Líggjas Joensen (2008, Ægir) vann fyri løtu síðani gull á donsku juniormeistarastevnuni á stuttgeil 2024, tá ið hann í 800 frí svam seg til úrslitið 7:55.67, frammanfyri Sander F. H. Johnsen á 7:56.05 og Mathias Hald á 8:12.97. Sí úrslitalistan her á Swimify
Hetta vikuskiftið verður danska juniormeistarastevnan á stuttgeil, við luttøku av eisini Líggjasi Joensen. Stevnan er í Svømmestadion Danmark í Esbjerg, og sær tað út til at Líggjas hevur góðan kjans til heiðursmerki. Sí Swimify
Sí eisini svoem.org, sum leinkjar til stroyming (afturfyri gjaldi) her á tv.svoem.dk. Stevnan byrjar í morgin kl 09:30, og heldur áfram til sunnudagin hin 3. november.
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni Ægir Open, sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 26. og sunnudagin 27. oktober 2024. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify og her á SwimRankings
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti nú seinnapartin stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Ægir Open í Klaksvíkar Svimjihøll svam seg til úrslitið 2:34.89. Sí úrslitalistan her
Her eru úrslitini frá “Suðuroyar Sparikassa” svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 12. oktober 2024. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, har tey svumu breiddir í langhylinum í Vági. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify.
Isak D. Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjifelag setti sunnudagin stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, tá ið hann á “International Swimming Competition For The School Director’s Cup – ZSOMS Kraków” vann kappingina í hesi grein við tíðini 2:02.66. Isak átti sjálvur føroyska juniormetið á 2:03.62, frá NM/NJM 2023 í Tartu í Estlandi í desember í fjør. Sí úrslitalistan her
Svimjarar úr Havnar Svimjifelag gjørdu aftur í dag vart við seg, á “International Swimming Competition For The School Director’s Cup – ZSOMS Kraków”. Bartal og Isak vunnu ávikavíst gull og silvur í 100 frí, og Isak setti eftir øllum at døma juniormet í 200 firvald.
Tað sær sostatt út til, at Isak D. Brisenfeldt setti stórt nýtt føroyskt juniormet, við at svimja 2:02.66 í 200 firvald, har hansara egna met frá NM/NJM í Tartu í desember í fjør var 2:03.62. Óli Mortensen eigur føroyska metið á 2:01.46, frá tá ið hann vann gull á Oyggjaleikum á Gotlandi í 2017.
Tey svumu aftur seinnapartin á “International Swimming Competition For The School Director’s Cup – ZSOMS Kraków”, og vunnu svimjarar úr Havnar Svimjifelag sær tá enn fleiri heiðursmerki.
Isak D. Brisenfeldt endaði við at hava næstbesta avrik á stevnuni, éitt AQUA-stig aftanfyri nr 1, meðan Bartal E. Eidesgaard hevði hitt fjórbesta hjá monnum.