Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði fyri í svimjihøllini í Fuglafirði, leygardagin hin 7. desember 2024. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4.

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði fyri í svimjihøllini í Fuglafirði, leygardagin hin 7. desember 2024. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4.
Hesin næsti dagurin gekk ikki væl hjá føroyingunum á HM á stuttgeil 2024 í Budapest. Fyrst máttu vit vegna sjúku melda avboð til 4×50 blandað, og síðani varð Lea kolldømd í 100 bringu.
Í morgin skal Isak eftir ætlan royna seg í 200 firvald kl 08:52 føroyska tíð, og Líggjas í 400 frí kl 09:47 føroyska tíð. Vit fáa at síggja hvussu verður.
Startlistar og úrslit finnast her á omegatiming.com, og stroyming er her á eurovisionsport.com
So fór fyrsti dagur afturum á HM á stuttgeil 2024, har Elisabeth royndi seg í 100 rygg. Í morgin ári er tað eftir ætlan Lea O. Højsted sum skal royna seg í 100 bringu, umleið kl 8:58 føroyska tíð, og síðani okkara mix-lið í 4×50 blandað, umleið kl 10:15 føroyska tíð.
Til ber at fylgja við úrslitunum her á omegatiming.com, umframt at stroymað verður her á eurovisionsport.com. Tað er ókeypis at fylgja við stroymingini úr Føroyum, um bara tú stovnar tær ein brúkara har.
Fýra heimsmet á rað, í fyrstu fýra kappingargreinum, tað var hvat ið áskoðararnir í Duna Arena upplivdu, tá ið fyrsti finalupartur byrjaði á HM á stuttgeil 2024 í kvøld.
Í morgin ári byrjar HeimsMeistarastevnan á Stuttgeil 2024, í Budapest í Ungarn. Føroyar luttaka við fýra svimjarum, harav Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) fer at luttaka í 100 metra ryggsvimjing í morgin, og hini so aftur í leypi av vikuni.
Úrslitini fara at kunna síggjast her á omegatiming.com, umframt at stroymt verður her á Eurosport. Riðilin hjá Elisabeth er settur at byrja kl 09:39, Budapest tíð, sum er kl 08:39 her í Føroyum.
HeimsMeistarastevnan á stuttgeil 2024 verður týsdag 10. til sunnudag 15. desember, í Budapest í Ungarn. Fyribils luttakaralistar síggjast nú her á Omegatiming, sum ikki óvæntað boða frá harðari kapping.
Her er innbjóðing til svimjistevnuna “SMS Jólasprint 2024”, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 14. desember 2024.
Rætting: Isak er enn juniorur, so hansara føroyska met er eisini juniormet
Vit skulu langt aftur í søgubøkurnar, til at finna eina Norðurlendska Meistarastevnu og JuniorMeistarastevnu har føroyskir svimjarar stóðu seg so mikið væl, sum hesar tríggjar dagarnar nú í Vejle.
Triði og síðsti finalupartur varð avgreiddur í dag á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2024, har eisini føroyingar gjørdu vart við seg. Tvey føroysk met og eitt silvurmerki, sí úrslitini her á Swimify
Teir fýra Bartal, Heini, Isak og Líggjas megnaðu í kvøld at seta stórt føroyskt landsliðsmet í eisini 4×100 metra frísvimjing, tá ið teir í finaluni á NM 2024 svumu seg til samlaða úrslitið 3:21.75. Sí úrslistalistan her
Hetta var omaná landsliðsmetið í 4×200, fyrradagin, og í forleingilsi av føroyska metinum hjá Bartali her sum fyrsti maður í hesari 4×100 frí stafettini. Gamla metið var 3:26.08, frá Oyggjaleikum á Gibraltar í 2019.