Úrslit frá SuSvim Open 14. og 15. januar 2023

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni SuSvim Open, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 14. og sunnudagin 15. januar 2023. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á Swimify, her á Tempus og her á SwimRankings

Continue reading Úrslit frá SuSvim Open 14. og 15. januar 2023

Róland 28.30 og nýtt føroyskt met í 50 bringu

Róland Toftum setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing fyri menn á stuttgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Bergen Swim Festival svam hendan teinin uppá 28 sekund og 30 hundraðpartar. Hann átti sjálvur føroyska metið á 28.37 sekund, frá NM í Tórshavn í 2019.

Róland føroyskt met í 50 bringu. Dánjal Martin Hofgaard eigur myndina

Nýtt juniorlandsliðsmet í 4×200 frí

So er NM/NJM 2022 væl og virðiliga byrjað, við innleiðandi riðlum leygarmorgun og finalum leygarkvøldið. Føroyska stafettin fyri dreingir setti í finaluni 4×200 frí juniorlandsliðsmet, við tíðini 7:58.23 har metið frá 2015 var 7:58.75.

Bárður, Líggjas, Heini og Isak í Bergen. Kristian Martin Joensen eigur myndina
Continue reading Nýtt juniorlandsliðsmet í 4×200 frí

Fyribils luttakaralistar til HM á Stuttgeil 2022 í Melbourne

Fyribils luttakaralistarnir síggjast nú her á omegatiming.com, til HeimsMeistarastevnuna á Stuttgeil 2022, sum verður í Melbourne í Avstralia nú í næstu viku, hin 13. til 18. desember 2022. Úr Føroyum luttekur Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, í 100 og 400 frí.

https://youtu.be/51uLQSATw3c
Continue reading Fyribils luttakaralistar til HM á Stuttgeil 2022 í Melbourne