á HM í Róm í 2009. Sí úrslitalistan her á Swimify
Category: Kapping
Startlisti til HS-stevnuna 12. apríl 2025
Havnar Svimjifelag skipar í dag fyri svimjistevnu fyri okkara yngstu aldursbólkar, í Svimjihøllini í Gundadali. Startlistarnir síggjar her á Swimify, har úrslitini eisini fara at kunna síggjast.

Innbjóðing til ABMS 2025
Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna 2025 (ABMS 2025), sum verður í Svimjihøllini í Gundadali hin 10. og 11. mai 2025.

50 rygg, bringa og firvald eru nú OL-greinar
Altjóða svimjisambandið kunngjørdi fyri løtu síðani, at IOC hevur játtað at víðka skránna til svimjistevnuna á OL 2028 í Los Angeles við 6 kappingargreinum – nevniliga 50 rygg, bringa og frí fyri kvinnur og menn. Hartil verður stevnan víðkað til at vara í 9 dagar, heldur enn 8. Sí tíðindini her á worldaquatics.com
Lea eitt sett av metum afturat á Danish Open 2025
Orsaka, tað vísir seg at Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti eitt sett av metum afturat á Danish Open 2025, so at hon tilsamans setti seks føroyskt met og seks føroyskt juniormet, hesar fýra dagarnar í Bellahøj.

Flott føroysk avrik á Danish Open 2025
Rætting 9/4 – har var eitt sett av metum afturat hjá Leu
Danish Open er av á hesum sinni, og gekk tað sera gott hjá føroysku svimjarunum. Tilsamans 9 føroysk met og 7 føroysk juniormet, umframt 1 gullheiðursmerki og 3 bronsuheiðursmerki, hesar fýra dagarnar í Bellahøj, og ein rúgva av persónligum metum.

Lea 2:36.32, risa føroyskt met í 200 bringu, og bronsu á Danish Open 2025
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) svam seg fyri løtu síðani til risa føroyskt met og juniormet í 200 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í A-finaluni á Danish Open vann bronsu við tíðini 2:36.32. Hon átti sjálv metini á 2:38.74, frá í morgun. Sí úrslitalistan her á Swimify
Lea hevur nú sett fimm føroysk met og juniormet á hesi stevnu, í teimum trimum kappingargreinunum sum finnast í bringusvimjing. Eina ferð føroyskt met og juniormet í 50 bringu, 2 ferðir í 100 bringu, og 2 ferðir í 200 bringu.

Líggjas 3:59.21, føroyskt juniormet í 400 frí og bronsu á Danish Open 2025
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at svimja seg til flott føroyskt juniormet í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann í A-finaluni á Danish Open 2025 svam seg til bronsuheiðursmerki og tíðina 3:59.21. Sí úrslitalistan her á Swimify

Spennandi síðstu finalur á Danish Open 2025
Tey hava fyrrapartin avgreitt síðstu innleiðandi riðlar á Danish Open 2025, og vóru tað her fleiri føroyingar sum kvalifiseraðu seg til finalurnar seinni í dag.

Lea 2:38.74 og nýtt føroyskt met og juniormet í 200 bringu
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) megnaði aftur í dag at seta flott føroyskt met og juniormet á Danish Open 2025, tá ið hon í innleiðandi riðlunum í 200 metra bringusvimjing svam seg til úrslitið 2:38.74. Hon átti sjálv metini á 2:39.27, frá SuSvim Open í februar mánaða. Sí úrslitalistan her á Swimify
Lea hevur nú sett føroyskt met á øllum trimum bringuteinunum, á hesi stevnu, í 100 bringu enntá tvær ferðir. Tíðin rakk til eitt fimtapláss av 42 luttakandi, og er hon tí víðari til A-finalu seinnapartin.
