Bárður bronsu á Sumarmót Íslands 2023

Bárður Ólavsson (2008) úr Fuglafjarðar Svimjifelag vann sær í dag bronsuheiðursmerki á Sumarmót Íslands 2023, tá ið hann í 200 metra firvaldasvimjing svam seg til úrslitið 2:21.84.

Hetta var stórt persónligt met hjá honum, í mun til hansara 2:17.55 frá Reykjavík International í januar.

úrslitalistan her

So er tað Sumarmót Íslands 2023

Hetta vikuskiftið eru 15 ungir svimjarar úr Føroyum í Íslandi, har tey fara at kappast á Sumarmót Íslands 2023. Støðan hevur vegna verkfall verið eitt sindur óviss vegna, men eru tey nú klár til um eina løtu at fara at byrja stevnuna í Laugardalslaug í Reykjavík, heldur enn sum upprunaliga ætlað í Ásvallalaug í Hafnarfirði.

Startlistarnir síggjast her. Har verður ikki stroymað frá hesari stevnuni

Føroyski hópurin til Sumarmót Íslands 2023. Johan Martin Thorsteinsson eigur myndina
Continue reading So er tað Sumarmót Íslands 2023

Úttøka til Sumarmót Íslands 2023

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja bjóða einum hópi av svimjarum til Sumarmót Íslands í Hafnarfirði 10. og 11. juni 2023, harav hesi 15 hava takkað ja:

  • úr Ægir: Jonna Joensen (2005), Durita M. Askham (2008), Lea Petersen (2009), Ragnhild Jacobsen (2008)
  • úr FS: Bárður Ólavsson (2008), Fróði Hansen (2008), Rebekka Róðinsdóttir (2007), Margit Højbro (2007), Birita Vesturtún (2007)
  • úr HS: Villiam Marius Samuelsen (2005), Silas Dam Lindberg (2008), Áki Eliassen (2006), Oddvaldur Leivsson (2008), Jóhanna Katrina Jacobsen (2007)
  • úr FLOT: Karl Joensen (2005)

Við teimum fara Rúni Gaardbo og Malena Hansen sum venjarar, Rúna Jacobsen sum venjari/leiðari, og Johan Martin Thorsteinsson sum ferðaleiðari.

Úttøka til HM 2023

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á HeimsMeistarastevnuni á langgeil 2023, sum verður í Fukuoka í Japan hin 23. til 30. juli 2023:

  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS

Eingin svimjari hevur klárað kravtíð til hesa stevnu, og er úttøkan tí gjørd út í frá mannagongdini hjá okkum til eyka úttøkur, har fyrsta krav ísv HM nú er, at viðkomandi hevur klárað yvir 700 FINA-stig á langgeil í 2023.

Image courtesy of ioa8320, Pixabay License Free for commercial use, No attribution required

Úttøka til EM U23

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á U23 EvropaMeistarastevnuni á langgeil 2023, sum verður í Dublin í Írlandi hin 10. til 13. august 2023:

  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS
  • Líggjas Joensen (2008), Ægir
  • Bartal E. Eidesgaard (2003), HS

Hetta eru teir svimjarar sum eru fráboðaði at hava klárað kravtíð til hesa stevnu, út yvir Elisabeth Erlendsdóttir sum vit vita hevur klárað viðkomandi kravtíð.

Image courtesy of Guiseppe MiloCC BY 2.0

Úttøka til NMU 2023

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2023, sum verður í Jönköping í Svøríki hin 8. og 9. juli 2023:

  • Bjarta í Lágabø (2009), SuSvim
  • Róa Trygvadóttir (2008), Ægir

Hetta eru teir báðir svimjarar sum eru fráboðaðir at hava klárað kravtíð til hesa stevnu, út yvir Líggjas Joensen (2008) og Lea Osberg Højsted (2008) úr Ægir sum vegna samanfall fara heldur til Oyggjaleikir 2023.

Aerial view of Jönköping University, Sweden. Image courtesy of Wikimedia Commons

Eingin úttøka til EJM 2023

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at ikki taka nakran hóp út til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna 2023, sum verður í Beograd í Serbia hin 4. til 9. juli 2023.

Hetta serliga vegna samanfall við Oyggjaleikir 2023, hartil hópurin fer úr Føroyum til Guernsey hin 6. juli 2023.

Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr HS hevði klárað kravtíð, men fekk boð um at velja ímillum Oyggjaleikir og EJM, tá ið vit síðst í apríl vórðu noydd at avgera hópin til Oyggjaleikir 2023.

Úrslit frá SuSvim Open 20. og 21. mai 2023

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “SuSvim Open Mai 2023”, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 20. og sunnudagin 21. mai 2023. Sí eisini livetiming.se, swimify.com og swimrankings.net

Continue reading Úrslit frá SuSvim Open 20. og 21. mai 2023

Isak 2:10.86 og juniormet í 200 firvald

Isak Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hann á SuSvim Open í Páls Høll í Vági svam seg til úrslitið 2:10.86. Sí úrslitalistan her

Isak juniormet í 200 firvald
Jákup í Jákupsstovu eigur myndina
Continue reading Isak 2:10.86 og juniormet í 200 firvald