
Gleðilig Jól

Føroyskir svimjarar hava av álvara tikið seg fram, nú í 2024, við regluligum metum og juniormetum alt árið. Her er ein rúgva at ganga ígjøgnum – um eg havi talt rætt, so vórðu tey eini 33 føroysk met og 29 føroysk juniormet, hetta árið 2024.
Starvsnevnd SSF hevur samtykt fylgjandi úttøkuskipan til Heimsmeistarastevnuna 2025, sum verður í Singapore frá 27. juli til 3. august 2025.
Altjóða svimjisambandið World Aquatics samtykti í leypi av HM á stuttgeil 2024, at HM fyri juniorar 2025 verður í Otopeni í Rumenia hin 19. til 24. august 2025.
Hetta er stevna sum vit ofta hava lopið um, tí hon liggur stutt aftaná summarfrítiðina, og er lutfalsliga dýr at luttaka á, uttan serligar stuðulsmøguleikar.
Starvsnevnd SSF hevur ikki enn tikið støðu til møguliga luttøku í 2025
Her er innbjóðingin til svimjistevnuna “SuSvim Open Jan 2025”, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri Páls Høll í Vági, leygardagin 11. og sunnudagin 12. januar 2025. Hetta er opin stevna.
Her eru úrslitini frá svimjstevnuni “SMS Jólasprint 2024”, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali nú leygardagin hin 14. desember 2024. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify
Eitt dreingjalið hjá Havnar Svimjifelag megnaði nú leygardagin hin 14. desember at seta stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×50 metra blandaðari svimjing á stuttgeil, tá ið teir hjá SMS Jólasprint 2024 svimu hendan teinin uppá tilsamans 1:49.52, har metið hjá Suðuroyar Svimjifelag frá 2019 var 1:52.64.
Teir sum svumu fyri HS, vóru Óli Mikkelsen (2008, 50 rygg á 28.42), Silas Dam Lindberg (2008, 50 bringu á 31.77), Áki Eliassen (2006, 50 firvald á 25.86) og Jóni J. Strøm (2006, 50 frí á 23.67)
Heimsmeistarastevnan á stuttgeil 2024 endaði í gjár, við føroyskari luttøku allar seks dagarnar. Tíverri var okkara luttøka ávirkað av ein svimjari varð sjúkur, sum so aftur gjørdi at liðsvimjingin ikki luttók yvirhøvur, og kanska av í so tættari kappingarskrá áðrenn hesa stevnu, so at svimjararnir ikki vóru heilt tipp-topp.
Men, Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í góðum dysti at svimja seg til eitt 32. pláss í 800 frí, sum kvalifiserar til næsta stig hjá Úrvali. Harvið hava vit tvey á hesum støði, sum eru hann umframt Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS), sum prógvaði tað støðið á EM á langgeil í mai.
Fjórði dagur gekk nakað betur enn undanfarnu, við tað at Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) svam seg til 2:33.31 og eitt 36. pláss av 40 í 200 bringu. Tað er bara hon sum nakrantíð hevur svomið 200 bringu so mikið skjótt, av føroyskum kvinnum.
Nú í dag er tað so Líggjas sum kl 10:34 føroyska tíð skal royna seg í 800 metra frísvimjing, meðan stafettin tíverri sum skilst ikki kemur at svimja yvirhøvur á hesum HM. Orsøkin er sjúka, har vit bara hava tey fýra at kunna seta á liðið.
Triði dagur gekk heldur ikki heilt eftir vild hjá okkara í Budapest. Isak mátti frámeldast vegna sjúku, og buksurnar hjá Líggjasi skrædnaðu stutt áðrenn start, har hann tó náddi at skifta og svimja seg til 3:53.48 og eitt 41. pláss.