So er tað EJM 2022

Í morgin byrjar Evropeiska JuniorMeistarastevnan 2022, við luttøku av eisini einum føroyskum svimjara. Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag er klár har í Bucharest, og skal nú fyrsta stevnudagin royna seg í 50 rygg

Elisabeth og Panos í Bucharest. Hjørdis Mortensen eigur myndina

Eitt hendingaríkt HM

Hóast vit ikki eru komin nógv meira enn í helvt við hesari heimsmeistarastevnuni í Budapest, so hava tað longu verið sera nógvar serligar hendingar, sum tola at verða tiknar framum.

Eg havi sjálvur verið sera upptikin av øll hinum sum vit skuldu, í sambandi við kapping og aðalfund og verkstovu og øðrum – men nú eigi eg eina løtu, og fari tí at samla eitt sindur saman …

Continue reading Eitt hendingaríkt HM

Føroysk úrslit á HM 2022

Her eru føroysku úrslitini frá HM 2022, sum er í Budapest í hesum døgum, og har kappsvimjingin í svimjihyli endaði í gjár.

Tey bæði Vár og Bartal E. Eidesgaard luttóku í hvør tveimum sínum kappingum, har tað gekk serliga væl hjá Bartali.

Vár, Kristian Martin og Bartal í Budapest. Ann Ellingsgaard eigur myndina
Continue reading Føroysk úrslit á HM 2022

So er HM 2022 í gongd

Tey bæði Bartal og Vár E. Eidesgaard luttóku í gjár í sínum fyrstu kappingum, her á Heimsmeistarastevnuni 2022 í Budapest, har Bartal betraði sum sína bestu tíð, og Vár svam sína 4. bestu nakrantíð. Eisini var eykaaðalfundur, har eitt hitt tyngsta málið var atkvøðugreiðsla um nýggja reglugerð, til hvussu gerast skal tá ið svimjarar skifta kyn.

Føroysk úrslit á HM 2022

Føroyar til HM 2022. Ann Ellingsgaard eigur myndina
Continue reading So er HM 2022 í gongd

So er tað HM 2022 í Budapest

Heimsmeistarastevnan 2022 byrjar í morgin, har sjálv kappsvimjingin er frá leygardegnum 18. juni til leygardag 25. juni, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum. Luttakaralistarnir síggjast nú her á omegatiming.com

By LeeveiphuOwn work, CC BY-SA 4.0, Link
Continue reading So er tað HM 2022 í Budapest

Úrslit frá FM og JM á langgeil 2022

Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2022, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipaðu fyri í Páls Høll í Vági, nú hin 4. til 6. juni 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se

Svimjarar á FML/JML 2022. Rúni Gaardbo eigur myndina
Continue reading Úrslit frá FM og JM á langgeil 2022