Tíverri verður Vár Eidesgaard ikki at síggja á stevnum fyri SSF í summar, og hevur starvsnevndin tí endurskoðað úttøkuna til Oyggjaleikir, HM og EM U23, sum Vár annars var úttikin til.
Continue reading Broyttar úttøkur HM og EM U23Category: Kapping
Stroyming og úrslit frá FM/JM á langgeil 2023
Her er stroyming frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2023.
- Frí 16/6: JM og innleiðandi til FM frá kl 09:30, FM-finalur frá kl 17:00
- Ley 17/6: JM og innleiðandi til FM frá kl 09:30, FM-finalur frá kl 17:00
- Sun 18/6: JM og innleiðandi til FM frá kl 08:30, FM-finalur frá kl 14:00
Úrslitini síggjast so hvørt her á Swimify og her á LiveTiming
Continue reading Stroyming og úrslit frá FM/JM á langgeil 2023So er tað FM/JM á langgeil 2023
Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa hetta vikuskiftið fyri árligu FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2023, í Páls Høll í Vági. Stevnan byrjar nú við innleiðandi riðlum og juniormeistarastevnu nú fríggjamorgunin kl 09:30, og fyrstu FM-finalur eru so aftur frá kl 17:00.
Startlistar síggjast her á Swimify og her á LiveTiming, har eisini úrslitini fara at kunna síggjast so hvørt sum svomið verður.
Vit ætla at stroyma eisini, á YouTube-rásini hjá SSF
Frálíkt føroyskt avrik á Sumarmót Íslands 2023
Nú eru tey liðug við sjálvari svimjistevnuni Sumarmót SSÍ 2023, og gekk tað avbera væl hjá ungu føroysku svimjarunum. Øll 15 betraðu seg í minst einari grein í part, og vunnu vit hartil 2 silvur og 4 bronsur.
Continue reading Frálíkt føroyskt avrik á Sumarmót Íslands 2023Fróði silvur á Sumarmót Íslands 2023
Áki bronsu á Sumarmót Íslands 2023
Bárður silvur á Sumarmót Íslands 2023
Startlisti til FML/JML 2023
Her eru luttakaralistarnir til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna á Langgeil 2023, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági, fríggjadagin 16. til sunnudagin 18. juni 2023.
Listarnir finnast eisini á LiveTiming.se og Swimify.com
Continue reading Startlisti til FML/JML 2023Góð føroysk úrslit fyrsta dag á Sumarmót Íslands 2023
Fyrsti dagur er nú avgreiddur á Sumarmót Ísland 2023, og gekk tað heilt væl hjá okkara unga hópi. Føroysku svimjarnir settu tilsamans 24 persónlig met í 42 royndum, og vunnu trý av teimum hartil bronsuheiðursmerki.
Continue reading Góð føroysk úrslit fyrsta dag á Sumarmót Íslands 2023Rebekka bronsu á Sumarmót Íslands 2023
Rebekka Róðinsdóttir (2007) úr Fuglafjarðar Svimjifelag vann sær í dag bronsuheiðursmerki á Sumarmót Íslands 2023, tá ið hon í 200 metra bringusvimjing svam seg til úrslitið 3:00.05. Sí úrslitalistan her