Enn fleiri heiðursmerki til HS í Krakow

Tey svumu aftur seinnapartin á “International Swimming Competition For The School Director’s Cup – ZSOMS Kraków”, og vunnu svimjarar úr Havnar Svimjifelag sær tá enn fleiri heiðursmerki.

Sum skilst vóru eisini heiðursmerki í aldursbólkum, bæði í morgun og seinnapartin.

Isak D. Brisenfeldt endaði við at hava næstbesta avrik á stevnuni, éitt AQUA-stig aftanfyri nr 1, meðan Bartal E. Eidesgaard hevði hitt fjórbesta hjá monnum.

light post
Photo by Jade on Pexels.com

Heiðursmerki til HS í Krakow

Tey byrjaðu tíðliga í morgun at kappast á “International Swimming Competition For The School Director’s Cup – ZSOMS Kraków”, og hava svimjarar hjá HS longu vunnið heiðursmerki.

Isak hevur til nú 4. besta avrik á stevnuni, við úrslitinum í 100 firvald, meðan Bartal hevur tað 7. besta, við úrslitinum í 50 frí. Sí listan her

light post
Photo by Jade on Pexels.com

HS á svimjistevnu í Póllandi

Ein hópur hjá Havnar Svimjifelag er í hesum døgum í Krakow í Póllandi, á venjingarlegu umframt at tey nú leygardag 12. og sunnudag 13. oktober fara at luttaka á “International Swimming Competition For The School Director’s Cup – ZSOMS Kraków”.

Startlistar og úrslit síggjast her á livetiming.pl

light post
Photo by Jade on Pexels.com
Continue reading HS á svimjistevnu í Póllandi

Líggjas jútskur meistari í 800 og 1500 frí

Systkinini Líggjas og Jonna Joensen luttóku í vikuskiftinum á Vestdanske Junior/Senior Kortbane 2024, og gekk tað bara heilt væl hjá teimum. Serliga Líggjas gjørdi vart við seg, við at vera skjótast av øllum í 800 og 1500 frí, næstskjótast í 400 frí og triðskjótast í 200 frí, umframt at verða juniormeistari í øllum hesum greinum.

Líggjas og Jonna Joensen. Birita Joensen eigur myndina

Allar tíðirnar hjá honum vóru persónlig met, umframt í 100 frí, og var besta avrik hjá honum 3:54.34 og 743 AQUA-stig í 400 frí. Líggjas var mest vinnandi svimjari hjá Aalborg, sambært Facebook-síðu hjá teimum, ið er eyka gott tá hugsað verður um at Aalborg eftir øllum at døma vann flest heiðursmerki yvirhøvur.

Líggjas er nú triðskjótasti føroyingur nakrantíð í 200 frí, við 1:50.62 aftanfyri Pál Joensen á 1:46.61 og Óla Mortensen á 1:50.62. Í 400 frí er hann hin fjórskjótasti, við 3:54.34 aftanfyri Pál Joensen á 3:40.12, Óla Mortensen á 3:48.67 og Alva Hjelm á 3:53.30.

Jonna svam seg til fjórðapláss í 200 firvald, umframt 7. pláss í 100 firvald.

Sí úrslitini her á Swimify og her á SwimRankings

Innbjóðing til SuSvim-stevnu 12. oktober 2024

Gevið gætur – Skráin er broytt, so at B1-2 nú byrja kl 10 og B3-4 umleið kl 12

Her er innbjóðing til “Suðuroyar Sparikassa Stevnu” í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 12. oktober 2024, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Hendan stevna er í staðin fyri ætlaðu svimjistevnu í Klaksvík, sum FS, Reysti og FLOT ætlaðu at skipa fyri. Tíverri eydnaðist tann ætlanin ikki, og bjóðar SuSvim seg so til at hava hesa í staðin.