Her eru úrslitini frá svimjistevnuni HS Open sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin hin 10. og sunnudagin hin 11. september 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2016/09/hs-stevna-nov-2015.jpg?resize=660%2C440&ssl=1)
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni HS Open sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin hin 10. og sunnudagin hin 11. september 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se
Her eru luttakaralistarnir til svimjistevnuna HS Open sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 10. og sunnudagin 11. september 2022. Listarnir finnast eisini her á livetiming.se
Her er úttøkuskipanin til HM á stuttgeil 2022 í Melbourne í Avstralia, sum stutt sagt eru kravtíðirnar hjá FINA at klára á stuttgeil, við møguleika fyri at taka út eyka svimjarar, upp til og við at tey eru 2 kvinnur og 2 menn.
Gevið tó gætur, at okkara kravtíðarskeið er nakað stytri enn tað hjá FINA:
Gevið eisini gætur, at um svomnu tíðir skulu kunna brúkast sum tilmeldingartíðir, so skulu tær klárast á stevnum sum FINA hevur góðkent sum úttøkustevnur til HMS 2022.
Sí kunning frá FINA her: https://www.fina.org/competitions/2894/16th-fina-world-swimming-championships-25m-2022
Við fyrivarni fyri sláfeilum og støðuni við koronu
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur
Her er úttøkuskipanin til NM og NJM 2022, sum eftir ætlan verður í Bergen í Noregi hin 10. til 12. desember 2022.
Við einum ávísum fyrivarni, tí vit hava ikki fingið nakra formliga innbjóðing enn, og vita tí ikki 100%, hvussu verður við kostnaði og treytum osfr.
Hartil við fyrivarni fyri sláfeilum og støðuni við koronu
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur
Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at flyta FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna á Stuttgeil til vikuskiftið hin 11. til 13. november 2022, tvs. eina viku fyrr enn upprunaliga ætlað.
Orsøkin er, at altjóða svimjisambandið FINA hevur ásett 15. november 2022 sum síðstu freist at taka út fólk til HeimsMeistarastevnuna á Stuttgeil 2022, har sjálvi úrslitini tá skulu vera frá í seinasta lagi hin 13. november 2022.
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur
Her er innbjóðing til svimjistevnuna “HS Open” sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin 10. og sunnudagin 11. september 2022.
13 ár eftir at brasilski Cesar Cielo setti heimsmet við tíðini 46.91 í ‘superdrakt’ í hesum sama hyli Foro Italico á HM í Róm 2009, setti 17 ára gamli David Popovic úr Rumenia í gjár nýtt heimsmet, uttan nakra ‘superdrakt’, við tíðini 46.86. Hetta eftir at dagin fyri hava sett evropamet í hálvfinaluni. Ófatiliga flott, lesið meira her á len.eu
Tíðin er eisini nýtt heimsmet fyri juniorar. Stik den kat i halen
Vit eru nú komin umleið í helvt við hesari evropameistarastevnuni, og hava tær báðar Vár og Alisa roynt seg ávikavíst 1 og 2 ferðir í part. Øll úrslit síggjast her á úrslitasíðuni hjá EM 2022
Evropameistarastevnan 2022 byrjar nú hósdagin hin 11. august, við luttøku av eisini tveimum føroyskum svimjarum. Føroyska ferðalagið fer úr Vágum nú hvørja løtu, til Róm har Alisa kemur afturat av venjingarlegu í Spania.
Ein heldur kontroversiell detalja í úttøkutreytunum hjá altjóða svimjisambandinum FINA til Olympisku Leikir í París í 2024, er at einans heiðursmerkjavinnandi liðsvimjingar (stafettir) kunnu tryggja sær OL-úttøku longu á HM í Fukuoka í juli 2023, meðan restin síðani skulu kappast um tað aftur á HM í Doha í februar 2024.