Starvsnevnd SSF hevur samtykt fylgjandi úttøkuskipan til Oyggjaleikir 2025, sum verða á Orkney frá 12. til 18. juli 2025.

Starvsnevnd SSF hevur samtykt fylgjandi úttøkuskipan til Oyggjaleikir 2025, sum verða á Orkney frá 12. til 18. juli 2025.
Her er innbjóðing til svimjistevnuna Tórshavn Open, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali hin 28. og 29. juni 2024. Hetta er stevna sum HS skipar fyri, nú eftir at Atlantic Open herfyri varð avlýst.
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á EM, EJM og NMU 2024:
Góðu tit øll
Vegna fráfall verða vit tíverri noydd at avlýsa Atlantic Open 2024.
Feløgini eru kunnaði.
Vegna SSF
Rókur
17-ára gamla Summer McIntosh úr Kanada setti í gjárkvøldið nýtt heimsmet í 400 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið hon á kanadisku OL-úttøkustevnuni í Toronto svam seg til úrslitið 4:24.38. Hon átti sjálv heimsmetið á 4:25.87, frá kanadisku HM-úttøkustevnuni í fjør.
Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) luttekur í hesum døgum á Speedo Atlanta Classic 2024 í Atlanta, Georgia, har hon skal royna seg í 50 og 100 frí, umframt 100 og 200 rygg. Fyri løtu síðani svam hon innleiðandi 100 frí, og fekk tá úrslitið 1:01.56, við splitt-tíð 29.26 aftaná fyrstu 50.
Her eru úrslitini frá Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni á langgeil 2024, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipaðu fyri í Páls Høll í Vági, nú fríggjadagin hin 10. til sunnudagin hin 12. mai 2024. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á Swimify og her á SwimRankings
Continue reading Úrslit frá FM og JM á langgeil 2024Hetta vikuskiftið er árliga Føroyameistarastevnan og Juniormeistarastevnan á langgeil 2024, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági. Vit ætla at stroyma frá stevnuni, og beinleiðis úrslit síggjast hartil her á Swimify
Stevnupartarnir eru:
Her eru luttakaralistarnir til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna á Langgeil 2024, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági, nú fríggjadagin 10. til sunnudagin 12. mai 2024.
Listarnir síggjast eisini her á livetiming.se og her á Swimify
Her er innbjóðingin til Atlantic Open 2024, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali hin 28. til 30. juni 2024. Tilmeldingin fer fram á data.tempus.fo
Viðkomandi fílur finnast eisini her á Swimify, íroknað ensk útgáva av innbjóðingini.