Úrslit frá HS Flaggdagssprint 2024

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “HS Flaggdagssprint 2024”, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, á flaggdegnum 25. apríl 2024. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

HS Flaggdagssprint 2024. Dann Hjelm eigur myndina
Continue reading Úrslit frá HS Flaggdagssprint 2024

Úrslit frá ABMS 2024

Her eru úrslitalistarnir frá AldursBólkaMeistaraStevnuni 2024, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 20. og sunnudagin 21. apríl 2024. Allar viðkomandi fílur finnast eisini her á Swimify, umframt at úrslitini síggjast her á LiveTiming.se

Continue reading Úrslit frá ABMS 2024

Góð úrslit á Danish Open 2024

Nú eru føroyingarnir lidnir við sítt á Danish Open 2024, og gekk tað faktiskt avbera væl. Um uppteljingin er røtt her, so varð tað til 2 føroyskt met, 5 føroysk juniormet og 1 gullnál, umframt at svimjararnir betraðu seg í 39 av 66 luttøkum.

Úrslitini hjá føroyska landsliðnum síggjast øll her á Swimfy

Føroyska landsliðið ´a Danish Open 2024. Rúna Jakobsen eigur myndina
Continue reading Góð úrslit á Danish Open 2024

Heini 4:03.67 og gullnál í 400 frí

Heini M. Askham (2006) úr Ægir svam seg fyri løtu síðani til gullnál í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann í B-finaluni rakk tíðina 4:03.67, har gullnálatíðin hjá okkum er 4:04.41. Hetta í harðari kapping við liðfelagan Líggjas Joensen (2008) sum svam 4:03.57, men sum longu hevur gullnál. Teir báðir endaðu sum nr 1 og 2 í B-finaluni, og eru nú nr 4 og 5 av øllum føroyingum nakrantíð í hesi grein, aftanfyri Pál Joensen, Óla Mortensen og Alva Hjelm. Sí úrslitalistan her á Swimify

Heini M. Askham á Danish Open 2024. Signhild Rannváardóttir eigur myndina

5 føroyingar víðari til finalur á Danish Open 2024 í dag

Tað gongur uppá stás í Bellahøj, har føroyingarnir hava betrað seg gott og væl aðruhvørja ferð tey eru lopin í hylin. Nú seinnapartin skulu hesi royna seg í finalum:

  • Heini M. Askham (2006) úr Ægir í B-finalu í 400 frí
  • Líggjas Joensen (2008) úr Ægir í B-finalu í 400 frí
  • Bartal E. Eidesgaard (2003) úr HS í B-finalu í 100 bringu
  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr HS í B-finalu í 200 rygg
  • Bjarta í Lágabø (2009) úr SuSvim í C-finalu í 200 rygg

Úrslitini hjá føroyska landsliðnum síggjast øll her á Swimfy

Føroyska landsliðið á Danish Open 2024. Rúna Jakobsen eigur myndina
Continue reading 5 føroyingar víðari til finalur á Danish Open 2024 í dag

Elisabeth 29.47 og føroyskt met í 50 rygg

Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag megnaði nú seinnapartin at seta nýtt føroyskt met í 50 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon í A-finaluni á Danish Open 2024 svam seg til úrslitið 29.47. Signhild Joensen átti føroyska metið á 29.54 sekund, frá EM í Glasgow í 2018. Úrslitið hjá Elisabeth rakk til eitt fjórðapláss í kappingini, og gevur tíðin hartil yvir 750 AQUA-stig, sum er kravið til EM 2024. Sí úrslitalistan her á Swimify

Elisabeth Erlendsdóttir á Danish Open 2024. Signhild Rannváardóttir eigur myndina

Isak 2:07.41 og nýtt føroyskt juniormet í 200 firvald

Isak Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjfelag megnaði aftur nú seinnapartin at seta føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing, tá ið hann í A-finaluni svam seg til 2:07.41, har metið hjá honum frá innleiðandi í morgun var 2:07.42. Sí úrslitalistan her á Swimify

Isak Brisenfeldt á Danish Open 2024. Signhild Rannváardóttir eigur myndina