Elisabeth 30.39 í 50 rygg á TYR Pro Swim Series 2023 í Fort Lauderdale

UPDATE – Elisabeth kvalifiseraði seg við hesum úrsliti til C-finaluna sama kvøld, og varð har nummar 2 av teimum 8 í C-finaluni, við tíðini 30.28. Sí úrslitalistan her

Elisabeth Erlendsdóttir royndi seg fyri løtu síðani í 50 metra ryggsvimjing á TYR Pro Swim Series 2023 stevnuni í Fort Lauderdale, Florida, og svam seg tá til úrslitið 30.39 sekund. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 30.09 sekund frá Edinburgh International Swim Meet í mars 2022. USA Swimming stroymdi frá kappingini her

Elisabeth luttekur á TYR Pro Swim Series nú 1. – 4. mars 2023

Elisabeth Erlendsdóttir fer nú í vikuskiftinum at luttaka á TYR Pro Swim Series stevnuni í Fort Lauderdale, sum er ein av fýra av hesum Pro Swim stevnunum hjá amerikanska svimjisambandinum USA Swimming, nú í várhálvuni 2023.

Elisabeth fer at luttaka í 100 og 200 rygg, sí startlistan her.

Tað sær út til at USA Swimming fer at stroyma frá hesi stevnu

Sí eisini USA Swimmingstartlistar og úrslit her

Úttøkuskipan til NM/NJM og EMS 2023

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til Norðurlendsku Meistarstevnuna og JuniorMeistarastevnuna í Tartu í Estlandi hin 1. til 3. desember 2023, umframt til EvropaMeistarastevnuna á Stuttgeil í Bucharest í Rumenia hin 5. til 10. desember 2023. Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum.

Image courtesy of Sergei Gussev, CC BY 2.0

Úttøka til Danish Open 2023

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til Danish Open 2023, sum verður í Bellahøj Svømmestadion í Brønshøj hin 1. til 4. apríl 2023. Hetta sum tilmælt av landsliðsvenjaranum:

  • Alisa Vestergård (2003), SuSvim
  • Bartal Debes (2002), SuSvim
  • Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
  • Bjarta í Lágabø (2009), SuSvim
  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
  • Eyðrið Mortensen (2003), HS
  • Heini M. Askham (2006), Ægir
  • Isak Brisenfeldt (2006), HS
  • Jóhanna Ólavsdóttir (2007), FS
  • Jón Hofgaard (1992), SuSvim
  • Jonna Joensen (2005), Ægir
  • Lea O. Højsted (2008), Ægir
  • Líggjas Joensen (2008), Ægir
  • Róa Trygvadóttir (2008), Ægir
  • Róland Toftum (1998), SuSvim
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS
Continue reading Úttøka til Danish Open 2023

Úrslit frá Ægir Open 18. og 19. februar 2023

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni Ægir Open, sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll í Klaksvík, nú leygardagin 18. og sunnudagin 19. februar 2023. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net

Continue reading Úrslit frá Ægir Open 18. og 19. februar 2023

Úrslit hjá Elisabeth á Southern Zone South Sectionals 2023

Sum áður fráboðað, so luttók Elisabeth Erlendsdóttir í vikuskiftinum á Southern Zone South Sectionals 2023 í Orlando, Florida, og úrslitini síggjast nú her:

  • 28.30 og nr 37 av 97 í 50 frí (persónligt met er 28.15)
  • 1:02.98 og nr 87 av 114 í 100 frí (persónlig met er 1:02.16)
  • 31.03 og nr 6 av 19 í 50 rygg (persónligt met er 30.09)
  • 1:04.76 og nr 6 av 69 í 100 rygg (persónligt met er 1:04.67)
  • 2:22.80 og nr 8 av 76 í 200 rygg (persónligt met er 2:19.88)

Í 50 og 100 rygg var hon í A-finalu, meðan hini úrslitini vóru í innleiðandi.