Úrslit frá finalunum 2. dag á Bergen Swim Festival 2022

Tey eru liðug við 2. dag á Bergen Swim Festival 2022, har vit høvdu 3 føroyingar í finalu.

  • í 200 blandað setti Eyðrið Mortensen (2003) úr Havnar Svimjifelag persónligt met, tá ið hon í B-finaluni varð 3. skjótast við tíðini 2:27.98. Besta tíð hjá henni áðrenn hetta, var 2:28.98 frá Reykjavík International Games í januar
  • í A-finaluni í 200 bringu varð Lea Osberg Højsted (2008) úr Ægir 8. skj´ótast við tíðini 2:45.83. Besta tíð hjá henni er 2:44.98 frá NMU í Klaipeda í fjør summar, sum hon eisini kláraði at svimja í innleiðandi nú í dag
  • í A-finaluni í 100 rygg varð Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag skjótast við tíðini 1:06.58. Besta tíð hjá henni er 1:04.67, frá EJM í Róm í fjør summar

Føroyingar í finalu eisini 2. dag á Bergen Swim Festival 2022

Hóast kappingin er sera hørð á Bergen Swim Festival 2022, so stinga føroysku svimjararnir eisini seg upp í millum viðhvørt. Í morgun svumu tey aftur um at koma í finalur seinnapartin, har hesar svumu seg víðari:

B-finalurnar byrja kl 16:00, føroyska tíð, og A-finalurnar kl 17:00. Úrslitini fara at kunna síggjast beinleiðis her á livetiming.se, við stroyming her

Úrslit frá fyrstu finalum á Bergen Swim Festival 2022

Fyrstu finalur vóru avgreiddar í gjárkvøldið á Bergen Swim Festival 2022, har eisini føroyingar luttóku. Úr Bergen frætta vit at svimjararnir vóru eitt sindur tungir í gjáramorgunin, men at tað gekk betur í finalunum og so betur aftur í morgun.

  • í A-finaluni í 400 blandað svam Jóhanna Ólavsdóttir (2007) úr Fuglafjarðar Svimjifelag seg til eitt 7. pláss við tíðini 5:26.49. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 5:26.16 frá NMU í Klaipeda í fjør summar
  • í B-finaluni í 200 firvald svam Jonna Joensen (2005) úr Ægir seg til eitt 1. pláss við tíðini 2:34.90. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 2:31.17 fr´a Føroyaleikum í fjør summar
  • í B-finaluni/fjórðingsfinaluni í 50 rygg svam Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag seg til eitt 6. pláss við tíðini 30.78. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 30.17 frá EJM í Róm í fjør summar

Føroyingar í finalur á Bergen Swim Festival 2022

Tey eru nú liðug við fyrsta umfar av innleiðandi riðlum á Bergen Swim Festival 2022, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum. Jóhanna Ólavsdóttir úr Fuglafjarðar Svimjifelag svam seg í A-finalu í 400 blandað, meðan Jonna Joensen (2005) úr Ægir og Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag svumu seg í B-finalur, Jonna í 200 firvald og Elisabeth í 50 rygg. Sí úrslitini her

So er tað Bergen Swim Festival 2022

Hetta vikuskiftið fara 9 svimjarar at kappast fyri Føroyar á Bergen Swim Festival 2022, í AdO Arena frá fríggjamorgni hin 1. apríl til sunnudagin 3. apríl. Startlistin sæst her, har vit síggja at talan er um sera sterka kapping, har føroyingar tó eisini til tíðir klára stinga seg upp millum tey allarsterkastu.

AdO Arena í Bergen
Continue reading So er tað Bergen Swim Festival 2022

Vár kappaðist í Eger í vikuskiftinum

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag luttók í vikuskiftinum á svimjistevnuni “Eger Város Kupája – Bitskey Aladár Emlékverseny nagyok”, í býnum Eger í Ungarn. Her eru úrslitini hjá henni frá hesi kapping:

  • 50 frí innleiðandi: 0:28.06, nr 11 og 600 FINA stig
  • 200 frí innleiðandi: 2:07.04, nr 7 og 703 FINA stig
  • 200 frí finala: 2:06.75, nr 6 og 708 FINA stig
  • 400 frí innleiðandi: 4:34.38, nr 8 og 640 FINA stig
  • 100 frí innleiðandi: 1:00.57, nr 12 og 622 FINA stig
  • 400 frí finala: 4:27.39, nr 6 og 691 FINA stig
Image courtesy of AlwaysWanderlust / Pixabay, Pixabay License

Úttøkuskipan til HM 2022 í Budapest

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi HeimsMeistarastevnu á langgeil, sum verður í Budapest í Ungarn frá 18. til 25. juni 2022. Við fyrivarni fyri serliga støðuni við korona, og møguligum avbjóðingum av russisku innrásini í Ukraina.

By LeeveiphuOwn work, CC BY-SA 4.0, Link