SSF-dreingir 7:56.77 og bronsu og stórt føroyskt landsliðsmet í 4×200 frí á NMU 2024

Dreingirnir hjá okkum megnaðu í dag at vinna flott norðurlendskt bronsuheiðursmerki í 4×200 metra frísvimjing á langgeil, tá ið teir á NMU 2024 í Helsinki svumu seg til úrslitið 7:56.77. Sí úrslitalistan her

SSF-dreingir bronsu í 4×200 frí á NMU 2024. Rakul í Lágabø eigur myndina
Continue reading SSF-dreingir 7:56.77 og bronsu og stórt føroyskt landsliðsmet í 4×200 frí á NMU 2024

Lea 1:14.06 og stórt nýtt føroyskt met í 100 bringu

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) megnaði í dag at seta stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2024 svam seg til úrslitið 1:14.06. Sí úrslitalistan her

Lea føroyskt met í 100 bringu á NMU 2024. Rakul í Lágabø eigur myndina
Continue reading Lea 1:14.06 og stórt nýtt føroyskt met í 100 bringu

Líggjas 4:06.17 og gull í 400 frí á NMU 2024

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í morgun at vinna eitt gullheiðursmerki afturat á Norðurlendsku Meistarstevnuni fyri Ung 2024, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 4:06.17. Sí úrslitalistan her

Líggjas gull í 400 frí á NMU 2024. Rakul í Lágabø eigur myndina
Continue reading Líggjas 4:06.17 og gull í 400 frí á NMU 2024

Frálík úrslit eisini seinna part á NMU 2024

Føroyingarnir svumu væl eisini seinna stevnupart á NMU 2024, har serliga Líggjas Joensen (2008, Ægir) skaraði framúr við at vinna gull og seta føroyskt juniormet í 200 frí, men har vit hartil sóu eini 8 persónlig met verða sett. Sí úrslitalistan her

Høllin í Helsinki. Rakul í Lágabø eigur myndina
Continue reading Frálík úrslit eisini seinna part á NMU 2024

Líggjas 1:53.14 og gull og juniormet í 200 frí á NMU 2024

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at vinna sær norðurlendskt gull í 200 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2024 svam seg til úrslitið 1:53.14. Tíðin var hartil nýtt føroyskt juniormet. Sí úrslitalistan her

Líggjas gull í 200 frí á NMU 2024. Rakul í Lágabø eigur myndina
Continue reading Líggjas 1:53.14 og gull og juniormet í 200 frí á NMU 2024

Nýggj føroysk landsliðsmet í 4×100 blandað fyri juniorar

Her vóru nøkur met sum manglaðu í uppgerðini í morgun – nevniliga at okkara stafettir bæði hjá gentum og dreingjum settu nýgg føroysk landsliðsmet í 4×100 blandað fyri juniorar, genturnar við 4:37.30 og dreingirnir við 4:07.99. Sí úrslitalistarnar her

Juniorlandsliðsmet í 4×100 blandað fyri gentur. Rakul í Lágabø eigur myndina
Continue reading Nýggj føroysk landsliðsmet í 4×100 blandað fyri juniorar

Isak 2:05.22 og nýtt føroyskt met í 200 firvald

Isak Brisenfeldt (2006, HS) megnaði í morgun at seta stórt nýtt føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hann á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Vilnius svam seg til úrslitið 2:05.22. Óli Mortensen átti metið á 2:06.05, frá FM á langgeil í 2016, meðan besta tíð hjá Isaki áðrenn hetta var 2:07.41 frá Danish Open í apríl mánaða.

Isak í Vilnius. Gunnvá Thomsen eigur myndina

Tíðin er neyðturviliga eisini nýtt føroyskt juniormet, eftirsum at Isak enn er juniorur, her hann luttekur á EJM. Tað metið var hasar 2:07.41 hjá Isaki

Líggjas 16:13.68 og silvur í 1500 frí á NMU 2024

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at vinna flott silvurheiðursmerki á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2024, sum er í Helsinki í Finnlandi. Tíðin 16:13.68 er nýtt persónligt met hjá honum, í mun til 16:17.40 frá Danish Open í apríl mánaða. Sí úrslitalistan her

Líggjas silvur á NMU 2024. Rakul í Lágabø eigur myndina.
Continue reading Líggjas 16:13.68 og silvur í 1500 frí á NMU 2024